Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Bæði Jógvan Niclasen og Magnus Andreassen, sum skjóta í compound, kláraðu EM-krøvini í fyrstu kappingini í bogaskjóting, nú nýtt kappingarár er skotið í gongd við fyrstu Grand Prix-kappingini. Eirikur í Jákupsstovu vann kappingina hjá recurve- skjúttunum Um vikuskiftið var fyrsta kappingin í bogaskjóting, nú nýtt kappingarár verð ur skotið í gongd, og latið verð­ ur væl at úrslitunum, ið taldu fleiri persónlig met, umframt at nógvir skjúttar møttu upp. Hetta var sam­ stundis fyrsta Grand Prix­kappingin í vetur, so tey, ið møta best upp og fáa bestu úrslitini, hava møguleika at standa sum Grand Prix­vinnarar, tá kappingarárið endar. At Grand Prix­leisturin er partur av kappingunum í vetur, hevur fyrst og fremst til endamáls at halda skjútt unum til, so teir møta væl upp og royna sítt besta alla tíðina. Onkuntíð hava skjúttar spart seg í inn leiðandi kappingunum, men skot ið sum dreymar í avgerandi kap ping unum. Nú ræður um at gera sítt besta alla tíðina, skalt tú gera teg galdandi. Annars var merkisvert, at tveir skjútt ar longu í hesi fyrstu kap p ing­ ini fingu so góð úrslit, at teir kláraðu inn an dura EM­krøvini. Jógvan Nicla­ sen megnaði við persónligum meti kravið til EM hjá teimum vaksnu, og Magnus Andreassen kláraði somu­ leiðis kravið til EM fyri juniorar. EM­ kappingin verður í Kroatia í mars mánaði. Spennandi barnafinala Tilsamans 18 skjúttar vóru við í kapp ingini hjá teimum vaksnu, sum var á tekniloftinum á skipasmiðjuni í Havn fyrrapartin í gjár. 10 skjúttar vóru við í compound og átta í re curve, og teir skutu 18 metrar. Í compound kom kappingin at um fyrstaplássið at standa millum Jógvan Niclasen úr Tambum og Mag nus Andreassen úr Ørvi, og henda dystin vann Jógvan 116­112. Í kappingini um triðjaplássi stóð dyst urin millum tveir skjúttar úr Ørvi, Kaj Johannesen og Hans As bjørn Eysturdal, og her vann Kaj 112­111. Í recurve megnaði Eirikur í Jákupsstovu at hála seg væl upp, tá tað kom til stykkis, tí eftir innleiðandi um førini lá hann á sættaplássi. Men hann kom í finaluna ímóti Hans Peturi Højgaard og vann 110­103. Teir báðir eru úr Ørvi, og tað er Annika Vang eisini. Hon tók triðja­ plássið við at vinna 107­99 á Tórfinni Hansen úr VágaSkoti. Leygardagin kappaðust børnini í recurve á 12 metrum, somuleiðis í Havn, og har vóru tilsamans níggju skjútt ar úr Ørvi, Tambum og Vága­ Skoti við. Her gjørdist talan um eina sera spennandi og ikki sørt drama­ tiska finalu millum Oddmar Nielsen og Odd Andreassen úr Ørvi, sum báðir settu persónligt met og tí megn aðu krøvini til donsku kapp­ ing ina, Frederiksborg Pokalen, sum verð ur í februar. Í dystinum um fyrstaplássið end­ aðu tey umførini millum Oddmar og Odd 27­29, 27­26, 26­25 og 27­27, sum tilsamans gav 107­107. Tí var neyðugt við umskjóting, og tá vann Odd mar 10­8. Í dystinum um triðja­ plássið vann Marnar Mikkelsen úr Vága Skoti 93­88 á Inga Alfredsson úr Ørvi. Capello er harður Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, sigur seg ikki kunna brúka spælarar, sum eru 100% til reiðar at spæla krevjandi dystir. Og tað kann kosta HM­plássið hjá spælarum sum Rio Ferdinand og Ledley King, sum báðir hava drigist við skaðar í ár. Serliga illa stendur til hjá King, sum støðugt hevur verið plágaður, og Capello sigur nú beinleiðis við enskar miðlar, at ein spælari, sum so javnan er skaddur, als ikki kemur upp á tal, tá HM­hópurin skal úttakast. Fronsk málveitsla Ikki færri enn tíggju mál vórðu skotin, tá Lyon og Marseille spældu toppdyst í Fraklandi um vikuskiftið. 5­5 endaði dysturin, og tvey av málunum komu í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat teimum 90 minuttunum. Og so kann leggjast afturat, at tað neyvan vóru málverjarnir, sum høvdu skuldina. Hugo Lloris og Steve Mandanda, sum vardu málini, eru nevnliga báðir í franska hópinum, sum komandi leygardag skal spæla play­off dyst móti Írlandi. Jógvan og Eirikur raktu best Hóast hetta var fyrsta kappingin í bogaskjóting hetta kappingarárið, vóru nógvir skjúttar við, og talan gjørdist um fleiri persónlig met. Eisini megnaðu fleiri skjúttar krøvini til kappingar uttanlands Mynd: Schandorff Vang einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen