mánadagur 9. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Keypsbannið
hjá Chelsea
útsett
Court of Arbitration
for Sport (CAS) hevur
útsett bann ið, sum FIFA
dømdi Chel sea, og hetta
merkir, at felag ið kann
keypa leikarar í januar
keypsglugganum
FIFA hevði annars gjørt av, at
Chelsea ikki kundi keypa nýggjar
spæla r ar fyrr enn í januar 2011,
eftir at franska felagið Lens
hevði ákært enska stórfelagið at
hava eggjað Gael Kakuta at
bróta sáttmálan við Lens.
Tað vóru tey, sum hildu revsi
ng ina verða ógvuliga harða og
ikki stan da mát við
»brotsverkið«.
Einki er at ivast í, at Chelsea fer
at gera sær dælt av
møguleikanum, ikki bert tí at
bannið er útsett, men í høvuðs
heitinum tí, at felagið missir fýra
av sterkastu leikarunum, Drog ba,
Essien Kalou og Mikel til African
Cup of Nations.
Og boðini upp á, hvør stendur
á inn keypslistanum hjá Chelsea,
eru mong. Og eitt sera gott boð
er Athle tico Madridleikarin
Sergio Agülero, sum brillieraði
móti júst Chel sea í Champions
Leauge týs kvøldið.
Eitt annað boð er italienski
mið vall ar leikarin Di Rossi, og
onkur skjýt ur enntá upp á
Patrick Vieira, sum møguligan
defensivan mið vallar leikara.
Ein endalig avgerð er ikki
vænt andi fyrr enn einaferð í vár,
skrivar BBC.
Hvussu er og ikki fer Chelsea
helst at gera góða nýtslu av
møgu leika num at keypa í januar,
tí bann kann framvegis verða
sett fyri keypi kom andi summar.
Fyribils er Carlo Ancelot ti og
leiðslan í Chelsea sera nøgd við
avgerðina hjá CAS.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Síðani í summar hevur
av rik ið í Rom riðið Pál
Joen sen sum ein marra.
Leygar dagin varð marran
jarð að, og nú stendur
níggju ára gamla metið hjá
Grant Hackett fyri framman
Júmen hetta er bara ordiliga
deiligt. Eg betraði mína bestu tíð
hampu liga nógv, og eg vann gull, so
sjálv andi er tað deiligt.
Men tað besta ío hesum var
nokk at vinna á teimum, sum havi
kapp ast ímóti so leingi. Romanovich
og Mads Glæsner hava leingi havt
munin á mær, men hesa ferð megn
aði eg so at vinna, og tað er kanska
tað besta av tí heila.
Soleiðis segði Pál Joensen, tá
hann umvegis telefonina var gestur
hjá Hvonn Live á Rás2 leygar
kvøldið.
Nú nevnir tú sjálvur Mads Glæsner.
Hann plagar at vera framman fyri
teg, men hesa ferð var stórur munur
aftur til hansara. Hvussu ber tað til?
Hann svam langt frá sínari bestu
tíð, og hann er kanska ikki ordiliga í
kappingarformi beint nú. Men hetta
er so fyrstu ferð, at eg havi vunnið
ímóti honum, og so veit hann tað.
Tað er í øllum førum gott hjá mær, at
eg veit, at hann kann takast.
Hvat gjørdi tú øðrvísi sjálvur í
mun til aðrar kappingar, sum tú hev
ur svomið?
Tað er nokk bara tað, at formurin
er sera góður í løtuni. Og alt tað tak
tiska og tekniska riggaði bara, sum
tað skuldi.
Vaskaði vónbrotið
Fyrr í ár var talan um stórt vónbrot
hjá Pál Joensen, tá hann »bert«
gjørd ist nummar 17 í heiminum, tá
HM var á skránni.
Aðra staðni í blaðnum sigur
svimji for setin, at úrslitið í Moskva
var ein fantastisk uppreisn eftir vón
brot ið fyrr í ár, og tað var eisini nak
að, sum Pál sjálvur staðfesti leygar
kvøldið.
Hetta var rættiliga upplyftandi í
so máta. Tað var, sum var alt bara
keði ligt eftir Rom, sum var eitt stórt
vónbrot hjá mær. Eftir hetta havi eg
ikki svomið so væl, og tað hevur
held ur ikki gingið nakað serligt und
ir venjing. Talan hevur verið um eitt
stórt vónbrot síðani, men tað er alt
vaskað burtur nú.
Og tíðin var eisini somikið góð, at
talan gjørdist um norðurlendskt
met. Hvussu kennist tað?
Tað kennist bara heilt væl. Eg
havi havt okkurt norðurlendskt met
fyrr, men ongan tíð á 1500 metrum
og ongan tíð á stuttbana, so tað er
bara fínasta slag.
Men tað, sum vit fóru eftir, var at
klára World Cupmetið, sum altso
bara var 3,13 sekund burturi. Tað
klár aði eg so ikki, men tað er so eisi
ni tað einasta ringa við kappingini í
dag, haldi eg.
Talan var um stóran sigur hjá Pál,
men ársins rock’n rollari fekk seina s
ta orðið í Hvonn Livesendingini, var
hann skjótur at staðfesta, at tað
nytt ar lítið at leggja seg og njóta
sigur in.
Nú fara vit alt fyri eitt víðari til
Stock holm. Og so mugu vit bara
vóna, at vit tá klára hatta metið, sum
slapp undan okkum í dag, segði Pál
Joensen.
Rom er langt síðani
Gull í World Cup! Sigurin hjá Pál Joensen var stórur, og lagið var av tí besta. Men longu mikukvøldið er næsta kappingin á skránni, og tá
verður farið eftir World Cup-metinum, sigur Pál sjálvur
Ónøgd við venjaran
Brøndbyfjepparar gjørdu um vikuskiftið vart við sína
ónøgd við venjaran Kent Nielsen. Brøndby tapti 42 á
heimavølli ímóti Esbjerg, og tað fekk nakrar fjepparar
at gera vart við seg. “Nielsen raus”, róptu fjepparar, men
venjarin leggur líka í. Eg ætli mær ikki at fyrihalda
meg til slíkt. Eg hugsi um tað, sum eg kann ávirka á
vøllinum, sigur Kent Nielsen við Ekstrablaðið.
Valencia áhugað í russara
Russiski álopsspælarin Roman Pavlyuchenko sleppur ikki
rættiliga á liðið í Tottenham, og nú verður tosað um, at
stóri russarin skal skifta felag í januar mánaði. Eitt felag,
sum sigst verða áhuga í Pavlyuchenko er spanska
toppliðið Valencia. Tottenham skal vera sinnað at selja
russaran fyri umleið 125 milliónir krónur, og tað kann
helst minka um spanska áhugan fyri russaranum.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk