mánadagur 9. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 9. november 2009
13
Um Javnaðarflokkurin
meinar nakað við sínum
nýggja tosi um kapping
til peningastovnarnar,
kann hann beinanvegin
broyta tað lógarupp
skotið hann sjálvur hevur lagt á ting, sum tekur
møguleikarnar frá Húsalánsgrunninum at veita
kappingarføra sethúsafígging
Í løtuni verða vit fóðrað gjøgnum pressuna við tómum
politiskum vallyftum frá Javnaðarflokkinum. Í 6 ár
hevur hann sitið við valdið, og Javnaðarflokkurin hevur
miðvíst felt øll uppskot um at seta peningastovnunum
krøv. Seinast var í mai mánaði, har hann afturvísti
øllum uppskotum frá Tjóðveldi um at seta
peningastovnum krøv um rentulækking í sambandi við
bankapakka 2. Og í fleiri svarum til fyrispurningar frá
undirritaða, hevur Jóannes Eidesgaard afturvíst at gera
nakað við og seta politisk krøv til peningastovnarnar.
Áður enn tað, gav Javnaðarflokkurin stórar skatta
lættar til tey, ið ikki høvdu tørv á tí, lat arbeiðsmarkn
aðin aftur fyri arbeiðsmegi – og skapti harvið ta fíggjar
ligu støðu, ið vit í dag skulu stríðast við og tann
bløðrubúskap, ið er atvoldin til fíggingarpolitikk
bankanna. Harumframt framdi Javnaðarflokkurin
serlóggávu, ið gav serligan rentufrádrátt til at lána
pengar til partabrævakeyp. Og fyri minni enn einum ári
síðani feldi hann uppskot frá Tjóðveldi, um at broyta
tað aftur.
Nú er sjálvandi at gleðast um, at Javnaðarflokkurin
tekur frástøðu frá øllum tí, hann hevur framt. Lands
fundur Javnaðarfloksins krevur nú alternativa set
húsafígging, ið kann geva peningastovnunum kapping.
Men í seinasta mánaða legði Fíggjarmálaráðharrin
uppskot fyri tingið, sum tekur møguleikan frá Húsa
lánsgrunninum at kappast við peningastovnarnar um
sethúsafígging.
Javnaðarflokkurin kann tí beinanvegin vísa sína
nýggju støðu í verki, og samana við andstøðuni taka
stig til at broyta hetta lógaruppskotið soleiðis, at
Húsalánsgrunnurin frameftir kann veita fullfíggjaða
fígging til sethús og fastogn.
Ger hann ikki tað, kunnu vit endaliga sláa fast, at
eisini her er talan bert er um tóm lyftir og royndir at
látast í fjølmiðlunum – meðan ongin kannar
samanhangin millum orð og gerðir.
Javnaðarflokkurin
ger beint øvut av
sínum yvirlýsingum
Høgni Hoydal
Verður landsfundarsamtykt Javnaðarfloksins ein
bumba undir tvørpolitiska samstarvið um nýggja
pensjónskipan?
Í fundarsamtykt frá landsfundi Javnaðarfloksins verður
sagt um Eftirlønarnýskipan.
Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fremja eina
eftirlønarskipan, sum fleiri undanfarnar samgongur hava
roynt (men ikki megnaðu, mín viðmerking).
Hví er alneyðugt at kunngera føroyingum, at tað verða
fingramerki Javnaðarfloksins, sum mynda eina nýggja
pensjónskipan, tá hendan verður viðgjørd tvørpolitiskt,
og roynt verður at finna fram til eina felags semju sum
allir flokkar javnbjóðis kunnu taka undir við?
Serliga óheppin er fráboðanin, nú fyrsti hoyringsfundur
við arbeiðsmarknaðin og avarðandi partar er avtalaður at
verða mánadagin.
Bumba undir samstarv
Sjálvstýrisflokkurin.
Limur í tvørpolitiska
eftirlønarbólkinum
Kári P.
Højgaard
Eg minnist so væl at øll
valevnini, ið bjóðaði seg
fram, til løgtingsvalið í
januar 2008, í Suðuroynni.
Tað bleiv lovað, at nú
skuldi tunnil gerast millum
Hvalba og Tvøroyri. Tað
bleiv avsett eitt sindur til
forkanningar í 2009. Eg
havi lagt til merkis, at
kjarnuboringar hava verðið
gjørdar, hetta kann sigast
at verða langt til fjals, í
Trongisvági. Heldur fræg
ari sá út, tá borað var í
Hvalba. Her var borað í
niðara botni, ið sigast má
verða skilaligt, sæð við
flestu hvalbiareygum.
Men nú fíggjarætlanin
fyri 2010 er til viðgerðar er
ikki eitt einasta oyra avsett.
Hetta kemur sera illa við
hjá okkum, ið koyra í gjørn
um elsta tunnil í danska
kongaríkinum. Eitt sindur
av viðlíkahaldsarbeiði av
hesum tunnlinum var gjørt
í vár. Tá eg skrivi eitt sind
ur, so er tað at smyrja tjúkt
upp. Har vóru bert pengar
til eitt lítla part av arbeiði
num. Tað blivu »skrótað«
umleið 300 metrar. Har
komu nógv tons av leysum
gróti niður undan loftinum.
Tað er ikki gott at vita,
hvussu nógv 100 tons sita
leys undir hinum 1000
metrunum at tunnli, ið ikki
vórðu skrótað?
Hetta er so veruleikin vit
liva í hvønn einasta dag.
Men ein hevur so ábyrgd
ina av hesum. Spurning
urin er bara, hvør er tað?
Eg meti at tað eru fleiri, ið
hava ábyrgdina av hesum.
Fyrst er tað nokk Lands
verk. Hareftir landstýris
fólkið, ið hevur ábyrgdina
av hesum stovni. Hareftir
koma so samgonga og
samgonguleiðari. Eg hugsi,
at samvitska er ikki nakað,
ið hesi fólk liggja inni við.
Landsverk hevur á heima
síðu sínari ikki eitt orð um
nýggjan tunnil til Hvalbiar.
Tað er sera harmuligt at
ein stovnur, hevur ábyrgd
ina av eini, í mínari verð,
deyðfella, ikki hevur eina
ætlan hvussu betrast kann
um hesi viðurskiftini.
Mín spurningur er: Eru
hvalbingar og suðringar
gloymdir ella minnast tit
bert til okkum tá val verður
aftur?
Eitt er vist – hendir einki
nú, so kunnu tit gloyma at
koma við gyltum lyftum til
næsta val.
Søgan um okkara tunnil
er nakað soleiðis. Hann
føddur í 1963 og var og er
væl enn 1450 metur langur.
Eittsporaður og við nøkr
um smáum vánaligum
steðgistøðum inni í tunlin
um. Elsti tunnil í Føroyum.
JA! Í kongaríkinum. Nógv
ferðslan er í tunnlinum
hvønn dag. Teir stóru bilar
nir eru allir serbygdir ella
bilar, ið víkja frá standard
málum á stórum bilum, ið
koyra á landsvegnum í
Føroyum. Tað kemur meira
enn so fyri, at farmur ikki
sleppur gjøgnum tunnilin.
Men eitt eru vit sloppin
undan higartil, tað er at
eingin vanlukka er hend í
tunlinum, men tann dag tá
ein stór vanlukka hendir í
tunlinum – tá verður
ábyrgdin rætta móti
viðkomandi ábyrgdara.
Tað er av alstórum týdn
ingi at nýggjur tunnil verð
ur gjørdur sum skjótast
millum Hvalba og Trongis
vág. Byrjast má sum
skjótast upp á hetta arbeiði.
Tað er einki minni enn ein
sjálvfylgja at okkara 46 ára
gamla farleið verður skift
út við eina nýggja trygga
og tíðarhóskandi farleið.
Um ein hyggur at einum
arbeiðsmanni, ið hevur
arbeitt í 46 ár, tá er hann
heilt nær við at fara av
arbeiðsmarknaðinum.
Minnist eg rætt, so er
Hvalbiar Kommuna –
einasta kommuna í landin
um, ið hevur goldið stóran
part í tunlunum, ið eru
millum Hvalba og Trongis
vág og Hvalba og Sandvík!
Eg skilji væl, at onnur
eisini vilja hava ajourført
teirra farleiðir, men lat tað
verða eftir einum ávísum
mynstri, ið tekur teir elstu
tunlarnir fyrst. Einki annað
er sjálvsagt.
Vónandi lesur onkur
hetta, ið hevur eitt orð at
siga. Hvør kann og torir at
siga, eitt orð.
Hvar bleiv nýggi tunnilin millum
Hvalba og Trongivág av?
niels olaf
eyvindsson
Um tað er ætlanin hjá Rósu
Samuelsen at stovna al
menna ergoterapi fyri har
við at taka grundarlagið
undan dýrtkeyptari privatari
servitan, so verður tað uttan
stuðul frá Fólkaflokkinum.
Vit hava í dag eina væl
virkandi privata ergotera
peut fyritøkur, sum í góðum
samstarvi við tað almenna
eisini tekur sær av teimum
uppgávum, sum umvegis
lækna og Almannastovuna
verða ávístar teimum.
Men meðan trendurin
um allan heim gongur móti
privatiseringum av almenn
um stovnum, tykist gongd
in í Føroyum at vera júst
hon øvugta. Her setur tað
almenna nýggj virkisøki í
gongd at kappast móti
verandi privatum
fyritøkum.
Hetta eru fyritøkur, sum
gjøgnum tung og stríggin
byrjunarár hava upparbeitt
sær eina servitan á økinum,
og so fer tað almenna inn í
kappingina móti teimum
privatu við øllum lands
kassanum í rygginum.
Summar av hesum fyri
tøkum hava bygt sítt virk
semi upp uppá at nøkta ein
tørv, sum tað almenna hev
ur, og tá landið so knapp
liga fer at seta sítt egna á
stovn í kapping við tað
privata merkir hetta, at ikki
bert tann servitan, sum
hesar fyritøkur hava upp
arbeitt gjøgnum árini í
ringasta føri fer fyri
skjeyti, men eisini øll tey
sertól, sum eru neyðug í
eitt nú ergoterapi viðgerð,
og sum fyritøkur hava gjørt
íløgur í, knappliga standa
óvirknar.
Privatir ergoterapeutar
viðgera í dag eini hundrað
børn um vikuna, og er
hetta ein týðandi partur av
teirra virkisgrundarlagi.
Tað kom tí sum ein hvøkk
ur, ikki bert hjá okkum
politikarum, men so sanni
liga eisini hjá privatu ergo
terapeutunum, tá Rósa
Samuelsen á Tingsins
røðarapalli mikudagin
boðaði frá, at hon hevði í
kvittanum, at seta á stovn
almenna egroterapi.
”If it ain’t broke – don’t
fix it” verður sagt. Og eg
fari at siga tað sama við
Rósu Samuelsen.
Fólkaflokkurin hevur til
alla tíð staðið sum horna
steinurin undir privata
fyritaksseminum, og tað
plagdi eisini at vera ein
grundhugsjón hjá Sam
bandinum. Og sjálvt um
sæð verður burtur frá
hesum, gevur tað als onga
meining at fara undir at
byggja ein nýggjan almenn
an stovn upp, tá vit longu
framman undan hava
servitanina innan økið í
privata sektorinum.
So míni ráð til Rósu
Samuelsen eru, at lata vera
við at pilka við nakað, sum
virkar. Tí tað verður eingin
almenn kapping sett á
stovn móti tí privata við
Fólkafloksins hjálp. Verður
tikið um endan í onkrum
av tí, sum ikki virkar
nøktandi innan títt málsøki,
so skulu vit nokk taka
lógvatak saman við tær.
Eingin almenn kapping móti privatum
jáKuP
MiKKelsen
Hetta er ein takkarkvøða
til Eir í Ólavstovu og
Kringvarp Føroya
Eir, margfaldar tøkkir fyri
tíðina sum tú var her á
Sambýlinum á Eystur
stræti. Tú hevur broytt mítt
andlit til útlit. Og eg eri
sera fegin um at tú seinasta
summar kom og vitjaði og
gjørdi eina so góða send
ing um meg og mín næsta.
Tað vóru tvørstøður og
minni tvørstøður, tað vil so
vera. Men takk fyri at tú
sum lýsti á meg og ikki
bara meg men á støðu
teirra, sum í somu støðu
eru. Eg havi fingið so góð
viðmæli sum einstaklingur,
og við sendingini “Sterkur
veikleiki,” hevur tú varpað
eitt so stórt ljós á støðu
teirra sinnisveiku. Hetta,
sum í føroyinginum liggur
sum bralandi sjóðan í
undirvitskuni. Enn eina
ferð, túsund takk fyri.
Mær tókti, at í tíðarvend
eg stóð
Og leit út yvir tindar, bjarg
og fjøll.
Ei nakrantíð, so tígnandi
eg vóð
Í minnum, sum av grundum
reistust øll.
Nú letur til, sum helmað
skjótt skal í,
Og sinnið søkkur syvjað,
ikki syrgt.
Mær vónin skal í brosum
sýnast blíð,
Um enn eg ikki havi um
tað yrkt.
Til Eir og Kringvarp Føroya
CHristian
fróði
djurHuus
viðmerkingar