mánadagur 9. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Lahm standa skúlarætt
Verjuspælarin Philipp Lahm skal nú standa skúlarætt hjá
leiðsluni í týska stórfelagnum FC Bayern. Orsøkin til tað er, at
Lahm hevur funnist at, hvussu felagið hevur keypt og selt
spælarar. Stjórin í felagnum, Uli Hoeness er misnøgdur við
útsagnir hjá Lahm, og hann sigur avgjørdur, at Lahm hevur
brotið reglarnar hjá felagnum, og tað kemur hann at angra.
Biða um frí fyri Gerrard
Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, vónar, at enski
landsliðsvenjarin Fabio Capello ikki fer at úttaka Steven
Gerrard til komandi landsdyst hjá Onglandi. Gerrard
stríðist við skaða í lærkrikanum, og Liverpool-venjarin
vónar, at Capello fer at geva Gerrard frí, hóast hann kanska
fær spælitíð í dystinum hjá Liverpool í kvøld. - Eg dugi ikki
at síggja nakra orsøk til, at ein spælari, sum ikki hevur vant
við okkum seinastu 15 dagarnar, verður úttikin til
landsliðið, sigur Benitez.
Forsetaskeiðið hevur verið merkt av rumbli,
og seinastu vikurnar hava verið alt annað
enn stuttligar. Kortini er Høgni í Stórustovu til
reiðar at vera tann, sum er við til at seta kósina
næstu fetini hjá Fótbóltssambandi Føroya
gunum