Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... Marius bustar dustið tónleikabólkurin Marius er nógv broyttur, síðani teir av fyrstan tíð løgdu til brots við alternativum rocktónleiki. nú spælir bólkurin meira hugnaligan og svingandi tónleik, og tað hevur bólkurin fingið góð ummæli fyri. Í kvøld spælir Marius dupultkonsert saman við høgna Lisberg í Fuglafirði. Marius & Høgni Mentanarhúsið í Fuglafirði fríggjakvøldið 6/11 kl. 21.00 Line baun vitjar Kenda danska sjónvarpskvinnan Line baun danielsen vitjar í Føroyum um vikuskiftið. hon verður gestur í sendingini hvonn Live, sum rás2 sendir beinleiðis av hvonn leygarkvøldið. Line baun danielsen fer at tosa um at gera sítt besat hvørja ferð, og hon fer eisini at siga sína hugsan um at verða mamma – men ikki heimsins besta mamma. Hvonn Live á rás2 Leygarkvøldið 7/11 kl. 20.00 lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein robbie aFtur Í støtinuM seinastu árini hevur robbie Williams gjørt vart við seg fyri alt annað enn tónleikin. hann hevur leitað eftir uFo, og hann hevur brúkt seg um líkt og ólíkt. nú er robbie Williams aftur í tí leiklutinum, sum hann er best kendur frá – sum sangari. nýggja fløgan hjá robbie Williams kemur út mánadagin. robbie WiLLiaMs reality Killed the video star eMi Music mánadagin 9/11 Favorittar dystast Manchester united og Chelsea mugu vera stóru favorittarnar til at vinna enska meistaraheitið í fótbólti í ár. sunnudagin spæla feløgini fyrra landskappingardystin í hesum kappingarárinum ímóti hvørjum øðrum. dysturin verður spældur á heimavøllinum hjá Chelsea í London. CHeLsea-ManCHester united Premier League / Canal+ sport1 sunnudagin 8/11 kl. 16.00 norðurLendsK KrÍggj Nú á døgum snýr alt samband millum norðurlond seg um samstarv, men tað vóru dagarnar, tá ið norðurlendingar vóru í blóðugum kríggi ímóti hvørjum øðrum. Hesum fer Zacharias Wang at greiða frá á tiltaki í sambandi við norðurlensku bókasavnsvikuna. Serliga fer hann at greiða frá krígnum í 1809, sum fekk stóran týdning fyri norðurlond. norðurLendsk bókasavnsvika Landsbókasavnið Mánakvøldið 9/11 kl. 19.00 FóLK og Múrurin Í hesum døgum verður 20 ára dagurin fyri fallið av berlinmúrinum hildið, og tí sam bandi er hesin filmurin verið aktuellur. Filmurin snýr seg um fólk, sum flýggja úr eysturtýsklandi til vestur týsklandi. Fólk eystanfyri gerast meira og meira ill um støðuna, og tað tykist bara verða ein spurningur um tí, áðrenn uppgerðin við berlinmúrin verður tikin. Wir sind das voLk – Liebe Kennt Keine grenzen / dvd-filmur LÍvsjáttandi søga hetta er ein tann mest lívsjáttandi bókin, tú kanst lesa. tað skrivar gQ Magazine í sínari umrøðu av bókini hjá nelson Mandela. suðurafrikanski leiðarin hevur stríðst fyri friði og rættvísi, og hóast hann sat í fongsli í langa tíð, misti hann ikki vónina um at gerast fríur og at sleppa at leiða sítt fólk. hetta er søgan hjá nelson Mandela søgd við hansara egnu orðum. neLson MandeLa Long Walk to Freedom