Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 214 - 9. november 2009 Íbúðarmarknaðurin skuldu gerast meiri áhugaverdur, og tað kastaði eisini eitt uppskot av sær, ið umfat­ aði bæði lutaíbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi. Men uppskotið var so illa úr hondum greitt, at tað varð tikið aftur, og síðani hevur eingin hvørki hoyrt ella frætt um tað. Tá kjakið um íbúðar­ marknaðin veruliga tók seg upp um ársskiftið seinast var áhugin fyri málinum so stórur, at allir flokkar á tingi tóku undir við einum eftirfylgjandi uppskoti. Trupulleikin var bert tann, at uppskotið var so illa úr hondum greitt, at landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen, valdi at taka tað aftur fyri at lúka feilir og lýti úr. Hetta var fyrst í apríl mánað í ár, men síðani hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hetta annars so skilagóða uppskot. Nú veit eg væl, at Rósa Samuelsen hevur nógv um oyruni og at hálað og skrykt verður í hana frá øllum síðum og kantum. Men hetta uppskotið var í botn og grund so skilagott og frameftir rættað, at tað er bæði synd og skomm, skal tað enda í gloymsk­ unar havi og aldrin koma fyri ein dag aftur. Nú er farið um seinasta framløgudag í Løgingin­ um, og neyðugt er hjá landsstýrinum at savna undirskriftir fyri at fáa nøkur av teimum uppskot­ unum, sum liggja á láni, við í viðgerðina, áðrenn Tingið fer í summarfrí. Spurningurin er so, um uppskotið um tillagingar í íbúðarmarknaðinum er millum hesi ella ikki. Nógvir sera góðir tankar lógu í uppskotinum. Eitt nú skuldi Húsalánsgrunn­ urin umskipast soleiðis, at hann eisini kundi fíggja alternativar íbúðir, bæði tá talan var um lutaíbúðir og alternativar íbúðir til fólk við serligum tørvi. Kreppa herjar um allan heim, og sjálvt um hon ikki rakar so hart her á landi sum aðrastaðni runt kring okkum, so merkist hon. Serliga í vinnum sum byggivinnuni. So her er ein gyltur møguleiki at sláa tvær flugur við einum slagi, tí samstundis sum vit eggja til alternativa bygg­ ing, sum kemur fólki til­ góða, stuðla vit undir eina byggivinnu, sum gongur gjøgnum trongar tíðir. Tað, sum ger tað eyka harmiligt, at uppskotið nú eftir øllum at døma heilt er horvið, er, at tað skuldi so ómetaliga lítið til fyri at leggja tað fyri aftur Tingið. Nakrar fáar tillagingar í tekstinum, og uppskotið er væl og virðiliga borðbart. Men hóast sum longu nevnt eitt samt Løgting vildi fremja broytingarnar á íbúðarmarknaðinum, so hevur eingin frætt frá tí aftur, og eingin hevur held­ ur eftir øllum at døma spurt eftir tí. Mær vitandi er júst íbúð­ armarknaðurin ein týðandi partur av samgonguskjali­ num, men altso ikki so týðandi, at nakar tímir at spyrja eftir tí. So, Rósa Samuelsen. Kunnu vit fáa at vita, um íbúðaruppskotið er horvið, slept ella støðan bara er soleiðis, at tey mál, ið mest ljós verður varpað á, verður arbeitt við, meðan hini bara verða gloymd burtur. Uppskotið sum hvarv RodmunduR nielsen Í Degi og Viku týskvøldið tann 3.11.09 var kirkju­ ráðsvalið á breddanum. Í innslagnum kom fram eitt úttalilsi: »Samkomurnar eru tann forlongdi armurin hjá kirkjuni«. Eg gangi út frá, at við­ komandi í innslagnum sipaði til tað Luthersku kirkjuna, tá hann sigur: »kirkjuni«. Nú veit eg ikki hvørjar samkomur við­ komandi sipaði til, men vil eg við tað sama gera vart við, at eg heilt avgjørt ikki eri nakar forlongdur armur hjá Luthersku kirkjuni ella hennara læru. Tvørturímóti taki eg frástøðu frá henni. Sum faðir Abraham segði við ríka mann, vil eg eisini siga: »Tað er millum okkum stórt djúp fest«. Vanliga, tá tosað verður um ein »forlongdan arm«, er talan um ein, ið er send­ ur út av einum, sum ikki røkkur sjálvur. Men tann útsendi er representantur fyri tann, ið sendi hann. Tað vil siga, at tann út­ sendi tosar so líka sum útsendarin, at eingin skal ivast í, hvør útsendari hans­ ara er. Forlongdi armurin er rødd hansara, ið sendi hann. Annað, ið vert er at hava í huga, er at armurin, sum jú er limur á likaminum, má hava sama temperatur sum likamið. Harafturat skal eisini havast í huga, at armurin má hava somu blóðtypu, sum likamið. Áhugavert hevði tí verið at fingið at vita, hvørjar av samkomunum í føroyum í dag, vilja ganga undir hetta nevnilsi »forlingdi armur fólkakirkjunnar«? Um vit skulu finna ektaðu vekingarsøguna, ið jú er upprunin til tað fría fólkið, sum altíð hevur staðið uttanfyri ta skipaðu kirkjuna, mugu vit í rættar­ protokollirnar. Í teimum finna vit – uttan undantak – hvussu fólkið, sum hevði eld Guds brennandi í hjart­ anum, altíð hevur brotið út úr tí skipaðu kirkjuni. Sum fylgja av at bróta út úr kirkjuni, hevur henda sam­ koma – uttanfyri kirkjutil­ haldið – altíð verið for­ fylgd av kirkjuskipanini. Sum áður skrivað, er hetta søga og ikki nakað, eg her siti og finni uppá. Hesi, ið gjøgnum tíðirnar hava brotið út úr fólkakirkj­ uni, og goldið prísin fyri tað, gjørdu tað av eini grund: Tey kundu ikki á nakran hátt standa inn fyri læru kirkjunnar. Tey ynsktu at vera Orði Guds líðin, men kundu ikki innan kirkjunar rammur. Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at antin tosar hesin viðkomandi í Degi og Viku sætt, tá hann sigur at samkomurnar eru forlongdi armur kirkjurnar, ella tekur hann feil. Er tað veruliga so, at flestu samkomurnar, sum einaferð brutu út frá kirkj­ uni, tí tær vildu fylgja sannleikanum, í dag hava boygt seg fyri yvirvøldini, og nú ikki eru annað enn »forlongdi armur kirkjunn­ ar«? Er tað veruliga so, at identiteturin, um hvørji tit eru, hevur verið so væl fjaldur í mong ár, men nú kemur til sjóndar, at tit eru ikki annað enn eitt produkt av kirkjuni? Um støðan er so syndar­ lig, lat meg so siga – við Orði Guds í rygginum – at tit hava svikið sannleikan. Til seinast vil eg koma við eini uppmuntran til tín, ið ikki passar til hetta heit­ ið »forlongdi armur kirkj­ unnar«. Um tú torir – eins og Dániel og vinir hansara – at standa trúgvur móti Gudi, og ikki vil boyggja teg fyri »gullmyndini«, skalt tú vita, at Gud enn í dag er mentur at varðveita teg, og at tað bíðar tær ein stór løn í Himli. Kirkjunnar forlongdi armur? HalluR søRensen Atlantic Airways metir tað sera týdningarmikið, at undirstøðukervið til flog­ ferðslu í Føroyum verður ment. Lítlar og ongar íløg­ ur eru gjørdar innan hetta øki í áratíggju, og felagið tók tí væl ímóti, tá gjørt varð av at byggja út flogvøllin í Vágum. "Tað hevur týdning at fremja íløgur, sum bæði kunnu bøta um regulari­ tetin og skapa møguleikar at brúka onnur og størri flogfør enn í dag. Atlantic Airways setir sítt álit á, at byggiharrin tryggjar, at Føroyar fáa best møguligu loysn í Vágum fyri peningin, sum er settur av til flogvallarút­ byggingina. Kjakið um ein nýggjan flogvøll aðrastaðni í landi­ num metir felagið áhuga­ vert, men tað eigur ikki at darva nakrari útbygging í Vágum nú. Felagið metir tað eisini átroðkandi, at myndugleik­ arnir sum skjótast endur­ meta rasktrarleistin, sum flogvøllurin í Føroyum verður rikin eftir í dag, og tey gjøld, sum landskassin áleggur flogferðsluni og teimum ferðandi. Gjøldini sum brúkarin rindar fyri at ferðast um flogvøllin í Føroyum er millum tey dýrastu í Evropa, og samlaðu nýtslu­ gjøldini vaksa við meiri enn 50% eftir tveimum árum. Tann rokningin end­ ar í síðsta enda hjá føroy­ ska brúkaranum og skaðar menningina av føroyskari ferðavinnuni og føroyskari flogvinnu. Hetta hava mong onnur ferðamál í Europa skilt, og tí hava tey aðrastaðni lækkað ferða­ gjøldini til tess at økja samlaðu inntøkurnar hjá øllum pørtum við einum vaksandi streymi av ferðafólki. Herfyri hevði føroysk psykiatri 40 ár á baki, og var tað í tí høpi alment hátíðarhald, har litið varð bæði afturum og frameftir, umframt at busta av Árna Olsen, sála var avdúkað. Tá fanst eg í viðtali við Jan Muller/Rás 2 á, at hendingin var ov illa lýst í fjølmiðlunum, burtursæð frá »handilsslýsingum« frá stovninum sjálvum. Har gjørdi eg heilt greitt Sosialinum og Rás 2 órætt, síðani blaðið ta vikuna prentaði fleiri greinar og viðtal í sambandi við markadagin, eins og Rás 2/Jan Muller møtti upp til móttøkuna/hátíðarløtuna, og hevur blaðið og Rás 2 síðani sent út fleiri alment upplýsandi innsløg um føroyska psykiatri higartil og ikki minst um fram­ tíðarvisiónir, so sum núverandi leiðsla so forvitnisliga greiddi frá. Tað, sum tó fall mær fyri bróstið, var, at aðrir føroyskir fjølmiðlar sannlíkt bara lótu hesa hending fara aftur við borðinum. Vónandi eri eg farin eg skeivur, tó eg minnist meg ikki hava varnast nakað frá teirra síðu, hvørki fyri eyga ella oyra. Men tøkk skulu tit so hava í Miðlahúsinum, tí er tað nakað framtak, sum er treytað av almennari kunning og øktum fólksligum meðviti, so er tað tann lutfalsliga unga føroyska psykiatriin, og í so máta lótu tit hesuferð eins og javnan tykkara íkast. Tiltrongd flogvallarútbygging stjóri, ATLANTIC AIRWAYS magni aRge Herðaklapp til Miðlahúsið sálarfrøðingur eyðun Joensen viðmerkingar Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi og abbi Heri F. Midjord Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Takk til Randi Nolsøe fyri vakran sang í kirkjuni. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Tvøroyrar kirkju, og takk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Johanna Maria og Marjun -so eru tit við!