fríggjadagur 6. november 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 213 - 6. november 2009
lýsingar
Søla av
»goymslubygningi«
á havnarøkinum í
Fuglafirði
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið niðan
fyri standandi ogn, sum bygd er á matr. nr.
239n á havnarøkinum í Fuglafirði, til sølu,
hetta sambært § 1 í kunngerð nr. 122 frá
22. desember 2000 um alment útboð av
kommunalari fastogn.
Talan er um
• Ein goymslubygning bygdur á leigu
grund, sum sambært uppmálinum er
477 fermetrar til víddar og sum seldur
verður í tí standi, hann ídag stendur í.
• Bygningurin er bygdur á alt grundøkið.
Møgulig áhugað verður biðin um at seta seg í
samband við Pætur Joensen, býarverkfrøðing
á telefon 737705, Jákup Frants Larsen, bý
ráðsskrivara á telefon 737702 ella Sigurð S.
Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777.
Ognin verður lýst til sølu við teirri treyt, at boð
undir kr. 700.000,00 ongan áhuga hava, og
at kommununi stendur frítt av velja millum
innkomin tilboð ella einki at taka, sí § 6 í
kunngerðini.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu
verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggja
dagin 20. november 2009 kl. 10.00.
Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, til
ognin er seld.
Fuglafjørður 04. november 2009
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar Býráð
Leiðari til Sosialu
Deild hjá Porkeris-
og Vágs Kommunu
Starvið
Leiðarin kemur at hava ábyrgd av allari fyrisiting
av deildini og barnaverndarmálum hjá Porkeris-
og Vágs kommunu.
Somuleiðis málsviðgerð av almannamálum,
sum sambært lóggávuna eru ella verða løgd til
kommunurnar.
Leiðarin verður skrivari og ráðgevi hjá sosislu
nevnd hjá Vágs kommunu, og ráðgevi og
málsviðgerði hjá Porkeris kommunu.
Leiðarin kemur eisini at hava samskifti við m.a.
tannlækna, kommunulækna, skúlaheilsusystur,
heilsusystur, NSR Suður, dagstovnar, kommu-
nalu dagrøktina og landsmyndugleikar
Førleikakrøv
Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra hóskandi
sosiala ella í minsta lagið miðallanga útbúgving,
innan heilsu-, og almanna- ella skúlaverkið,
hevur tú hug til sosialt arbeiði og hevur góðar
samstarvseginleikar, dugir at arbeiða sjálv-
støðugt og ynskir at gera mun, so er tað tær
vit leita eftir.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta
lagi 1. januar 2010.
Starvið verður tíðaravmarkað til 2 ár.
Arbeiðið er fulla tíð og verður lønt sambært
sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara-
felag Føroya og avvarðandi fakfelag.
Fleiri upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at
venda tær til Kirstin Strøm Bech, stýrisformann
tlf.73 30 04.
Umsóknin við prógvum, CV og møguligum
viðmælum skal sendast til Porkeris kommunu,
við Á 8, 950 Porkeri í seinasta lagi 25. november
2009 kl. 12.00
Sosiala Deild
Porkeris- og Vágs Kommuna
Við Á 8 · 950 Porkeri
Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04
T-post: sosialadeild@email.fo
Starv í Skúlanum
á Fossánesi
• Eitt lærarastarv er leyst at søkja
• Starvið er tíðaravmarkað frá 1. des. 2009 til
30. juni 2010
• Lærugreinir: rokning, danskt, landalæra,
enskt, fimleik dreingir
Tann ið settur verður skal:
• Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• Duga at samstarva og vera fyrikomandi
• Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið
eru á skúlanum
• Vera stundislig/ur og nærløgd/lagdur
Førleikakrøv:
Tann, sum settur verður í starv, skal hava
læraraútbúgving.
Løn:
Lønt verður sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lørnarflokk
unum 18.1 – 29.2
Umsóknir við c.v., og avriti av prógvum skulu
vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 23. november klokkan 12:00
Fleiri upplýsningar um starvið fært tú við at
venda tær til skúlan á tlf. 452120 ella 223913
S k ú l i n á F o S S á n e S i
F o S S á v e g u r 2 7 · 7 3 0 n o r ð d e p i l
Eitt sindur
hugnaligari...
Hvat við at forkela teg sjálvan ella
gleða onkran annan?
Tær góðu umstøðurnar
kunnu vit bjóða tær.
Royn Luddastovu í Leynum ella
Bakkastovu við Ljósá.
Booking:
lp@ognir.fo ella tlf. 21 73 00
www.ognir.fo
www.wedding.fo
sí undir »veitarar« og »brúðarnátt«
SoSialdeildarleiðari til
tvøroyrar Kommunu
Tvøroyrar kommuna sóknast eftir ein dugnaligum
leiðara til sosialu deild. Talan er um eitt spennandi
starv við góðum møguleika fyri persónligari og
fakligari menning.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við við
kommandi fakfeløg.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Susanne Madsen á tlf. 611085 ella við telduposti
til susanne@tvoroyri.fo. Á www.tvoroyri.fo sæst
eisini starvslýsingin og ein nærri útgreining av
starvinum.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A