fríggjadagur 6. november 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 6. november 2009
35
lýsing
Søkt verður eftir sóknarpresti til Sjóvar
prestagjald í Eysturoynni. Talan er um
eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er
tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum
broytingum í kalli og starvi samsvarandi
tænastumannalógini og lógini um
fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8.
juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Prestafelagið, har sóknarprestar verða
løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkju
bókunum (høvuðs og kopibókini) og er
jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður
sett 1. februar 2010.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir:
Selatraðar, Sjóvar, Skála og Oyndar
fjarðar kirkjusókn. Umleið 1.920 fólk
búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið. Presta
garðurin er Innan Glyvur, á Gjaranesi,
Glyvursvegur 26. Sóknarpresturin hevur
skyldu at búgva í prestagarðinum.
Søkt verður eftir sóknarpresti til Suður
streymoyar vestara prestagjald. Talan er
um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin
er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum
broyt ingum í kalli og starvi samsvarandi
tænastumannalógini og lógini um fólka
kirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8.
juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Prestafelagið, har sóknarprestar verða
løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Hetta embætið er tað triðja í presta
gjaldinum. Tænastan verður skipað í
samstarvi prestanna millum. Embætið
verður sett 1. februar 2010.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir:
Hests, Kirkjubøar, Argja og Tórshavnar
vestara kirkjusókn. Umleið 9000 fólk
búgva í prestagjaldinum.
Eingin tænastubústaður er til starvið.
Einki ískoyti verður veitt sum viðurlag
fyri vantandi bústað.
Søkt verður eftir sóknarpresti til
Norð streymoyar prestagjald við sæti í
Kvívík. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og
sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum
broyt ingum í kalli og starvi samsvarandi
tænastumannalógini og lógini um fólka
kirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8.
juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Presta felagið, har sóknarprestar verða
løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av
kirkju bók unum (høvuðs og kopibókini)
og er jarðar ferðarmyndugleiki. Starvið
verður skipað í samvinnu við hinar báðar
prestarnar í prestagjaldinum. Embætið
verður sett 1. februar 2010.
Í prestagjaldinum eru átta kirkjusóknir:
Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Hvalvíkar,
Saks unar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kvívíkar
og Vestmanna kirkjusókn. Umleið 3.900
fólk búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið.
Prestagarð urin er í Kvívík, á Kirkjuteigi,
Kirkjuvegur 24. Sóknarpresturin hevur
skyldu at búgva í prestagarðinum.
Søkt verður eftir sóknarpresti til Suður
streymoyar eystara prestagjald. Talan er
um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin
er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum
broyt ingum í kalli og starvi samsvarandi
tænastumannalógini og lógini um fólka
kirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8.
juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Prestafelagið, har sóknarprestar verða
løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Hetta embætið er tað triðja í presta
gjaldinum. Tænastan verður skipað í
samstarvi prestanna millum. Embætið
verður sett 1. februar 2010.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir:
Nólsoyar, Kaldbaks, Hoyvíkar og Tórs
havnar eystara kirkjusókn. Umleið 9.600
fólk búgva í prestagjaldinum.
Eingin tænastubústaður er til starvið.
Einki ískoyti verður veitt sum viðurlag
fyri væntandi bústað.
Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya
vestara prestagjald. Talan er um eitt
full tíðar starv, og sóknarpresturin er
tænastu maður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum
broytingum í kalli og starvi samsvarandi
tænastumannalógini og lógini um fólka
kirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8.
juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Presta felagið, har sóknarprestar verða
løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av
kirkjubók unum (høvuðs og kopibókini) og
er jarð ar ferðarmyndugleiki. Tveir prestar
røkja tæn astuna, og starvið verður
skipað í sam starvi prestanna millum.
Embætið verður sett 1. februar 2010.
Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir:
Árnafjarðar, Kunoyar, Klaksvíkar, Húsa og
Mikladals kirkjusókn. Umleið 5000 fólk
búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið. Presta
garðurin er í Klaksvík, á Brekku 5.
Sókn ar presturin hevur skyldu at búgva í
presta garðinum.
Embætið sum Dómpróstur Føroya er
lýst leyst at søkja. Dómprósturin er
tænastumaður. Lønin er samsvarandi
semju dagfest 8. juni 2009 millum
Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har
dómprósturin er løntur í lønarflokki 39.
Kallið nemur tvinni atlit. Dómprósturin er
umsitingarligur leiðari í fólkakirkjuni og
sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi við ábyrgd av kirkjubókum
og jarðarferðarmyndugleiki.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir:
Nólsoyar, Kaldbaks, Hoyvíkar og Tórs
havnar eystara kirkjusókn. Umleið 9.600
fólk búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið.
Dómpróstagarðurin er í Tórshavn,
Essalág 18. Dómprósturin hevur skyldu
at búgva í dómpróstagarðinum.
Sjóvar preStagjald
SuðurStr. veStara preStagjald
NorðStreymoyar preStagjald
SuðurStr. eyStara preStagjald
Norðoya veStara preStagjald
SuðurStr. eyStara preStagjald
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Guds
tænastur verða hildnar á ellis og røktarheimi og
sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og
lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast
prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki
eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium
saman við umsóknini.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum væl
komin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella
jf@folkakirkjan.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00.
stift@folkakirkjan.fo
Umsóknin
verður send til:
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postsmoga 8
FO110 Tórshavn
Føroya StiFtSStjórn
Presta- og dómPróstastørv
í føroysku fólkakirkjuni
SoSialurin 341800