mánadagur 9. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
Landsstýrisfólk eiga
at kunna landsstýrið
um, hvørjar ætlanir
eru við ymiskum
stovnum. Tað sigur
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, nú Aksel
V. Johannesen – uttan
at siga landsstýrinum
frá frammanundan
– hevur kunngjørt,
at Heilsutrygd skal
leggjast í Klaksvík.
Aksel Johannesen
lovar at greiða lands
stýrinum frá sínum
ætlanum
Stovnar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Seinastu árini hava vit ferð
eftir ferð sæð, at landsstýris
fólk hava lagt stovnar í sína
egnu bygd.
Tí kom tað ikki beinleiðis
óvart á, at Aksel V. Johanne
sen – sum sama dag, sum
hann gjørdist heilsumála
ráðharri
kunngjørdi,
at
Klaksvíkar sjúkrahús ikki
verður niðurlagt, so leingi
hann er í sessinum – fyri tíð
síðan boðaði frá, at nýggja
Heilsutrygd skal leggjast í
Klaksvík.
Men Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, heldur lítið um,
at landsstýrismaðurin gjørdi
soleiðis, uttan at greiða
landsstýrinum frá sínum
ætlanum.
– Landsstýrisfólk eiga at
kunna um, tær ætlanir, sum
eru, og altíð vera trygg at
baklandið er í ordan, tá
tosað verður um flyting av
stovnum. Tað tók eg eisini
upp á seinasta samgongu
fundi, staðfestir løgmaður.
Hann greiðir víðari frá, at
vit ikki í framtíðini skulu
síggja, at landsstýrismenn
av sínum eintingum flyta
stovnar. Tí tað má altíð vera
kjølfest á einum landsstýris
fundi, so politikkur ikki
kemur burturúr tí, sum vit
hava sæð seinastu dagarnar
og vikurnar í fjølmiðlunum.
Aksel
V.
Johannesen,
landsstýrismaður,
tekur
hendan kritikkin til sín.
– Tað er møguligt, at tað
skuldi verið viðgjørt á lands
stýrisfundi fyrst, viðgongur
Aksel V. Johannesen, og lov
ar at taka tað upp á einum
komandi landsstýrisfundi,
har hann fer at greiða frá,
hví Heilsutrygd skal liggja
í Klaksvík.
Best í Klaksvík
Men Aksel V. Johannesen
fer at halda fast við, at stovn
urin liggur best í Klaksvík,
og hann vísir á nakrar fak
ligar grundgevingar.
Júst sum løgmaður sókn
ast eftir.
– Hyggja vit stutt fram í
tíðina, so mugu vit hava
eina so smidliga yvirgongd
sum gjørligt, og tað megna
vit til dømis ikki í Sand
oynni, har bara eitt fólk í
løtuni er tengt at sjúkrakass
anum, sigur klaksvíkingurin
í Heilsumálaráðnum.
Hann leggur afturat, at í
Klaksvík eru fleiri tengd at
sjúkrakassanum í løtuni, og
í Eysturoynni eru enn fleiri,
og tí er skynsamt at leggja
stovnin í Klaksvík, so fólk
ini, sum longu eru tengd at
sjúkrakassanum
kunnu
hava møguleika og vilja at
søkja starv hjá Heilsutrygd.
Spurdur um Heilsutrygdin
ikki eins væl kundi ligið í
Eysturoynni, tá fleiri fólk
eru tengd at sjúkrakassanum
har, tekur landsstýrismaður
in eitt annað atlit.
– Størsta arbeiðsloysi í
landinum er í Klaksvík, og
tað er ikki bara tí, at Kósin
ikki er opin. Tí er tað upp á
longri sikt skilagott at leggja
størvini í Klaksvík, stað
festir landsstýrismaðurin.
Kom við
grundgevingum
Tá løgmaður verður spurd
ur, um Aksel V. Johannesen
sleppur at seta Heilsutrygd
á stovn í Klaksvík, staðfestir
hann, at heilsumálaráðharrin
bara skal koma við nóg
góðum grundgevingum.
– Eru grundgevingarnar
væl fakliga forsvarligar, so
dugi eg ikki at síggja, hví
hann ikki skal gera tað, men
tað mangla vit at fáa at vita á
einum landsstýrisfundi. Tó
gangi eg útfrá, at tað verður
tikið upp á fyrst komandi
landsstýrisfundi,
hvørjir
fyrimunir og vansar eru við
at leggja stovnin har.
Víðari sigur løgmaður, at
tað kann vera, at tað er skila
gott at leggja Heilsutrygd í
Klaksvík
ella
onkra
aðrastaðni.
Hava tikið stovnar
Tó staðfestir løgmaður, at
tað ikki hevur verið tilvild
arligt, hvussu stovnar hava
verið lagdir kring landið
seinastu árini, og onkurs
vegna hevur tað havt nakað
at siga, hvaðani landsstýris
menninir hava verið.
– Eg haldi ikki, at tað sær
tilvildarligt út. Eg haldi
mann byrjaði við Fiskiveiði
eftirlitinum har vestri, at
tað er, sigur Løgmaður, áðr
enn hann brýtur seg sjálvan
av, og fer at tosa um, hvussu
mann skal skipa stovnarnar
kring landið.
Aksel V. Johannesen er
samdur við løgmanni, at
stovnar ikki bara skulu
leggjast í eitt øki, bara fyri
at leggja teir har, men hann
staðfestir eisini, at tað ikki
skal vera ein vansi hjá ein
um øki at hava ein lands
stýrismann.
Sleppur ikki av
eintingum
Men hvussu víkir og vendir,
so staðfestir løgmaður, at
landsstýrismenn ikki longur
sleppa at leggja stovnar í síni
øki av sínum eintingum.
– Fer eitt landsstýrisfólk í
sjálvdrátti og flytur, uttan at
siga nakað, so endar tað
við, at tað bara verður ein,
sum verður fluttur, og tað
er landsstýrisfólkið sjálvt,
staðfestir løgmaður.
Og hesar treytir góðtekur
Aksel V. Johannesen, tí
skuldi tað verðið, at hann
verður noyddur at leggja
Heilsutrygd aðrastaðni enn
í Klaksvík, so ger hann tað.
Men fer at halda fast við, at
Klaksvík var besta loysnin.
Hetta seinasta sigur Aksel
V. Johannesen ikki bara
vera at fiska atkvøður.
– Skuldi eg vunnið nakrar
atkvøður – um tað skuldi
verið val skjótt – í Klaksvík,
so er møguleiki fyri, at eg
missi tær aðrastaðni. Tað er
hóast alt eitt valdømi, metir
Aksel V. Johannesen.
Løgmaður krevur kunning um stovnar
Nú handar løgmaður ikki
Akseli V. Johannesen blómur.
Kaj Leo krevur nevniliga eina
frágreiðing, hví tað er skynsamt
at leggja nýggju Heilsutrygd í
Klaksvík
Mynd: Beinta Haraldsen
Chavez væntar álop
Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, segði í gjár, at hann hevði
givið herinum boð um at fyrireika seg til bardaga við
grannalandið Kolombia. Chavez segði, at USA vil hava
stjórnina í Kolombia at leypa á Venesuela, og tá so er, hevur
hann ikki annað í at velja enn at biðja herin gera seg til reiðar
til kríggj. Kolombia og USA samdust herfyri um, at
amerikanskir hermenn skulu hava atgongd til herstøðir í
Kolombia, og tað hevur Hugo Chavez tulkað sum tað fyrsta
stigið til eitt álop á Venesuela. Bæði Kolombia og USA
avsanna, at tey ætla at leypa á.
Vilja hava krossarnar
Italiumenn taka als ikki undir við úrskurðinum hjá Evropeiska Ma
nnarættindadómstólinum, sum sigur, at tað er brot á altjóða
reglurnar um mannarættindi, at kristnir krossar hanga inni í
skúlastovunum í Italia. Ein meiningakanning vísir, at 84 prosent av
italska fólkinum er ímóti úrskurðinum. Bara 14 prosent vilja hava
krossarnar úr skúlastovunum. Katólska kirkjan hevur funnist at
dómstólinum, og tað sama hava teir politisku flokkarnir í Italia
gjørt. Forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevur sagt, at
myndugleikarnir fara ikki at fylgja úrskurðinum.