mánadagur 9. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
- Einasti heilivágurin
ímóti náiðlesysu
jagstranini hjá bank-
unum eftir vinningi,
er at seta teir undir
trýst, segði Jóannes
Eidesgaard, formaður
Javnaðarfloksins
Landsstevna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tey næstu árini kann tað
blíva eitt projekt hjá Javnað-
arflokkinum at tryggja van-
ligum fólki bíligari sethúsa-
lán
enn
teir
fáa
frá
bankunum.
Tað
staðfesti
Jóannes
Eidesgaard, formaður Javn-
aðarfloksins
í
formans-
frágreiðin síni á landsstevnu
floksins á landsstevnuni.
Hann staðfesti, at fyri at
fáa glið á gjaldførisstreymin
aftur í kreppuni og fyri at at
fáa meira virksemi millum
brúkararnar, hava tjóðbank-
arnir støðugt sett stuttu
rentuni niður. Úrslitið er, at
í dag er danska tjóðbanka-
rentan 1,25%.
- Tíverri er hetta ikki í
sama mun komið okkara
egnu sethúsaeigarum ella
vinnulívið til góðar. Rentu-
marginalurin í bankunum
er hin vegin seinastu tvey
árini øktur nærum 1%, og
útlánsrentan til vinnuna er
eisini hækkað.
- Vanligu sethúsaeigarar
og ikki minst føroyskt
vinnulív eru hart kroyst av
høgu útlánsrentuni. Men
tað sigur seg sjálvt, at skal
ein banki vinna eina hálva
millión um dagin í egnan
lumma, bara upp á ein part
av heimamarknaðinum og
ikki aðrastaðni frá, so má
tað merkjast onkustaðni.
- Onkustaðni skulu peng-
arnir koma frá og teir koma
frá hart trongdum sethúseig-
arunum og frá einum hart
trongdum vinnulívi, sum
tíverri ikki hava møguleika
at leita stórt bíligari lán upp
her um leiðir, segði for-
maður Javnaðarfloksins.
Bara ein heilivágur
- Tí er einasti heilivágurin
ímóti
hesum
náðileysa
yvirskotsjagstranini, at teir
verða settir undir trýst av
kapping.
- Sum er liva teir í einum
smørholi, har eingin kapp-
ing er. Har er eins lítil
kapping sum millum tey
feløg, sum selja olju.
Jóannes
Eidesgaard
segði, at tí hevði tað verið
eitt hugskot, at tað almenna
við Húsalánsgrunninum og
Realinum og við teimum
600 milliónum krónunum,
sum fingist hevði fyri
seinasta triðingin av Føroya
Banka, settu á stovn eitt
alment
realkredittfelag,
sum veruliga kundi givið
føroyskum sethúseigarum
eina eins góða fígging, sum
sethúseigarar fáa í lond-
unum rundan um okkum.
Tað hevði veruliga munað
hjá tí einstaka húskinum.
- Peningastovnarnir kundu
tá heldur brúkt meira orku
til at fíggja vinnulív, legði
hann afturat.
Landskassin skal tryggja
húsaeigarum bílig lán
- Føroysku bankarnir liva í
einum smørholi, tí teir hava
onga kapping og tað merkja
føroyskir sethúsaeigarar og
føroyskt vinnulív sviðan av,
heldur Jóannes Eidesgaard,
formaður javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin vil
framtíðartryggja vælferðina
- Størsta politiska avbjóðingin hjá Javnaðarflokkinum er at framtíðartryggja
vælferðina.
Tað staðfestir fokkurin í yvirlýsing, sum varð gjørd á landsstevnuni hetta
vikuskifti.
Og flokkurin leggur afturat, at fyri at røkka hesum máli, er eisini neyðugt at
framtíðartryggja búskapin, tí vælferð og búskapur hanga neyvt saman.
Flokkurin sigur, at tilvildarligar skerjingar á fíggjarlógini fremja ongan
framburð. Heldur skulu vit taka burtur útreiðslur, sum als ikki hoyra heima á
einari fíggjarlóg, eitt nú stuðulsskipanir og bygnaðarligar skeivleikar.
Og ikki minst ræður tað um at útvega landinum størri inntøkur á
samhaldsføstum grundarlag. Skattastigin skal gerast rættvísari, og harumframt
eigur skattagrundarlagið at breiðkast við t.d. tilfeingisgjaldi, skatting av
samfelagsskaptum vinningi og umhvørvisgjøldum.
Annars fegnast Javnaðarflokkurin, at tað eru gjørd stór framstig á útbúgvinga-
røkinum, at samhaldsføst heilsutrygging verður sett á stovn, at arbeiðsloysis-
tryggingin er styrkt munandi, eins og at batar eru gjørdir í barsilsskipanini.
Javnaðarflokkurin vil leggja
kommunur saman við lóg
Stendur tað til Javnaðarflokkin, verða kommunurnar sum skjótast lagdar saman
við lóg.
Tað staðfestir flokkurin í yvirlýsing, sum varð fráboðað eftir landsstevnuna
nú um vikuskifti.
Landsstevnan ger greitt, at hon tekur undir við, at ein kommunureformur
verður settur í verk. Men treytirnar eru, at varsemi verður víst, tá tað ræður um
at leggja tær mest grundleggjandi vælferðartænasturnar út til kommunur, ið enn
ikki hava sæð dagsins ljós.
Hinvegin eigur støða beinanveg at verða tikin til framtíðar kommunala
Føroyakortið við lóg, er niðurstøðan á landsstevnuni hjá flokkinum.
Kortini tekur flokkurin ikki undir við, at næsta kommunuval skal vera um eitt
ár, soleiðis sum kommunubólkurin hjá innlendismálaráðnum er komin til.
Javnaðarflokkurin heldur sostatt, at næsta kommunuval eigur ikki at vera fyrr
enn til ásettu tíð, tvs á næsta regluliga kommunuvalið seinast í 2012.
- Hetta vil geva nýggju kommunum tíð til at skipa síni samstørv, sigur
Javnaðarflokkurin og leggur afturat, at allur skattur eigur at vera samhaldsfastur
og stigveksandi (progressivur).
Danskt avlop
Danmark hevði 8,4 milliardir krónur í avlopi á gjaldsjavnanum
í september. Tað vísa tøl hjá donsku hagstovuni. Avlopið er at
kalla tað sama sum í september í fjør, tá tað var 8,8 milliardir.
Av avlopinum í september stavaðu góðar seks milliardir krónur
fyri vørum og tænastum. Danska hagstovan sigur, at teir sein-
astu tólv mánaðirnar hevur Danmark havt 55,3 milliardir krón-
ur í avlopi á gjaldsjavnanum. Tað er væl meiri enn teir tólv
mánaðirnar frammanundan. Tá var avlopið góðar 41 milliardir
krónur, sigur hagstovan í Keypmannahavn.
Grønlandsbankin til Danmarkar
Leiðslan í Grønlandsbankanum hevur sett sær fyri at gera eina roynd at
fáa danir at seta pengar inn á konto í bankanum. Afturfyri skulu teir fáa
góða rentu. Blaðið Sermitsiaq skrivar, at bankin ætlar sær fyrst og fremst
at fáa privatfólk at seta pengar í bankan, men at fyritøkur fáa eisini tilboð.
Tey, sum seta millum 100.000 og fimm milliónir krónur á bók, fáa upp í
3,75 prosent í rentu, men tilboðið er bara galdandi til hálvan desember.
Sermitsiaq skrivar, at Grønlandsbanken hevur 60.000 viðskiftafólk, og at
av teimum hava umleið 1.000 bústað í Danmark.