mánadagur 9. november 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214
Næsta dystin á rað vann
KÍF. Hesa ferð móti Neista
num, sum full komu liga
misti luftina seinasta part
in av dystinum
Eftir at hava verið púrasta sørir
fyrstu umførini av kappingini, hava
koll firðingar av álvara reist seg.
Seinasta sunnudag vunnu teir á
VÍF, og í gjár koppaðu teir odda lið
num úr Neistanum, tá hesir hitaðu
upp til europiska uppgávu.
Tað var annars ikki so nógv, sum
bendi á sensatiónina stóran part av
dystinum.
Hóast
kollfirðingarnir
hingu væl í mótstøðuni, so hevði
Neist in støðugt munin, og etir
megn aðu eisini at svara aftur, tá KÍF
nakr ar ferðir vann seg upp á javnt í
seinna hálvleiki.
Men seinastu sjey minuttirnar
gekk heilt galið. Frustratiónir og
vant andi konsentratión bóru við
sær,a t neyvleikin als ikki var til stað
ar hjá Neistanum seinastu løtuna,
og ein væl spælandi Óla Christian
Djur huus mest sum læsti sítt mál
full komuliga av.
Samstundis fekk KÍF veruliga ferð
á sítt spæl, og við fimm málum á rað
komu teir upp á 2422. Neistin royn
di at svara aftur, men tað eydnaðist
ikki meira enn næstan, og so varð
ringi dagurin staðfestur, tá teir í
seinas tu løtu misnýttu brotskast.
Hetta kundi sum so bara minkað
um munin, men talan var um fjórða
mis nýtta brotskastið á degnum, og
tað sigur væl eisini nakað um takið,
sum KÍFmálverjin hevði á bláu
skjúttu num á degnum.
Sivic skal
møguliga
venja U17
Serbiska fótbólts sam
band ið skal nú gera av,
hvør skal stan da á odda
fyri U17 lands liðnum, sum
næs ta ár er vertur fyri
EM enda spælinum. Ein
av topkandidatunum er
Tomi slav Sivic
Seinastu trý kappingarárini
hevur Tomislav staðið á odda
fyri ung verska Kecskeméti , har
hann hevur havt sera góð úrslit,
og verður hann nýggjur U17
venj ari, noyðist hann at siga far
væl til tann sessin.
Í serbisku miðlunum verður
sagt, at tað bert er formalia eftir
at avgreiða, áðrenn Tomislav
verð ur settur í nýggja starvið,
men sjálvur vil Tomislav als ikki
vátta hetta.
Nú fáa vit at síggja. Tað er
rætt, at tað er ein møguleiki har,
men eg havi framvegis sáttmála
við Kecskeméti. Sjálvur eri eg í
Egypta landi og ferðist í løtuni,
so eg fái ikki fyrihildið meg til
tað, sum verður skrivað í
miðlunum. Tað einasta eg veit,
er at eg í løtu ni havi
venjarastarv í Ungarn, sigur
Tomislav Sivic.
Kecskeméti er í løtuni á fjórð
aftasta plássi í bestu
ungeversku deild ini. Eitt stig
oman fyri niður f lytingarstrikuna.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
KÍFNeistin 2523 (1012):
Kollfirðingar við av álvara
Sampras var keðiligur
Í nýggjari bók leggur fyrrverandi heimsstjørnan í tennis,
Andre Agassi, eftir landsmanni og kappingarneyta sínum,
Pete Sampras. – Vit kundu ikki verið meira ymiskir. Hann var
beinleiðis keðiligur, og eg hevði ynskt, at eg kundi lært av
hansara totala mangul upp á inspiratión. Tað nýttist honum
snøgt sagt ikki, tí hann vann allíkavæl, sigur Agassi, sum
eisini finast at Michael Chang. Hetta tí Chang takkaði Gudi
fyri sigurin í French Open í 1989. – Velur Gud kanska síðu, tá
hann sær ein tennisdyst?, spyr Agassi.
Kanna aftur Sir Alex
Enska Fótbóltssambandið boðar enn einaferð frá, at tey ikki
vilja finna seg í útsagnunum, sum Sir Alex Ferguson ferð
eftir ferð hevur sett fram móti dómarum. Hesa ferð eftir at
Fergie geylaði eftir Martin Atkinson, sum dømdi dystin
millum Chelsea og Manchester United sunnudagin. – Hann
sær jú ikki nakað sum helst, segði Sir Alex um hendingina,
tá Chelsea fekk frísparkið, sum førdi til einsamalla málið.
Tomislav Sivic, sum í
Føroyum hevur vant VB,
B36 og KÍ, sigst nú vera
favorittur at fáa starvið
sum serbiskur U17-venjari
Fyrstu umførini gekk illa í hond hjá KÍF. Frøin á beinkinum var
øgilig, tá Jan Ottoesen kundi staðfesti, at sigurin var komin til
høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍF-Neistin 25-23 (10-12)
10 min: 35
20 min: 59
40 min: 1516
50 min: 1820
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weihe 5, Ási Dam 5(4),
Regin Petersen 4, Niklas
Reginsson 3(1), Jákup Trygvason
3, Andrias Nielsen 2, Tony Weyhe
2, Bergur Lützen 1
Neistin: Jugoslav Djumic 5,
Finnur Hansson 5(1), Heini
Hanusarson 3, David Edvardsen
3, Sjúrður Thomassen 2, Bigir
Poulsen 2, Áki Mørk 2, Karl
Odmar Rasmussen 1
Brotskøst: KÍF 7, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 5, Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar
Simonsen
FAKTA
Spennandi varð tað ongan
tíð í Klaksvík, tá Stjørnan
køvdi VB longu fyrsta
korterið
Unga VBliðið fekk av álvara sína sak
fyri, tá tær sunnudagin møttu einum
Stjørnuliði, sum veruliga skuldi
reisa seg eftir tapið móti Tjaldri
seinas ta vikuskiftið.
Og tað fekk VB at merkja alt fyri
eitt. Stjørnan legði fyri sum eitt
óløg ið, og við góðari ferð á spælinum
tóku tær fullkomuliga luftina úr VB
lið num alt fyri eitt.
Fyrri hálvleikur var mest sum
fram sýn ingarhondbóltur hjá Stjør n
uni, sum meira ella minni útstillaði
mun in millum topp og botn í Sun
set deildini, og tað var veruliga ikki
nógv, sum VB fekk gjørt fyri at arga
mót støðuna.
Eftir steðgin tók heimaliðið ferð
ina av spælinum, og VB slapp eisini
at spæla við. Menn nakað nær
ná mind spennandi gjørdist tað ikki,
hóast VB slapp at pynta nógv um
støðuna seinastu løtuna.
StjørnanVB 3521 (206):
Stjørnan arbeiddi skjótt
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Stjørnan-VB 35-21 (20-6)
10 min: 52
20 min: 134
40 min: 278
50 min: 3115
Málskjúttar
Stjørnan: Valentina Suciu 11, Joan Midjord Djordjevic 7, Simona Petersen
7(2), Bára Skaale Klakstein 4, Una Olsen 3, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1,
Diana Poulsen 1
VB: Christina Holm 6, Una Egilsdóttir 5(3), Monika Samuelsen 3, Bára K.
Mortensen 2, Sára Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 1, Theresa
Joensen 1, Andrea Nielsen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 5
Útvísingar: VB 6
Dómarar: Birgir Sondum & Thomas J. Thomsen
FAKTA