mánadagur 9. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214
Fyri triðju ferð endaði Fleyr
sum partur av fimmsettara,
men endaði eisini fyri
trið ju ferð sum tapari av
drúgv um dysti. Sostatt eru
Mjøl n ir og SÍ í løtuni farin
frá hinum báðum liðunum
í bestu mansdeildini í flog
bólti
Tað kann væl vera, at støðan hjá
Fleyr sær eitt sindur keðilig út á
stiga talvuni, men tað gera dystirnir
aftur fyri ikki. Higartil eru tríggir av
fimm dystum hjá Fleyr endaðir við
fimm settarum, umframt at ein gekk
yvir fýra sett. Men tíverri fyri Fleyr, so
er einasti sigurin í kappingini higartil
vunnin í einum trísettara.
Tí fortelur stigatalvan í løtuni, at
Mjølnir og SÍ fara avstað, við ávikavist
10 og átta stigum, meðan Fleyr enn
bara hevur skavað tvey stig saman
og ÍF einki. Hetta kann tó alt broytast,
sum tað líður út á kappingina – ikki
minst, tá stigini verða býtt í helvt, tá
kappingin er hálvrunnin og øll liðini
hava spælt tríggjar ferðir ímóti
hvørju møðrum.
Hetta við teimum drúgvu og
spenn andi dystunum hjá Fleyr
endu r tók seg annars, tá SÍ var á
vitjan í Gundadalshøllini leygar dag
in. Enn eina ferð var neyðugt at
finna avgerðina í fimta settinum, og
enn eina ferð máttu spælararnir hjá
Fleyr síggja í eyguni, at teir høvdu
verið ov stuttir, tá tað veruliga ráddi
um at vinna.
SÍ fann stevið
Leygardagin vóru tað gestirnir úr
Sør vági, sum løgdu klárt betur út.
Talan var í veruleikanum um ein
av smur ning, ið ikki gav Fleyr teir
stóru møguleikarnar, og SÍ fekk
bæði móttøkur og álopsspæl at
rigga til fulnar.
Tað skuldi tó vísa seg, at SÍ ikki í
teimum næstu settunum megnaði
at liva upp til spælið í fyrsta setti.
Tvørturímóti kom Fleyr ordiliga fyri
seg og spældi sera væl. Bæði í
øðrum og triðja setti megnaði Fleyr
at leggja gott trýst á SÍ í servunum,
samstundis sum sørvingar ikki fingu
móttøkurnar upp á pláss.
Eisini í fjórða setti sá tað út til at
ganga rætta vegin hjá Fleyr, ið kom
á odda 51. Men so byrjaðu mistøkini
at koma, og tey kostaðu. Serliga var
hetta settið merkt av nógvum servu
feilum, og tá avtornaði, var SÍ væl
omaná og nú stóð 22 í settum.
Nú skuldi so alt avgerast í fimta
setti num, og her kom Fleyr aftur væl
frá byrjan og kom á odda 105. Men
so byrjaði SÍ at svara aftur, fann
stevið og minkaði til 107, tá tað so
fór at ganga heilt galið hjá Fleyr,
sam stundis sum SÍ fekk sítt besta
spæl fram. Fleyr hekk í leingi og var
á odda 1110, men mátti at enda
geva seg og SÍ vann fimta setti
1512 og dystin 32.
Mjølnir hevði munin
Undan dystinum í Badmintonhøllini
í Klaksvík í gjár var Mjølnir stór
favoritt ur, tí her tók oddaliðið ímóti
botn liðnum, ÍF. Tað vísti seg eisini, at
Mjølnir vann ein rímiliga tryggan
30 sigur, men við til søguna hoyrir
so eisini, at unga ÍFliðið ger alsamt
fleiri framstig og skjótt kann fara at
taka eitt sett her og har – um ikki
meira.
Í øllum trimum settunum megn
aði ÍF at fylgja væl við í eina góða
løtu, men tá komið var upp á eini
1012 stig, fór at dragna, og so fór
Mjøl nir avstað og tók settini. Her
gekk sjón fyri søgn, at royndirnar
vóru fleiri á liðnum hjá Mjølnir, sum
yvir allan dystin vísti meira støðugt
spæl og hevði fleiri streingir at
spæla uppá.
Men hóast talan gjørdist um fimta
ósigurin á rað, kunnu fuglfirðingar
fegn ast um, at teir gera framstig og
eru við at fóta sær. Liðið skal bara
hava nakrar dystir aftrat, so fara úrs
lit ini kanska eisini at koma.
Sum vit hava nevnt fyrr, so er tað
ikki lætt at skula verja sigrarnar frá
ein um greipuári, tá tú noyðist at
vera
klassaspælarar
sum
Rúna
Weihe, Bartal Eliasen og Boban Ilic
fyri uttan, men tað gongur rætta
veg in, og í gjár megnaði ein spælari
sum Jan Ellingsgaard at traðka í
karak ter. Tað boðar frá góðum, so
kans ka kappingin hjá monnunum
verð ur javnari, tá nakað er útliðið.
Fyri triðju ferð í ár endaði ein dystur hjá Fleyr við fimm settum, og fyri triðju ferð endaði tað eisini við tapi – hesa ferð fyri SÍ, ið saman
við Mjølnir hevur hug at draga frá hinum á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Fimmsettarar fella Fleyr
Flogbóltsúrslit
Eikligan, kvinnur:
KÍF-TB 03 (925, 925, 825)
ÍF-TB 03 (1025, 1025, 2325)
Mjølnir-Dráttur 31 (2512, 2515, 2225, 2516)
Eikligan, menn:
Fleyr-SÍ 23 (1725, 2521, 2522, 1525, 1215)
Mjølnir-ÍF 30 (2519, 2516, 2519)
Benitez vil stríðast
Venjarin hjá enska Liverpool, Rafael Benitez, sigur seg ikki ivast í,
at spælarar hansara reisa seg eftir vána gongdina, tá teir í kvøld
taka ímóti Birmingham. Liverpool hevur bara vunnið ein av
seinastu sjey dystunum, og tað hevur viðført, at felagið nú er í
vanda fyri at verða útsligið úr Champions League kappingini.
Hópurin hevur eisini við plágaður av skaðum hjá lyklaspælarum,
men nakrir av hesum eru nú um at verða tøkir aftur, og tað fer at
gera mun, heldur Benitez.
Claus leitar framvegis
Enn hevur tað ikki borið til hjá Claus Bech Jørgensen at finna
sær nýtt felag, eftir at hann sleit sáttmálan við Fleetwood Town í
fimtubestu ensku røðini. Men tað merkir ikki, at 33 ára gamli
spælarin hevur slept fónini. – Tað er frustrerandi hjá mær. Eg
veit, at eg framveigs havi tað í mær, sum krevst, men tað er
trupult at finna eitt nýtt felag, tá tú fyrst hevur havt ein steðg
sigur Claus Bech Jørgensen við Sunday Mercury. Fyrrverandi
føroyski landsliðsspælarin vónar, at hann kann finna sær eitt
felag í næst ella triðu bestu ensku deildini.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen