fríggjadagur 6. november 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 213 - 6. november 2009
tíðindi
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Tann 8. novembur sótu tólv
menn á loftinum á Kon
ditta rínum.
Teir
vóru:
Sigurd Bech, Steinbjørn
Zachariassen, Sonne Smith,
Heðin Mortensen, Eyðun
Jensen, Marius Joensen á
Hvíta nesi, Frits Joensen,
Róland Thomsen, Svend
Poulsen (Bambus), Thomas
Micheal Smith, Kári D.
Peter sen og Finnur Johan
sen. Kaggin varð stovnaður
henda sama 8. novembur
1969, og tað merkir, at í ár
eru 40 ár liðin. Í tí sambandi
er komin út fløgan Kaggin
sangur og skemt, sum er
tilfar frá ársveitslum Kagg
ans í 1979, 1980, 1981 og
1984.
Ársveitslurnar
Ársveitsla Kaggans fylgdi
fastari venju. Til matna var
ræst kjøt og súpan. Undir
hald var, meðan borðhaldið
stóð. 1979, 1980, 1981 og
1984 skipaðu Hermann,
Robert o.o. fyri undirhald
inum. Á skránni var altíð
sangurin um ræst kjøt eftir
Edvard Hermansen, og so
var
eisini
felagssongur,
skemt, og Bambus sang
»Jamboree« einsamallur
ella saman við Høgna.
Onkur vísa varð borin fram,
antin av Roberti ella Her
manni. At enda varð dansað
frá borðinum.
Upptøkurnar
Talan er um beinleiðis
fram førslur. Finn Jørgensen
var so hyggin at taka veitsl
urnar upp á spolabond.
Hann hevur tikið einar
fjúrt an tímar upp, og á tví
fløguni eru tveir og ein
hálvur tími við góðum
sangi og skemti. Talan er
um løtuborið tilfar, og tí er
alt ikki so væl gjøgnum
arbeitt; men skemtið og
sangirnir tola at koma út.
Kann verða, at onkur ikki
kennist við alt, sum sipað
verður til, men limir í
Kagganum og tey, ið høvdu
samband við umhvørvið,
munnu kenna broddin og
tón an í skemtinum aftur.
Útgávan gevur lurtaranum
høvi til at uppliva veitslu
hýrin í Kagganum hesi
árini.
Songurin
Tilfarið á fløguni er songur
og felagssongur, serliga við
Hermanni. Vit hoyra t.d.
Hermann
syngja
góðar
tætt ir um hendingar og per
sónar, sum høvdu tilknýti
til umhvørvið, t.d. syngur
Hermann um Slupptúrin
hjá kaggalimum, Í nátt meg
droymdi og um Torvald á
Steinum og kortspæl í
Kagganum. Hermann syng
ur eisini góðu vísuna um
Petur Kúll. Hermann leikar
ofta sjálvur á klaver, men
eisini leikar Svenn Brim
heim á gittar, har vit hoyra
hansara
meistaraligu
ak kord ir aftur við song
unum.
Robert McBirnie hermir
eisini væl eftir Hermanni í
sanginum »Til Havnar vit
fara«, ein skuldi næstan
trúð, at tað var Hermann,
sum sang. Robert syngur
eis ini táttin um »Barber
Poulsen«. Bambus er eisini
sloppin upp í part við
skótasanginum
»Jam
boree«, sum hann og Høgni
syngja, Svenn leikar á gitt
ar.
Skemtið
Serliga er tað stuttligt hjá
limunum, tá ið BókaNiels
(Niels Nielsen) lesur upp úr
gerðabók Kaggans, Leivur
á Skála hevur eitt innslag
um 4 minuttir, har hann
speirekur meiningsleyst tos
hjá politikarum. Hermann
hevur nakrar hugleiðingar
um kaggalimir og hendingar
í Kagganum, serliga eru
postkortini hjá Bambusi til
Kaggans ógvuliga stuttlig.
Sonne Smith trýnur eisini
fram á pall við fløkjum í
upplestri, sum onkuntíð
vóru at hoyra í Útvarpinum.
Robert McBirnie hermir
eisini væl útborin eftir suð
uroyingum, m.ø. Hjørleivi
Enni og Johan Djurhuus í
innslagnum »Vágssøga«.
Útgávan
Tað er forlagið Glint, sum
hevur givið út tvífløguna,
og er hetta triðja fløgan hjá
forlagnum. Finn Jørgensen
hevur tikið upp. Finnur
Han sen hevur reinsað fløg
urnar. Sára Finsdóttir hevur
sniðgivið. Umframt hesa
útgávu hevur hon eisini
gjørt húsar til fløgurnar
Tónleikarfelagið
50
ár,
Barnasangir við Hermanni
og Svenn og Svenn Brim
heim Perlur. Í húsanum
hevur Sára valt at taka
nógvar myndir við, heilar
24 síður við teksti og mynd
um frá kaggaveitslum. Eilif
Brimheim og Tórður Jo
hannesarson hava lagt til
rættis.
Kaggin 40 ár
Tvífløgan Kaggin
– sangur og skemt
Robert spælir til dans í Kagganum
Robert og Herman, sáli undirhalda til veitslu í Kagganum
Kaggaminni