fríggjadagur 6. november 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. november 2009 – Nr. 213 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Frakland uttan Vieira
Patrick Vieira er ikki millum teir 24, sum franski landsliðsvenjarin hevur tikið út til
play-off dystirnar móti Írlandi. Við sínum 33 árum og 107 landsdystum verður
Vieira annars roknaður millum stuðulsspælararnir hjá Fraklandi. Og seinastu
nógvu dystirnar hevur hann eisini borið liðskiparabindið, tá hann hevur verið
við. Í Inter hevur hann tó havt trupult við at finna vanliga stórformin, og tað
hevur kostað, nú Raymond Domenech skuldi gera av, hvørjar hann vildi hava við
sær til teir báðar altavgerandi dystirnar móti Írlandi. Samlaði vinnarin av teimum
báðum uppgerðunum sleppur við til HM-endaspælið í Suðurafrika, so talan er
um óhugnaliga týðandi uppgerðir hjá fronsku varaheimsmeistarunum. Tann 14.
november spæla liðini í Írlandi og fýra dagar seinni eru returuppgerð í Fraklandi.
Schmeichel var størstur
Árini, sum danski Peter Schmeichel spældi í Manchester
United, varð fleiri ferðir sagt, at hann var heimsins málverji.
Og stendur tað til Sir Alex Ferguson, so er eingin ivi. – Í míni
tíð sum venjari er Peter Schmeichel tann besti málverjin,
sum vit hava sæð. Hann var heilt einfalt einastandandi
góður, sigur Ferguson við danska TV2. Schmechel var við til
at finna fimm meistaraheiti við Manchester United, umframt
at hann í seinasta dysti sínum fyri felagi var við til at vinna
Champions League-steypið eftir eina ótrúliga finalu móti
Bayern München.
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
4
4
-
0
12
0
12
8
2 Dráttur
4
2
-
2
8
6
2
4
3 Mjølnir
3
2
-
1
6
5
1
4
4 Fleyr
3
2
-
1
6
6
0
4
5 ÍF
4
1
-
3
3
9
-6
2
6 TB
2
0
-
2
3
6
-3
0
7 KÍF
2
0
-
2
0
6
-6
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 Mjølnir
4
4
-
0
12
5
7
8
2 SÍ
4
3
-
1
11
5
6
6
3 Fleyr
4
1
-
3
8
9
-1
2
4 ÍF
4
0
-
4
0
12
-12
0
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Tjaldur
5
5
-
0
-
0
165
116
49
10
2 Stjørnan
5
4
-
0
-
1
147
105
42
8
3 Neistin
5
4
-
0
-
1
136
112
24
8
4 VÍF
5
1
-
0
-
4
110
148
-38
2
5 VB
4
0
-
0
-
4
78
110
-32
0
6 StÍF
4
0
-
0
-
4
81
126
-45
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
6
5
-
0
-
1
194
163
31
10
2 StÍF
6
4
-
0
-
2
171
162
9
8
3 H71
6
3
-
0
-
3
151
150
1
6
4 Kyndil
6
3
-
0
-
3
158
165
-7
6
5 VÍF
6
2
-
0
-
4
171
167
4
4
6 KÍF
6
1
-
0
-
5
138
176
-38
2
TB hevur tveir kjansir
Flogbóltskvinnurnar hjá TB skulu spæla tveir dystir
norðanfjørðs um vikuskiftið, og hetta er teirra
møguleiki at fáa fyrstu stigini og nærkast hinum
liðunum, ið renna aftan á SÍ. Hjá monnunum kann
Mjølnir styrkja sær oddastøðuna
Fleiri ábendingar eru um, at TB-kvinnurnar, sum
rótaðu í botninum síðsta vetur, fara at fáa munandi
meira burturúr hetta kappingarárið. Fyrst tóku tær
eitt sett frá Fleyr og síðani tvey frá Mjølnir, og um
vikuskiftið skulu tær møta tveimum av liðunum, ið
heldur ikki hava tað nógva at vísa á á stigatalvuni.
Í morgin skal TB spæla ímóti KÍF í ítróttarhøllini í
Kollafirði og sunnudagin ímóti ÍF á Kambsdali. Fær TB
fult burtur úr hesum báðum dystunum, er talan
brádliga um eitt pláss í miðjuni. Undan hesum báðum dystunum
hevur ÍF tvey stig, meðan bæði KÍF og TB eiga fyrstu stigini til góðar.
Av teimum sjey liðunum í Eikliguni hjá kvinnum, hava bæði SÍ og
Fleyr frí um vikuskiftið, og tað kann annaðhvørt Mjølnir ella Dráttur
gera sær dælt av, tá tey møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík
sunnudagin. Vinnarin kemur upp á seks stig og er tá bara tvey stig
aftan fyri SÍ.
Upprunaliga skuldi Fleyr spælt ímóti KÍF sunnudagin, men tann
dysturin er útsettur til fríggjakvøldið 20. november.
Mjølnir fer avstað
Hóast tað ikki var gamalt at selja skinnið, fyrr enn bjørnin var skotin, so
skal tað vera øgiliga løgið, um ikki Mjølnir er minst líka væl á odda í
Eikliguni hjá monnum eftir vikuskiftið, sum liðið er tað áðrenn.
Mótstøðuliðið í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin er ÍF, sum vann
greipuna síðsta vetur, men enn ikki hevur verið í nánd av einum stigi
hetta kappingarárið.
Mjølnir er frammanundan tvey stig framman fyri SÍ og fýra stig
framman fyri Fleyr, so oddastøðan verður neyvan hótt. Júst hesi bæði,
sum jagstra klaksvíkingarnar, hittast í Gundadalshøllini í morgin, og
helst kunnu áskoðararnir vænta sær ein javnan og spennandi dyst. Í
øllum førum, um liðini liva upp til fyrru uppgerðina sínamillum, ið
gjørdist ein spennandi fimmsettari við SÍ sum vinnara til síðst.
Menninir hjá Neistanum
skulu í miðvikuni spæla
Europa-Cup, og tí spæla
teir longu sunnudagin móti
KÍF
Á pappírinum tykjast kollfirðingar
at vera mest yvirkomuliga mót-
støðuliðið av øllum í Atlantic
Airways-deildini, og við odda-
støðuni hjá Neistanum í mentu, eru
havnarmenninir greiðir favorittar.
Men seinastu tveir dystirnar
hevur KÍF tó bitið væl og virðiliga
frá sær, og tí eru teir hjá Neistanum
ávaraðir um, at talan als ikki verður
um nakran walkover fyri teirra
viðkomandi.
Hjá kvinnunum er talan somu-
leiðis bert um tann eina dystin, sum
stendur á kappingar skránni. Hesin
verður í Klaksvík, har Stjørnan tekur
ímóti VB. Seinnu árini hevur talan
verið um nógvar knallharðar dystir
millum júst hesi bæði mótstøðu-
liðini, men í ár er VB byrjað mest
sum av nýggjum, og tí bendir alt á
ein tryggan heimasigur í upp-
gerðini.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Europa skundar undir
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur Klokkan Dystur
08.11 15.00
Stjørnan-VB
Atlantic Airways-kappingin
08.11 16.00
KÍF-Neistin
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
07.11 16.00
KÍF-TB
08.11 14.00
ÍF-TB
08.11 14.00
Mjølnir-Dráttur
Eik-ligan, menn
07.11 16.00
Fleyr-SÍ
08.11 16.00
Mjølnir-ÍF
Dystir um vikuskiftið
Neistin er fremst og KÍF aftast. Men seinastu úrslitini hjá kollfirðingum prógva tó, at teir væl og
virðiliga kunnu bíta frá sær
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen