Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 25 VIKUSKIFTI sum eitt foreinklað frumlandslag við føroyskari umhvarvsstriku. Óspilt málkensla Av kvistinum og oman á fjørðin og havið hóma vit sostatt Føroyar, Havnina og í smáum brotum eisini skógarøkið við Raadvad, har yrkjarin býr í løtuni, men bókin er meira universal enn lokal. Hóast ævisøguligu tilsipingarnar til eitt nú reyða/gráa hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin millum høvund og yrkjara-eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn nøkur grýla at fjala ella á annan hátt at pallseta seg. Hetta sóu vit t.d. í filminum um hann Ein regla um dagin má vera nokk. Yvirhøvur er tað heilt burturvið at lesa tílíkar modernistiskar yrkingar við skilvísari eitt- til- eitt fatan fyri eyga, tí tað ber ikki til og er heldur ikki meiningin. Yrkingarnar kunnu tykjast torskildar, fleirtýðugar, frítt assosierandi og abstraktar sum tær eru, t.d. »tað bukaða fleskið/ fær garðin at detta niður/ og krákurnar at flúgva/ meðan beinini verða hongd upp...« (FRÆ s.8). Originala myndamálið er ógvuliga sterkt visuelt sæð og myndar spildurnýggjar samansetingar. Málið í yrkingunum tykist tíðum sera foreinklað, nærum primitivt, meðan tað í øðrum yrkingum er meira samansett og torgreitt. Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli, t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða Gulliver-temanum. Støðugt leitar yrkjarin eftir einfeldini í orðunum, og hansara tilgongd til málið hevur sama fríska dám, sum eg í løtuni upplivi hjá soninum, ið skjótt verður trý og sum á ferð síni at konstruera sær málið er komin fram til, at honum dámar best bundnu hvørkikynsorðini bommið og baðið. Tað ljóðar løgið, tá hann biðjur um »bommið«, sum um tað er eitt heilt ávíst bomm í pakkanum, sum hann meinar við. Tað er væl møguligt, at hetta er fullkomililiga tilvildarligt, men hvør veit, kanska hugsar hann um ta ávísu heilt serligu kensluna, ið stendst av hesi lítlu veitsluni, sum er hvørja ferð bommið verður lagt á tunguna. Onkursvegna er tað henda sama óspilta málkenslan, sum tað hevur eydnast Tóroddi Poulsen at varðveita. Barnaminni í sýrubað Eg kundi allerhelst funnið onnur orð enn tey omanfyri nevndu 38, tí eg eri als ikki av hepnastu systematikarum, men sambært Baudelaire er tað millum annað soleiðis, vit læra at gjøgnum- skoða eina yrkjarasál; við at leita eftir teimum orðunum, ið koma oftast fyri í verki yrkjarans. Tað hevur sjálvandi eisini stóran týdning, hvussu orðini eru samansett, og hvussu yrkingarnar eru uppbygdar. Hóast nógv av orða- tilfarinum sipar til deyða og deyða- prosessir, er innihaldið í Útsýni hvørki tungt ella dapurt. Tvørturímóti tykjast orðingarnar leikandi lættar t.d. í yrkingini SUPER 8, sum er eitt framúrskarandi dømi um, hvussu væl Tóroddur dugir at abstrahera ella einfalda, tá hann sum her drýpur eitt barnaminni í reinsandi sýrubað, soleiðis at bert sjálvur kjarnin ella essensurin er eftir: »altíð/ er/ barn dóm urin /frammanfyri/ sum ein/ hundur/ togar/ sletuna eftir/ ísinum / inn í /sólina«. Á einfaldasta hátt gerst malandi rørslan hjá filmsapparatinum ímynd av sjálvari lívsgongdini. Deyðin fyllir nógv í hesum savninum, men nú sum partur av eini ringrás, har tey sum vóru frammanundan og tey komandi hava týdning. Tónin er tó nakað væl meira ófrættakendur enn hjá Ingemann, tá ætt eftir ætt søkkur undir mold eftir eini guddómligari skipan, tí her situr slektin inni allan dagin: »og tigur fyri tað mesta/ men móti midnátt fer hon at ýla« (ÁÐRENN ÝLINI S.57). Death is not the end… Undir øllum umstøðum kundi tað sæð út sum um, at ávís perspektivir eru í deyðanum; eitt ævigt mánalýsi í tí stóru náttini. Kanska er yrkjarin samdur við Bob Dylan um, at deyðin ikki er endin á øllum. Í øllum førum tykjast sansirnir púra spillivandi undir kistulokinum: »her er so myrkt/ og trongt// hoyri bara/ blomstrini/ í erva/ rotna« (TAÐ SUM HEYSTDREYMURIN HOYRIR s.20). Funnist hevur verið at tí, onkur hevur nevnt »floymurin« av yrkingum, bókum, myndum, fløgum osfr., ið streymar frá Tóroddi Poulsen – Hví ikki velja tað besta burturúr og geva minni út osfr. Men sjálvt lyndislagið í lívsverki Tórodd Poulsens er villvaksandi og samanhangandi, og tá kvaliteturin er so góður sum hann er, kunnu vit bert fegn ast, um kvantiteturin er til- svarandi. SUNNUDAGUR taki kirkjuna upp úr lummanum leggi hana at eyganum har er hálvfult av fólki prestur er liðugur at biðja og nú er sálmasongur at hoyra og eg syngi við og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum sum eg hyggi ígjøgnum og so kemur deknurin út og hann spyr meg um eg ikki komi við inn á syngja tí eg havi so góða rødd men so sigi eg at eg passi ikki inn og hann svarar at tað skal eg ikki leggja so nógv í so leingi eg bara kann fáa røddina inn og so fer røddin hjá mær í kirkju og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini (s.76 í Útsýni) VAR SO LÍTIL var so lítil at eg kundi krógva meg í mínum egna lógva náttin mátti fegin koma við sínum morgunhóttanum og revsa meg við ljósinum men hon fann meg ikki fyrr enn eg var vorðin vaksin og kundi sjálvur sláa aftur (s.51 í Útsýni) Hóast tilsipingarnar til reyða/gráa hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin millum høvund og yrkjara- eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn nøkur grýla at fjala seg mynd: jens kristian vang