fríggjadagur 6. november 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
26
VIKUSKIFTI
Smæðin unglingi
Hey Rigmor
Eg eri ein 23 ára gamal maður. Havi fast arbeiði, síggi
nøkunlunda vanligur út, men eg kenni meg altíð so kiks
aðan, tá eg eri úti millum fólk. Ivist í, um eg eri í røttum
klæðum, havi trupult við at tosa, tá nógv fólk eru til
stað ar, og so mangli eg dirvi til at tosa við konufólk, sum
eg kenni. Hvat kann eg gera?
Heilsan Unglingi
Hey unglingi
Sum eg lesi títt innlegg, so fungerar tú sum so fínt í
ger andis degnum. Tú arbeiðir og ert nøgdur við út
sjónd ina. Men tú kennir teg kiksaðan úti millum fólk
og í sambandinum við konufólk. Tín avbjóðing er tí at
koma tí blokerandi smædninum til lívs. Smædni er ikki í
sjálvum sær negativt, men kann harafturímóti bæði vera
sjarmerandi og fáa teg at virka áhugaverdan, mystiskan
ella spennandi.
Tín avbjóðing er at fáa meira dirvi í samskiftinum
við onnur. Her kanst tú gera fleiri ymisk ting. Til dømis
kanst tú hvønn dag seta tær fyri at gera okkurt, sum tú
helt, at tú ikki tordi. Tosa eitt lítið sindur harðari enn
vanligt, fá egnasamband við eina gentu, sig tína hugsan
við ein fremmandan og so framvegis. Hvør dagur skal
vera ein lítil sigur.
Tú kanst eisini fara meira ítøkiliga til verka. Melda
teg til dømis til kampsport, drama, kórsang, føroyskan
dans ella á eina datingsíðu. Alt hetta er við til at styrkja
um tína sjálvsmynd, tí her vinnur tú sigrar og fært am
boð, sum tú kanst taka við tær víðari í lívinum.
Eydnast tað ikki at koma smædninum til lívs, er vant
andi sjálvsálit og lítil sjálvsvirðing kanska orsøkin. Tá er
helst best, at tú setir teg í samband við ein sálarfrøðing
ella ein góðkendan psykoterapeut.
Ósamdur við vinmann
Góða Rigmor
Eg og ein (vanliga) góður vinmaður fóru at skeldast
herfyri. Vit vóru púra ósamdir um nakað persónligt
okkara millum, og síðani hava vit mest sum ikki prátað
við hvønn annan. Eg haldi, at hann var sera órímiligur
við meg, og tí havi eg ikki so góðan hug at biðja hann
um umbering fyri nakað. Og hann heldur kanska tað
sama. Hinvegin vil eg ikki missa okkara vinarlag. Hvat
skal eg gera?
Alt tað besta
Vinurin
Góði vinur
Nú sigur tú onki um, hvat tit gjørdust so ósamdir um.
So eg kann ikki taka dagar ímillum, hvør tykkara átti at
biðið um umbering. Men vilt tú, sum tú sigur, varðveita
vinarlagið, so noyðist tú at bíta í súra skóleistin, bjóða
vinmanninum ein kaffimunn og spyrja hann, um tit
ikki skulu gloyma hasa ósemjuna. Krevur hann eina
umbering, mást tú gera upp við teg sjálvan, um stoltleiki
og fáfongd skal vinna á vinarlagnum. Ongin sigur, at
tit skulu vera samdir um alt, og heldur ongin sigur,
at annar skal biðja um umbering. Tað er í lagi at vera
ósamd her í lívinum, men nógv fólk ræðast ósemjur og
mótspæl.
v. rigmor
Tími ikki so
nógvar jólagávur
Góða Rigmor
Mær hevur altíð dámt væl jólini – at stákast og at
keypa jólagávur. Men síðani eg sjálv fekk familju, er
hetta vorðið alt meira stressandi. Børnini hjá familju
og vinum gerast fleiri í tali, og tá tey lata gávur, føli eg,
at eg eisini noyðist, hóast eg helst vildi sloppið undan
øllum hesum gávunum. Ráðini eru heldur ikki til tað,
so tað verður bara okkurt lítið, sum eg veit endar
onkrastaðni aftast í skápinum. Hvussu sleppi eg burtur
úr hesi óndu gávuringrásini uttan at fornerma nakran?
Eg vil heldur prioritera familjuhugnan á jólum. Ein
síðutrupulleiki er, at man, við at siga stopp, so at siga
"tekur" gávur frá egnum børnum, sum so sjálvandi fáa
færri gávur.
Heilsan Nissan
Góða Nissa
Tú ert komin í eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, nú tú hevur
fingið mann og børn. Tað er nú upp til tykkara at skapa
nakrar traditiónir, so tykkara jól verða júst so hugnalig,
sum tit vilja hava tey. Bæði í mun til, hvar tit skulu
halda jól, hvat tit skulu eta, hvørjum jólatiltøkum tit
lut taka í og hvønn tit gávast við. Hetta kann vera ein
trupul tilgongd, tí tykkara avgerðir kunnu fáa avleið
ingar fyri tey, sum tit eru góð við. Men tað loysir seg
ikki at draga hesar avgerðir út, tí tær hava týdning fyri
jólahugnan í tykkara lítlu familju.
Tú sigur, at tú »helst vildi sloppið undan øllum hesum
gávunum«. Hoyr teg sjálva – og lurta! Tú ert heilt
sikkurt ikki tann einasta, sum er um at fáa propp av
øllum hesum gáv a rínum!
Her er bara eitt at gera: Ger tær eitt yvirlit, har tú
raðfestir gávurnar. Hjartagávurnar ovast og so niður
eftir. Síðani er bara at skarva av úr neðra og uppeftir.
Vóru upprunaliga 35, skalt tú niður á til dømis 15 góðar
gávur, sum verða givnar við hjartanum og ikki av pligt.
Í góðari tíð áðrenn jól ringir tú til tey, sum mugu lata
gávulív. Varliga sigur tú akkurát sum er, at tú orkar ikki
hetta stressið og gávuresið, so tey fáa ikki gávur frá
tykkum longur. At tú hevur ikki tíð, ráð ella hug til tað.
Eg kann lova tær, at hjá nógvum er tað ein lætti. Verða
tey fornermað, so tey um tað. Tey koma yvir tað.
Við at minka um nøgdina av gávum, fært tú eisini
yvirskot til hjartagávurnar. Kanska tú setir tær fyri at
uppraðfesta føðingardagsgávur til tey, sum tú slettar av
yvirlitinum, tí tað snýr seg ikki um, at tú ert gírig, men,
at tú loyvir tær at raðfesta á jólum.
Tíðirnar eru broyttar so nógv. Í dag fáa vit so nógv
skrambul fyri lítlan penga. Men tey fægstu tíma at fylla
heimið við skrambli. Tað ger onki um børnini fáa færri
gávur, um tær eru góðar, sum tey fáa. Tann veruliga
mangulvøran er tíð at vera saman. Sum tú sjálv sigur:
Eg vil heldur raðfesta familjuhugnan á jólum.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Fyrispurningur frá lesara: »Eg hoyrdi nú ein dagin, at ein
prædikumaður gramdi seg um, at okkurt orð var »farið
inn í ryggmarvina« hjá teimum ungu. Hvat er hetta? Vita
føroyingar ikki longur, hvat ein møna er?«
Orðið marva er ikki til sum navnorð í føroyskum – men
sum sagnorð. Vit kunnu marva okkurt av, eitt reip t.d. Við
hesum brúkinum av málspilluni »ryggmarva« fáa vit eitt
dømi afturat um, at summir føroyingar hugsa á donskum og
royna so at pjøssa okkurt »føroyskt« útyvir.
Úr biologiundirvísingini vita vit, at mønin/mønan er ein
partur av centralnervasysteminum. Tá ið onkur dugir alt
uttanat, so siga danskarar, at »han har det på rygmarven«.
Tað er eitt problem at royna at umseta idiomatiskar vendingar
úr einum máli í annað. Tað ber ikki til at siga á føroyskum,
at »hann dugir øll kvæðini í mønini...«
Nevndi maður kundi í staðin sagt, at tað ella tað orðið er
blivið partur av gerandismálinum, er blivið felagsogn, refleks
ella okkurt tílíkt.
Føroyskt mál má stýra millum Scylla og Charybdis. Í øðrum
borðinum hava vit ta donsku ávirkanina, og í hinum hóttir
málreinsingin.
(MT)
»ryggmarvan«
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð