mánadagur 9. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
SEV er í løtuni í
holt við at leggja
fíggjarætlan fyri
komandi ár, og í
hesum sambandi
hava samráðingar
leingi verið millum
leiðsluna í SEV og
elveitingareftirlitið
um møguleikan at
hækka streymprísin,
so elfelagið betri gerst
ført fyri at røkka
málinum um, at 75%
av streymnýtsluni
á landi í 2020 skal
koma frá varandi
orkukeldum
SEV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá elfelagið SEV fer at
hava aðalfund hin 20. nov
ember, skal fíggjarætlanin
fyri 2010 fyriliggja.
Í fjør søkti SEV um loyvi
at hækka elprísin við 4
oyrum fyri hvønn kilowat
tíma, men elveitingareftir
litið sýtti felagnum hesa
hækking.
Nú nýggj fíggjarætlan
fyri 2010 skal leggjast, hev
ur felagið ikki formelt søkt
um loyvi at hækka streym
prísin, men Páll á Reyna
túgvu, formaður í SEV
stýrinum, sigur, at leiðslan í
elfelagnum hevur verið á
fleiri samráðingarfundum
við elveitingareftirlitið.
Millum tey mál, sum vit
hava
viðgjørt,
er
ein
hækking í streymprísinum.,
ásannar hann.
Elveitingareftirlitið
er
lutfalsliga nýtt. Eftirlitið
varð skipað eftir nýggju
elveitingarlógini, og for
maður í eftirlitinum er
stjórin í Fjarskiftiseftirliti
num, Jógvan Thomsen.
Páll dylur ikki fyri, at
SEV aftur í ár hevur eitt
ynski um, at elprísurin
hækkar, og felagið vónar, at
tað fundarvirksemi, sum
hevur verið millum leiðsl
una í felagnum og elveit
ingareftirlitið, hevur skapt
forstáilsi fyri ynsktu hækk
ingini í streymprísunum.
Kostar pening
SEVstýrisformaðurin
sigur, at skulu Føroyar liva
upp til málið, vit hava sett
okkum, at 75% av elnýtsluni
á landi skal koma frá var
andi orkukeldum í ár 2020,
krevur hetta stórar íløgur
og stórar útbyggingar, bæði
innan vatn, vind, alduorku
og vónandi eisini sjóvar
fallsorku.
Páll á Reynatúgvu vísir á,
at tað er nógv bíligari at
útbyggja
við
termiskari
orku, sum eru motorar og
olja enn at byggja út við
varandi orkukeldum.
Hinvegin vita vit øll, at
oljan fer at gerast dýrari, og
vit vita eisini, at termisk
orka dálkar okkara um
hvørvi og okkara heim.
Hann vísir á, at líkamikið,
um vit í størri mun enn í
dag leggja okkum eftir var
andi orkukeldum – ella vit
leggja okkum eftir at út
byggja við termiskari orku,
fer elprísurin at hækka.
Tað er kostnaðarmikið
at byggja út við varandi
orkukeldum, og vit vita
eisini, at oljuprísirnir fara
at hækka aftur, tó at vit ikki
vita nær. Allur heimurin
veit, at elprísirnir fara ikki
at lækka, men hækka,
leggur hann aftrat.
Miljardaíløga
Páll á Reynatúgvu væntar,
at íløgurnar, sum elfelagið
noyðist at gera fram til ár
2020, um vit skulu røkka
málinum um tey 75%, sum
eru sett út í kortið, verða
umleið 1,2 miljardir krónur.
Vit hava tí ynski um, at
elprísurin kann hækka við
4 oyrum um árið, so
møguleikar verða at røkka
hesum máli, sigur SEV
stýrisformaðurin.
- Líkamikið, um vit í størri mun enn í dag leggja okkum eftir
varandi orkukeldum – ella vit leggja okkum eftir at útbyggja
termisku orkuna, fer streymprísurin at hækka.. Allur
heimurin veit, at elprísirnir fara ikki at lækka, men hækka,
sigur Páll á Reynatúgvu, formaður í SEV-stýrinum
SEV vil hækka
elprísin við
4 oyrum um árið
Nú er greitt, at Jógvan
Hansen, sum júst nú
er fløguaktuellur,
skal framføra eitt lag
hjá Bubbi Mortens
til íslendska Melodi
Grand Prixið. Hetta
verður sostatt aðru
ferð, at Jógvan
Hansen er við í
íslendska Melodi
Grand Prix’num
TÓNLEIKUR
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Jógvan Hansen sigur hetta
verða eitt hæddarpunkt
unum í tónleikalívi hansara.
Hann hevur altíð lurtað
nógv eftir Bubbi Mortens,
og sær tí hetta sum ein
stóran heiður.
Eg hevið verið býttasti
maður í Íslandi og Føroyum,
um eg ikki takkaði ja til
hendan møguleikan, sigur
Jógvan Hansen við Vísir.
Eisini Bubbi Mortens er
glaður fyri, at tað verður
Jógvan Hansen, ið skal
framføra lag hansara. Hann
sigur við Fréttablaðið, at
Jógvan er ein góður tón
leikari, syngur væl í øllum
sjangrum, og er ógvuliga
nærverandi á pallinum.
Enn er ikki greitt, hvørt
lagið skal framførast á
enskum ella á íslendskum,
men Bubbi Mortens hevur
altíð verið framsøgumaður
fyri, at íslendskir tónleikarar
framføra
á
móðurmáli
sínum til Íslendska Melodi
Grand Prixi, og tískil er
væntandi, at Jógvan eisini
fylgir
ynskunum
hjá
Bubbi.
Jógvan Hansen er júst nú
fløguaktuellur, og fløga
hansara »Vinaløg«, sum
hann hevur gjørt saman við
íslendska Friðriki Ómar, er
ógvuliga væl móttikin í
Føroyum og Íslandi, og
fløgan liggur nú nummar
eitt á íslendska sølulistanum.
Jógvan
Hansen
verður
eisini at hoyra í Føroyum
seinni í ár, tá hann fer at
framføra til ársins Planet
Awards.
Jógvan roynir seg aftur í Grand Prix
Enn langt á mál
Barack Obama, forseti, vann ein týðandi sigur, tá Umboðs
mannatingið um vikuskiftið samtykti uppskot hansara um at
nýskipan á heilsuøkinum. Tað eru eygleiðarar á einum máli
um, men teir eru eisini samdir um, at enn er langt á mál.
Danski USAserfrøðingurin Niels Bjerre Poulsen sigur við
DR, at Senatið fer at venda uppskotinum fleiri ferðir, áðrenn
tað fær tær neyðugu 60 atkvøðurnar har. Sjálvur heldur
hann, at uppskotið hevur betri møguleikar í Senatinum, eftir
at Umboðsmannatingið hevur broytt tað, soleiðis at tað
almenna skal ikki rinda útreiðslur til fosturtøku.
ST hartar Svøríki
ST og fleiri aðrir felagsskapir fýlast á, at svensku
myndugleikarnir gera ov lítið fyri at verja teir ymsu
minnilutarnar í landinum, og tí hava umboð fyri svensku
stjórnina fingið boð um at koma til eina hoyring í Geneve
næsta vár. Tey atfinningarsomu vísa millum annað á, at í
2007 skrásettu svensku myndugleikarnir 155 álop á fólk
úr etniskum minnilutum, men at bara fimm av málunum
endaðu í rættinum. Tey halda eisini, at teir svensku
politikararnir eiga at banna rasistiskum felagsskapum.