mánadagur 9. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214
- Sum beinleiðis valdur
forseti skal eg standa
til svars fyri feløgunum.
Og hóast farnu vikurnar
á ongan hátt hava verið
stuttligar, so eri eg
onkurs vegna glaður um,
at feløgini nú eru tey,
sum seta kósina í FSF.
Tað sigur FSF-forsetin,
Høgni í Stórustovu, sum
er fullgreiður um, at tað
framvegis eru stórar remb-
ingar fyri framman í FSF
- Eg varð somikið skelkaður um
hetta málið, at eg svav slettis ikki.
Hetta var júst eftir eitt tíðarskeið,
har øll starvsnevndin hevði verið
uttanlands í ymiskum landsliðs-
ørindum, og nú allir vóru komnir
aftur, kallaði eg alt fyri eitt inn til
fundar.
- Og týsdagin í næst seinastu
viku eksploderar málið so. Vit finna
onga semju í Starvsnevndini, og tí
velji eg at fáa feløgini við í leikin.
Støðan hjá okkum var púrasta
fastlæst, og tí metti eg tað vera
rætt, at feløgini komu til orðanna.
Vit eru jú umboðini hjá teimum, og
tá vit ikki kundu semjast um hetta,
máttu onnur koma til. Tí nevndin
fekk ikki arbeitt.
FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu,
tykist so ella so framvegis ikki at
vera heilt í javnvág við seg sjálvan
eftir tað, sum er hent í FSF seinastu
14 dagarnar. Tvær vikur, sum hava
sent felagsskapin í kanska størstu
diplomatisku kreppuna, sum felags-
skapurin hevur verið í, og sum fyri-
bils hevur kostað aðalskrivaranum
starvið.
Kroniskur minniluti
Forsetaskeiðið, sum Høgni í Stóru-
stovu higartil hevur sitið, hevur
verið nakað rumblut. Og tað er ikki
nakað, sum hann roynir at dylja.
Og sjálvur ásannar hann eisini, at
hann kanska var nakað naivur, tá
hann tók av áheitanini um at stilla
upp. Hetta hóast hann tá visti, at
ein meiriluti av Starvsnevndini ikki
ynskti, at Høgni stillaði upp móti tá
sitandi forsetanum.
- Tá áheitanin kom, fekk eg sam-
stundis at vita, at eg sum so ikki
nýttist at fara út at reka valstríð. At
tað var í lagi, at eg gekk stillisliga,
meðan onnur róku. Men tað ynski
eg ikki, og vendi mær sjálvur til
feløgini við boðskapi mínum.
- Eg segði við sitandi nevnd, at eg
stillaði upp, og eg greiddi frá, hvørj-
ar ætlanir eg hevði. Alt fyri eitt fekk
eg ymsar konspiratiónsteoriir settar
ímóti mær, og tað hevur gjørt, at
órógv hevur verið alla tíðina, og at
tað ikki hevur verið serliga arbeiðs-
ligt hjá mær í nevndini. Hetta á
tann hátt, at eg mest sum støðugt
havi sitið í minniluta, og tað er
sjálvandi ikki nøkur optimal støða.
Angrar tú, at tú stillaði upp móti
viljanum hjá meirilutan av nevndini,
ella eru ting, sum vildi gjørt øðrvísi,
um tú stóð í somu støðu umaftur?
- Eg hevði nokk gjørt tað øðrvísi
á tann hátt, at eg hevði tikið kamp-
in upp alt fyri eitt. Eg var nokk ov
naivur á tann hátt, at eg helt, at
bara eg arbeiddi miðvíst og sakliga,
so kom samstarvið av sær sjálvum.
Og har skuldi eg nokk bara tikið
skrædlið alt fyri eitt.
Minnilutastøðan, sum tú hevur
sitið í, hevur eisini reist spurningin,
um forsetin eigur at veljast bein-
leiðis, ella um nevndin skal skipa
seg sjálv. Hvør er tín áskoðan á
hetta?
- Eg haldi avgjørt, at forsetin
eigur at veljast beinleiðis. Tað kann
sjálvandi geva eina óhepna støðu,
um forsetin er í minniluta, men
hinvegin haldi eg eisini, at tað
gevur eina eyka styrki. Forsetin
hevur í dag nakar púra greiðar
skyldur, og tí er tað neyðugt, at
hann hevur mandat beinleiðis frá
feløgunum.
Neyðugar broytingar
Fundurin, sum feløgini høvdu
seinasta leygardag, var ikki bert
íkomin av aktuellu støðuni, sum var
uppstaðin.
Fundurin var eisini úrslit av, at
fleiri av feløgunum ígjøgnum longri
tíð hava tosað um, at broytingar eru
neyðugar innan felagsskapin. Og
Høgni í Stórustovu er als ikki
ósamd ur í, at broytingar mugu
gerast, eoleiðis at betri javnvág
fæst ímillum politiska og um -
sitingarliga apparatið.
- Tað byrjar kanska av álvara, tá
vit skifta okkara lógarverk út. Meira
ella minni eru okkara lógir ein bein-
leiðis umseting av standard-reglu-
gerðunum hjá FIFA, og so hildu tey
flestu, at nú var alt gott.
- Samstundis gloymdu vit tó eina
rúgvu av øðrum viðurskiftum, sum
vit áttu at updatera samstundis, og
tað hevur givið nakrar trupulleikar.
Tí tú gert samstundis felagsskapin
nógv meira kompliseraðan. Tú fært
eitt øðrvísi ábyrgdarbýti, og vit
hava als ikki gjørt okkum greitt,
hvat skal til, fyri at vit skulu liva upp
til hetta.
- Hartil er FSF í dag eitt skriv-
stovuveldi, har vit ikki hava skipað
tann ítróttarliga partin nóg væl. Og
yvirskipað mangla vit eisini tann
langsiktaða partin.
Er tað ikki eisini úrslit av, at polit-
iska leiðslan ikki hevur verið nóg
sterk. Ella kanska ikki hevur havt tíð
til at vera nóg sterk?
- Talan er um leikfólk, sum hava
góðan vilja, og sum vilja fótbóltin-
um alt tað besta. Tað vilja vit øll,
men tann góði viljin røkkur bara til
eitt vist. Uttan at niðurgera nakran
sum helst, so er tað eitt faktum, at
feløgini kanska ikki hava hugsað so
nógv um leiðsluførleikar, tá fólk eru
vald í starvsnevndina.
- Tað, sum nú er hent, er kanska
keðiligt. Men hetta hevur sam-
stund is verið gott á tann hátt, at vit
nú hava víst, at vit hava ein livandi
felagsskap. Fyrr hevur tað kanska
verið ov nógv tann vegin, at feløg-
ini hava valt sínar limir í Starvs-
nevndina, og annars bara eru
flákraðir avstað. Nú hava vit fingið
greið boð um nøkur viðurskifti, og
soleiðis eigur tað at vera.
Mugu koma víðari
Stóri spurningurin her og nú er,
hvussu FSF sum felagsskapur
slepp ur víðari, eftir at eitt mál sum
hetta hevur sett tvíbýtið í Starvs-
nevndini í ljósan loga. Og her hevur
Høgni í Stórustovu onga patent-
loysn.
- Tað er nakað, sum eg framvegis
hugsi sera nógv um, og enn er alt
rokið kanska ov feskt. Men tað
alstóran týdning, at vit so ella so
megna at finna nakrar semjur, tí tað
vildi verið ein ólukka, um vit um
fýra mánaðir koma til ein aðalfund,
har sama stríðið framvegis stendur i
ljósum loga.
Men tað eru væl meira enn orð,
tá feløgini við einari rødd hava sagt
tykkum, at nú skulu tit sjey í Starvs-
nevndini altso til at finna útav
tingunum?
- Ja, tað er tað. Men hinvegin fært
tú ikki burturforklára, at nevndin í
løtuni gongur í tveimum. Og tað
má ikki vera so, at starvsnevndin
konsekvent arbeiðir í minniluta og
meiriluta. Sjálvandi kunnu ósemjur
vera um mál, men hetta má ikki
verða ein kronisk støða hjá okkum.
Loyaliteturin hjá Starvsnevndini
eigur at liggja í teimum endamáls-
orðingum, sum eru fyri nevndina,
og tí eiga vit ikki at hava tíð til
hetta.
Aðra staðni hevur tú ikki støðuna,
har starvsnevndarlimir burturav
manna allar undirnevndir. Er tað
ikki ein støða, ið mest sum leggur
upp til rok av tí slagnum, sum vit
støðugt hava sæð um einstøk mál.
Ikki bara í ár – men yvirhøvur.
- Avgjørt. Ikki bara um ítróttarliga
partin, men eisini viðvíkjandi
umsitingarliga partinum. Ideelt
sæð, so skuldi tað verið so, at málini
koma fyri hjá ymsu nevndunum við
greiðum tilmælum, og so verður
starvsnevndin á tann hátt bara eitt
stempulkontór. Starvsnevndin
eigur at seta kós og gera karmarnar,
men vit eiga ikki at skula í
meteriuna í einstøku málunum.
- Og tekur tú støðuna við spæli-
loyvum, leikbannum v.m., so eru
hetta ting, sum kunnu loysast
tekniskt. Og tað má nú vera nakað,
sum bara skal gerast.
Ikki toppløntan forseta
Eitt, sum eisini er nevnt, nú tosað
hevur verið um framtíðina hjá FSF,
er, um forsetin skal vera løntur. Nú
veit eg ikki, um tú ert ógegnuður at
svara tí spurninginum, men er
hesin sessurin ikki vorðin so krevj-
andi, at hann eigur at vera løntur.
- Eg haldi ikki, at tað er nøkur
loysn upp á verandi støðu, tí tað
nýtist ikki at loysa nakað í sjálvum
sær. Spurningurin er eisini, hvar
hesar krónurnar verða best brúktar.
Eru tær best brúktar við at hava ein
fulltíðar løntan forseta, ella skulu vit
kanska heldur hugsa um ein tekn-
iskan stjóra, sum hevur ítróttarliga
ábyrgd í FSF. Nakrar venjarar, sum
kunnu virka sum konsulentar út í
feløgini og kanska eisini servitan av
ymsum slag? Tey tingini haldi eg
avgjørt ikki, at vit eiga at undirmeta,
men samstundis síggi eg eisini væl,
at forsetasessurin krevur nógva tíð.
- Og eg haldi avgjørt, at nevndin
sum so eigur at samsýnast við eitt
nú fundarpengum. Men skulu vit
inn at tosa um løn til forsetan, so
mugu vit púra greitt hava definera
leiklutin hjá forsetanum, áðrenn
hetta verður gjørt, tí annars loysa
vit ikki nakran trupulleika.
- Men tað snýr seg aftur um
organisatión. Hava vit eina nóg
sterka organisatión, har ítróttarligi
parturin eisini verður raðfestur, so
verður leikluturin hjá Starvsnevnd
og forseta meira at seta framtíðar
kósina og ansa eftir, at hendan
verður hildin. Tá eru vit í eini støðu,
har vit hava funktiónir og starvsfólk,
sum útføra arbeiðið, meðan vit
mynda, og stýra felagsskapinum
við ábyrgd, og tað vildi verið ein
nógv betur støða.
Og skuldi forsetin tá eisini verið
valdur fyri fýra ár, soleiðis sum
nevnt hevur verið?
- Tað haldi eg avgjørt. Tað var
eisini partur av regluverkinum, sum
vit hava umsett, men tá hava vit so
valt tvey heldur enn fýra ár. Við at
velja forsetan fyri fýra ár, kann hesin
í størri mun hugsa langt og stórt, so
tað haldi eg heilt avgjørt, at vit eiga
at gera.
Svarar til feløgini
At enda, Høgni í Stórustovu. Tað
hevur verið ófriðarligt í tvey ár, og
tosað hevur verið um eina um -
skipan av felagsskapinum og
kanska eisini nýggjar nevndarlimir.
Hvar sært tú teg sjálvan í øllum
hesum. Ella við øðrum orðum – ert
tú eisini fótbóltsforseti, tá vit eru
farin fram við februar mánaði?
- Eg eri farin inn í hetta av fullum
hjartað, og rokið, sum nú hevur
verið, hevur á ongan hátt forskrekt
meg. Vit standa á einum vegamóti
eftir at vit hava havt eina sera
trupla tíð. Nú ræður um at seta
kósina av nýggjum, og tað er tað,
sum tað heila snýr seg um.
Og tað vildi kanska eisini verið
eitt sindur feigt, um tú nú rann
avstað, eftir at hava sparkað bóltin
á rull?
- Tað er í øllum førum tann
einasta loysnin, sum eg ikki havi
viljað, nú tað hevur leikað so hart á.
Nemliga at eg bara kastaði frá mær,
meðan alt lá í andaleypi. Er tað
nakað, sum eg havi hildið fast um í
hesum, so er tað júst mandatið sum
forseti valdur av feløgunum.
- Eg havi verið noyddur at handla
út frá tí, sum hevur verið mín
ábyrgd, og í slíkum støðum kann eg
ikki fara upp á kompromis í
nøkrum. Eg svarið til feløgini, tí tað
eru tey, sum hava valt meg, sigur
FSF-forsetin at enda.
Milan fingið ferð á
Teir byrjaði kappingarárið sera trivlandi, men nú er ferð
komið á italska felagið AC Milan. Seinastu fimm umførini
hava teir vunnið fýra ferðir, og um vikuskiftið høvdu teir
munin á Lazio. AC Milan legði seg á odda 2-0, áðrenn Lazio
svaraði aftur við einum máli. Inter, sum eisini er
heimahoyrandi í Milano, liggur einsamalt á odda í Seriu A.
Zuma skorar aftur
Einaferð vóru Todi Jónsson og Sibusisu Zuma er vandamikið
álopspar hjá FC Keypmannahavn. Nú er Zuma aftur í
donskum fótbólti, og um vikuskiftið var hann at finna í
leiklutin, sum hann ofta áður hevur verið. Zuma skoraði
einasta málið, tá ið FC Nordsjælland vann á útivølli ímóti
SønderjydskE. Málið gjørdi Zuma eftir ein góðan tíma.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Mítt mandat er hjá felø