mánadagur 9. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 214 - 9. november 2009
Í dag eru 20 ár liðin
síðani Berlin-múrurin
fall. Nú eru bert nøkur fá
spor at hóma av tí stóra
múrinum, sum deildi týska
høvuðsstaðin sundur
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Eingin sum er yvir 30 ára gamal
gloymir dagin fyri 20 árum síð
ani. Tórshavnar Býráð við Poul
Michelsen, borgarstjóra á odda
hevði júst fingið felags antennu
ætlanina »Rás Tórshavn« upp at
koyra hetta heystið, og tað var
ein góð timing hjá Tórshavnar
Býráð. Við BBC World Service í
hvørj ari stovu í høvuðs staðar
økinum bar til saman við øllum
øðrum europearum at fylgja við
tí spennandi gongdini, tá Berlin
múrurin fall hendan minniliga
dagin fyri 20 árum síðani.
Stóð í 28 ár
Múrurin stóð í 28 ár sum ein ónd
ímynd av kúging og ófrælsi.
Fyrstu tíðina var talan um 12
kilometrar við betongi, og 137
kilometrar við píkatráði. Verk
ætlanin hjá kommunistisku
DDRstjórnini at gera ein saman
hang andi betongmúr byrj aði í
1965.
Tá alt stóð liðugt var talan um
106 kilometrar við 3,5 metra
høgum betong múrum, 67 kilo
metrar við 35 metrar høgum
píkatráði. Tað vóru 116
eftirlitstorn og 20 bunkarar, 105
kilometrar við pansaragrøvum.
Nógv vaktarfólk og hundar ans
aðu eftir, at eingin skuldi flýggja
vesturum allan sólarkringin.
Mett verður, at millum 1961 og
1989 flýggjaðu yvir 5.000 fólk
vesturum. Umleið 3.200 fólk
blivu fangaði av eysturtýsku eft
ir litsfólkunum. Stór óvissa valdar
um, hvussu nógv blivu skotin í
royndunum at flýggja til Vestur
Berlin. Men hildið verður tó, at
tal an má vera um minsta lagið
1.000 fólk vóru myrd í royndini
at flýggja til frælsi. Tað verður
kortini mett at vera rættiliga vist,
at 136 fólk vóru skotin við
múrin.
Talan var í stóran mun um
mannfólk, sum vóru millum 16
og 30 ára gamlir.
Yvirborgmeistarin í Berlin, Willy
Brandt, sum seinni gjørdist
týskur sam veldis kanslari
mótmælti harðliga, at eysturtýsku
myndug leikarnir bygdu múrin,
men tað rein ikki við komm un
istiska einaræðið í DDR.
Náttina millum 9. og 10.
Berlinmúrurin fall náttina
millum hósdagin 9. no vemb er og
fríggjadagin 10. november í
1989. Ungarn hevði stutt
frammanundan latið markið upp
til Eystur ríki, og nú vaks kravið
frá eysturtýska fólkinum um at
sleppa at ferðast frítt til Vestur
Týskland. Tann ein staka hend
ingin, sum gjørdi, at múrurin
fall, var ein tíðindafundur hjá tí
kommunista stjórnarstýris
liminum, Gunther Scha bowski,
sum var varpaður beinleiðis í
eysturtýskum sjónvarpi. Ímóti
endanum av tíðindafundinum las
Scha bowski upp eina frá boðan
frá DDRstjórnini um eina
nýggja reglugerð fyri ferðing hjá
DDRborg arunum. Hetta gjørdi
9. november 1989:
20 ár síðani múrurin fall
Tað var náttina millum 9. Og 10. November í 1989, at Berlinmúrurin fall. Stutt frammanundan hevði Ungarn latið markið upp til Eysturríki, og harvið vaks kravið frá eysturtýska fólkinum um
at sleppa at ferðast frítt til Vesturheimin