mánadagur 9. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214
Forsetin í svimji sam bandi
num blunkar ikki við at
kalla World Cupsigur in
hjá Pál fyri størsta ítróttar
av rikið nakrantíð
- Hetta var akkurát tað, sum vit øll
ynsktu. Ikki minst Pál sjálvur, sum
var sera vónbrotin um HM-úrslitið í
Rom fyrr í ár. Síðani tá hevur hann
arbeitt knallhart móti at vinna á tí
vónbrotinum, og tað eydnaðist so
sanniliga í dag.
Sjampagnan var ikki komin á
borð ið hjá Jon Hestoy, forseta í
Svimji sam bandinum, men hetta var
nú ikki, tí hann ikki fegnaðist.
- Eg liggi sjúkur í seingini. Men eg
skal lova tær, at hevði tað ikki verið,
so sat eg við sjampagnuni nú, segði
ein stórflennandi forseti í løtunum
eftir sigurin í Moskva.
- Tí hetta er enormt. Skal eg sam-
meta ein slíkan sigur við aðrar
ítrótta greinar, so svarar tað væl til, at
ein tennis-spælari vinnur eina av
teim um fýra Grand Slam-kapp ing-
unum. Alt tað, sum dugir at krúpa
inn an heimselituna, er við til slíka
kapp ing, so hetta staðfestir veruliga,
at Pál telist millum heimsins bestu,
sigur Jon Hestoy.
- Og so hatta eisini ein heilt
fantastisk tíð, sum hann svimur, so
nú verður spennandi at síggja,
hvussu úrslitið verður, tá hann skal
svim ja í Stockholm mikudagin og í
Ber lin komandi vikuskifti. Kenni eg
hann rætt, fer hann eftir tíðini hjá
Hac kett, sigur Jon Hestoy.
Og so leggur hann afturat, at úrs-
litið ikki hevði verið gjørligt, var tað
ikki fyri tær 350.000 krónurnar, sum
nú verða latnar í stuðuli.
- Hetta hevur gjørt, at Pál veruliga
kann
liva
sum
professionellur
svimjari. Eitt nú við at hava fysio-
tera peut við á ferðini. Tú kanst ætla,
hvussu tað er, tá tú svimur 1.500
metr ar við fullari ferð. Kroppurin er
sum ein steinur, og tí er altavgerandi,
at tú hevur so góðar fortreytir sum
gjør ligt at fáa møðina úr kroppinum.
Tú skalt minnast til, at enn er Pál als
ikki niðurtrappaður, og tí er talan
um at venja við fullari ferð, sam-
stundis sum hann tekur lut í kapp-
ing um móti heimstoppinum. So tað
eru smálutir av hesum slag, sum
kunnu flyta seinastu sekundini, sigur
Jon Hestoy.
World Cupsigurin hjá Pál
hevur vakt ans um allan
svimjiheimin.
Eitt er, at Pál Joensen við sigri num
hevur sligið sítt navn enn meira
rimmarfast millum bestu lang-
teinararnar í heiminum.
Annað er, at Pál, sum svam teir
1.500 metrarnar upp á 14.32,64
bara var 3,13 sekund frá World
Cup-metinum í 1.500 metrum á
stutt bana.
Tað metið setti Grant Hackett
afturi í ár 2000. Grant Hackett er
ma ð ur in, sum í dag eigur heims-
metið á 1.500 metrum á lang bana.
Leggjast kann afturat, at gamla
metið hjá Pál á teininum var
14.39,99.
(mis)brúkið
nú Pál
Sigurin hjá Pál Joensen er ein staðfesting av, hvønn
mun tað kann gera, um elita sleppur at vera elita
Ein vanlig fatan er, at Pál Joensen er eitt talent av tí
slag num, sum tað ganga áratíggju ímillum, at vit
síggja her í Føroyum.
Men hetta vildi verið ein fúl undirmeting av tí
ar beiði, sum liggur aftan fyri framúrskarandi úrs litu-
num, sum Pál hevur vunnið. Ikki bara í Moskva leygar-
dagin, men sum heild seinastu árini.
Tí eitt er talent. Og sjálvandi hevur Pál góð evni at
svi m ja. Annars hevði hann ikki nakað gullmerki um hálsin.
Men tað er langur vegur frá talentinum og upp á heimstindin. Var
talan bara um talent av tí sjáldsama slagnum, so kundu vit bara sóla
okk um, meðan vit bíða eftir næsta mega-talentinum, men júst tað er
ikki tað, sum Jón Bjarnason velur at gera. Og júst tað er ikki tað, sum
Før oyar skulu velja at gera.
Sigurin hjá Páli vísir meira enn nakað annað, at hart arbeiði, trúgv
upp á egin evni og enn meira hart arbeiði lønar seg. Og tað hevur eisini
lønt seg, at Pál hevur fingið sersømdir til at menna sítt talent. Bæði við
skúla gongd ini og við stuðulin, sum nú verður latin til úrvalsítrótt.
Og júst her eigur sigurin hjá Páli at brúkast – og kanska enntá mis-
brúkast. Tær 350.000 krónurnar, sum eru lætnar til svimjingina hjá vág-
bingi num, eru nevnliga peanuts í mun til tað, sum tær eru verdar fyri
før oyska samfelagið. Hóast svimjingin ikki er heimsins mest ekspon er-
aða ítrótt, so hava vit loksins nakað annað enn fótbóltslandsliðið at vísa
á, tá umheimurin skal fáa kunnleika til Pál. Og sum grundarsteinur í
tjóð ar bygging eru sigrar av hesum slag ófatuliga týðandi. Ja – av slíkum
slag, at teir ikki kunnu betalast í pengum.
Tí eigur føroysk svimjing og føroysk ítrótt at brúka úrslitið til at vísa á,
hvat vit kunnu, um vit bert fáa møguleikan.
Politiski myndugleikin skal aftur og aftur minnast á, hvussu týðandi
tað er at skapa røttu karmarnar hjá okkara allarbestu. Minnast á, at
hó ast samhaldsfesti hevur sjálvsagdar røtur í føroysku mentanini, so eru
tað eisini tíðir, har jantulógin skal jarðast. Tá hava tey bestu møguleikan
til ikki bara at verða best – men nógv best!
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Størsta avrikið
nakran tíð
Størsta føroyska ítróttaravrikið nakrantíð. Jon Hestoy blunkar ikki
við at seta avrikið hjá Páli í tað høpi, sum tað hevur uppiborið
3,13 sekund frá metinum
Nummar 4 á 400
Pál gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki í 400 frí á World
Cup í Moskva, hóast hann setti føroyskt met við meira enn
einum sekundi. Tíðin hjá honum var 3:41.40, har føroyska
metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 3:42.57. Nikita
Lobintsev úr Russlandi vann gull við tíðini 3:38.40, meðan
danski Mads Glæsner vann silvur við 3:40.10, og russiski
Mikhail Polishchuk vann bronsu við 3:40.65.
Luca Toni rýmdi í hálvleikinum
Italski álopsspælari Luca Toni kann vænta sær ein ordans umgang
frá leiðsluni í FC Baryen, eftir at hann um vikuskiftið rýmdi av
leikvøllinum í hálvleikinum. Luca Toni varð skiftur út í
hálvleikssteðginum, og hann gjørdi ikki mætari, enn at rýma heim
eftir útskiftingina. Dysturin, sum var ímóti Schalke, endaði við
javnleiki 1-1.