mánadagur 9. november 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Tvørákvinnur gjørdu eitt
ord ans hál um vikuskiftið,
tá tær spældu tveir dystir
norð an fjørðs og vunnu
báð ar. Sigrarnir gjørdu,
at TB, sum einki stig
hevði frammanundan,
nú hevur vunnið seg upp
á triðjaplássið í bestu
kvinnu deildini
Liðini í Eikliguni hjá kvinnum eru
sjey í tali, so tí hevur eitt teirra frí
hvørt umfar. Hesa ferð var tað odda
liðið SÍ, ið kundi taka sær av løttum,
men eisini Fleyr hevði frí, av tí at
kapp ingin var eitt sindur broytt, so
TB kundi fáa spælt dystin í fyrsta
um fari, ið tá bleiv útsettur.
At SÍ ikki spældi, gav so næstu lið
unum møguleikan at nærkast odda
liðnum, og har vóru tað serliga Mjøl
nir og Dráttur, ið kundu gera ein
vørr – men bara annað teirra. Liðini
bæði hittust í Badmintonhøllini í
Klaks vík, og vinnarin av tí dystinum
fekk tikið seg nærri oddanum.
Tað vísti seg í teimum báðum
fyrstu dystunum, at Mjølnir týðiliga
hevði munin, og tey vórðu eisini
vunn in sannførandi bæði tvey. Men
sum so ofta, so hendi nakað í triðja
setti, ið gav Drátti møguleika at
ko ma innaftur í dystin, ið annars ikki
hevði sæð út til at gerast serliga
spennandi.
Millum annað eydnaðist kvinnu
num í Drátti at leggja gott servutrýst
á Mjølnir, sum fekk ein lítlan skelk
og ikki megnaði at svara aftur, og
endin var, at Dráttur vann triðja sett,
hóast tað var um reppið, at Mjølnir
fekk hálað tað mista innaftur ímóti
enda num.
Í dystinum bleiv eksperimenterað
eitt sindur við uppstilling hjá Mjølnir,
men tá liðið aftur var í síni sterku
byrjunaruppstilling í fjórða setti,
gekk aftur rætta vegin. Enn eina ferð
vann Mjølnir sannførandi og tók tí
eisini dystin við settúrslitinum 31.
Sæð yvir allan dystin hevði Mjølnir
mun in og stóð sterkari á øllum
pláss um.
TB sannførandi sigur
Kvinnurnar hjá TB komu norður um
Suðuroyarfjørð í góðari tíð, tí tær
skuldu spæla tveir dystir norðan
fjørðs um vikuskiftið. Tann fyrri var í
KÍFhøllini leygardagin, har KÍF tók
ímóti, og hetta var tann fyrra av
tveim um styrkiroyndum hjá TB, ið
enn einki stig hevði vunnið, men tó
hevði tikið alsamt fleiri sett frá mót
støðuliðunum.
Hetta skuldi vísa seg at gerast ein
sera lættur sigur hjá TBkvinnunum,
ið sera sannførandi vunnu 30. Hóast
tær skiftu dúgliga út, so allar sluppu
at spæla, eydnaðist teimum at halda
KÍF frá fatinum, so kolla fjarðar
kvinnur nar í ongum av settunum
komu upp á 10 stig.
Í øllum trimum settunum var tað
bara javnt teir allarfyrstu bóltarnar,
men so fór TB avstað. Tá avtornaði,
var dysturin avgreiddur eftir minni
enn einum tíma, og TB hevur megn
að fyrsta setningin á ferðini norðan
fyri.
Hinvegin sær ikki gott út hjá KÍF,
sum hevur mist fleiri av stuðuls
spælarunum. Enn er einki stig komið
til høldar, og sum dysturin leygar
dagin háttaði seg, skal nógv henda,
um KÍF skal megna at vinna seg upp
úr botninum.
Bastu eisini ÍF
Eitt annað lið, ið hevur havt ilt við at
fótað sær higartil, er ÍF. Og tá liðið í
gjár tók ímóti TB á Kambsdali, bar
heldur ikki til hjá fuglafjarðar kvinn
um at sleppa longur upp á stiga
talvuni, har tær liggja næstniðastar
við bara tveimum stigum, ið eru
vunn in ímóti KÍF.
Hinvegin
hildu
TBkvinnurnar
fram, har tær høvdu slept dagin fyri,
og tey bæði fyrstu settini vunnu tær
sera sannførandi, uttan at ÍF nakran
tíð fekk ein møguleika at koma í
gongd. Men tað kom ÍF afturfyri í
triðja setti, ið var um reppið at venda
dystinum til fyrimuns fyri vertirnar.
ÍF kom á odda 90 og helt leiðslu
na sera leingi. TB royndi at berja seg
inn aftur, men tað gekk øgiliga
spaku liga. Ikki fyrr enn TB vann seg
fram um 2423, vóru tvørákvinnur á
odda fyrstu ferð í settinum, og tær
megn aðu so eisini at taka síðsta
bólt in og vinna settið og dystin.
Samanumtikið eitt gott vikuskiftið
hjá TB, ið við hesum báðum sigr
unum vann seg upp á triðjapláss í
støðu ni, har liðið hevur fýra stig, eins
og Dráttur og Fleyr. So fæst at síggja,
um TB megnar at halda fast við
góðu gongdina norðanfjørðs, tá lið
ið sunnudagin skal til Sørvágs at
spæla ímóti SÍ. Tá fær TB í øllum før
um harðari mótstøðu, enn KÍF og ÍF
megnaðu at geva!
Við fyrst at vinna á KÍF
leygardagin (myndin) og síðani
á ÍF í gjár, megnaði TB at
spæla seg upp á triðjapláss í
Eikligunin hjá kvinnum. Undan
hesum báðum sigrunum hevði
TB einki stig
Mynd: Álvur Haraldsen
Eikligan, kvinnur:
TB tekur seg fram
Landslið uttan Williams
Tað hevur vakt øði, at Serena og Venus Williams ikki hava hug
at spæla á amerikanska landsliðnum í Federations Cup í
Tennis. Tað hava tær ikki gjørt síðani 2007, og nú finnast
Melanie Oudin og Liezel Huber at hesum. – At spæla fyri mítt
land er tað, sum eg vil. Eg skilji ikki, hví onnur velja øðrvísi,
sigur Oudin, sum er nummar 49 á alheims styrkilistanum.
Løgdu á spælararnar
Tað gekk hart fyri seg, tá Djurgården í gjár spældi móti Assyriska í
upp og niðurflytingardysti til bestu svensku deildina. Djurgården
vann dystin 30 – og harvið 32 samanlagt – men tað forðaði ikki
óðum heimaáskoðarunum at leggja á spælarar hjá Assyriska. Við
dystarlok tustu fleiri áskoðarar inn á vøllin, og løgdu eftir
spælarunum hjá Assyriska. Enn hevur løgreglan ikki handtikið
nakran áskoðara, men hendingin er øll fest á sjónband, og hetta
verður brúkt, nú løgreglan skal hava fatur á búrkroppunum.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen