Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 9. november 2009 15 nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jonn Bjarnaberg, ætt­ aður úr Vestmanna, búsitandi í Esbjerg, andaðist mikudagin í Esbjerg, 74 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. november. Teodor, deyður umleið ár 300. Ungur rómverksur her­ maður, sum var vorðin kristin. Hóast tær atsóknir, Diocletianus gjørdi at teimum kristnu, helt hann fast við trúnna. Hann setti eld á eitt skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir Guds gáva. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjadagin 26. juni andaðist Poul Michelsen, millum javnaldrar ofta nevndur Poul hjá Peturi hjá Sumbiarmarini, 86 ára gamal. Umgyrdur av sínum nærmastu og teimum altíð lívgandi starvsfólkunum á Suðuroyar Ellis­ og Røktarheimi, gjørdust bondini, ið binda hinumegin sterkari enn tey bondini, sum halda til okkara verð. Hondin, sum altíð hevði verið har, hevur nú slept og er farin hagar, hann altíð trúi uppá, skuldi gerast hansara næsti bústaður. Lívið byrjaði í smáum korum, har hart arbeiði og sparni stóðu fremst á skránni til tess at yvirliva. Ein veraldarbardagi og tvær heimskreppur settu sín dám á. Tá vit børn sóu dagsins ljós var hasað av, og gongdin vendist spakuliga. Men ongantíð varð handa tíðin gloymd. Poul búsettist saman við Alexandru undir Heygnum á Tvøroyri. Heimið var trygt og vardi móti tí sum barnasinnið ræðist og ikki altíð skilir. Tá brúk var fyri teimum, vóru tey har og kundu við sínum royndum troysta og vegleiða. Tey seinastu árini búði Poul á Suðuroyar Ellis­ og Røktarheimi. Hansara áhugi fyri skipum, havn, fiskiskapi og samfelagsviðurskifti var har til tað síðsta, og vóru sunnu­ dagarnir ofta brúktir til ein biltúr oman á bryggjuna, tí beinini bóru honum ikki longur. Tá vit skiltust ein slíkan dag, vóru orðini ofta: „vit síggjast“, og svarið hjá honum kom við tað sama: „ja tað gera vit“. Skilnaðarløtan er í sær sjálvum tann vit ofta hugsa mest um, og tað untist okkum øllum at vera hjá, tá hansara hjarta ikki orkaði meir. Einari slíkari løtu kunnu vit vera takksom fyri. Soleiðis vil eg gjarna, saman við mammu, systkjunum og teimum sum stóðu honum nær, lýsa frið yvir minninum hjá pápa mínum. Eg veit at orðini um at síggjast enn hava sama týdning yvir øll mørk. Sjálvt á gáttini til ævinleikan ber lyfti um eina tilveru hinumegin pínu, sorg og longsil okkum yvir tann miss vit uppliva. Eina eftir standi eg Hesumegin skilnarstund Hondin tín ei røkkur meg Hinumegin lívsins sund Eitt er tó ið stuðlar meg Setir kós á lívsins hav Leiðir tá meg fram á veg Orðið, Gud mær gav Chris Jan Minningarorð 80 ára føðingardagur Týsdagin 17. nov. fyllur Cederfeldt Olsen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum, Sjógøta 250, leygardagin 14. nov. Opið hús frá kl. 12 . 90 ára føðingardagur Sunnudagin 15. nov. verður Tórálvur Poulsen Skopun 90 ár. Tey sum vilja heilsa uppá Tórálv, eru hjartaliga vælkomin í Samljóð í Skopun millum kl. 14 og 19 sama dag. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@post.olivant.fo áðrenn 3.desember. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Diamantbrúdleyp Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur, verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur. merkisdagar N. Finsensg. 18 100 Tórshavn Tel 36 30 00 Á Høgabóli 600 Saltangará Tel 44 76 04 Ovalt fat Sancerre, 20 x 27 cm NÚ 249,95 SPAR 100,- Ovnfast fat 29 x 24 cm NÚ 379,95 SPAR 150,- Fiskafat v/uppskrift, 58 cm NÚ 399,95 SPAR 250,- Sovsakanna Við handtaki, 0,32 litur NÚ 149,95 SPAR 50,- Tertuformur Ø: 25 cm NÚ 149,95 SPAR 50,- Vetrartilboð SPAR 499,- Juvel termokanna Krom. 1,0 litur. NÚ 999,95 Nógv niðursettar merkjavørur