mikudagur 28. november 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bæði VÍF og Neistin
hava torførar útidyst-
ir á skránni miku-
kvøldið
HONDÓILTUR – MENN
Jákup Mørk
Sum kappingin hevur lagað
seg, so tykjast tað verða
VÍF og Neistin, sum skulu
dystast um gullmerkini í
bestu
mansdeildini,
og
bæði hesi skulu í eldin
mikukvøldið.
Torføriri dystir
Fyri báðar partar er talan
um dystir, sum kunnu verða
sera torførir, so tó at bæði
liðini mugu roknast fyri
favorittar, so man eingin
teirra taka nakað fyri givið.
Vestmenningar fara á
vitjan á Skála, og har hava
teir so longu fingið í minsta
lagi eina ávaring, tá StÍF
herfyri tók stig frá Neist-
anum. Harafturat var StÍF
einasta liðið, sum megnaði
at koppa vestmenningum í
fjør, og ivaleyst vilja meist-
ararnir eisini hevna hetta.
StÍF hevur í ár givið
prógv um, at liðið kann
spæla fult upp ímóti odda-
liðunum, men hinvegin
hava avrikini hjá liðnum
verið ov óstøðug til, at liðið
veruliga kann gera seg
galdandi. Spurningurin er
so, hvar avrikið hjá teimum
fer at liggja á víttfevnandi
skala teirra hesaferð.
Neistin fer samstundis á
vitjan hjá Tjaldri, og fyri
bara einum ári síðani, hevði
hetta neyvan verið nakar
dystur, sum Neistin hevði
roknað við nøkrum trupul-
leikum av.
Eftir fleiri ár við løkum
úrslitum, er rákið tó vent í
Runavík, og í skrivandi løtu
hevur liðið ikki tapt í trim-
um dystum á rað. Teirra
millum á útivølli móti StÍF.
Í fyrra dystinum millum
liðini í grundspælinum
vann Neistin akkurát við
einum brotskasti í seinasta
sekundinum av dystinum. Í
Havn vilja teir sjálvndi vera
við, at liðið er vorðið betri
síðani tann dystin, men
spurningurin er so, uim
Tjaldur ikki hevur betrað
seg eins nógv.
Lokauppgerð á Hálsi
Seinasti dysturin miku-
kvøldið verður í Havn, har
Kyndil tekur ímóti H71.
Enn einaferð má Kyundil
finna seg í leiklutinum sum
outsidari í dystinum, og
hetta tykist gerast vanligi
leiklutur teirra í ár.
Hoyvíkingar hava hin-
vegin triðja plássið í deild-
ini at spæla um. Um viku-
skiftið skryktu teir seg leys-
ar av strandingum í hesum
stríðnum, og møguleiki er
nú at økja um munin, um so
er, at VÍF fer at fáa fulla
úrtøku á Strondumk.
Onkrar broytingar
verða í botninum á
stigatalvuni eftir
dystirnar í miðvikuni
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Av misgávum umrøddu vit
ikki komandi dystin millum
Kyndil og Sóljuni í týs-
dagsútgávu okkara. Hestin
dysturin skuldi leikast á
Hálsi týskvøldið eftir evsta-
mark okkara.
Her verður tað setning-
urin hjá báðum pørtunum
at vinna sær tvey harðliga
tiltrongd stig, soleiðis at
eitt sindur av frástøðu kann
fáast til niðastu sessirnar.
Fyrra dystin millum liðini
vann Kyndil við einum
máli, og so er spurningurin,
hvørt tær megna eina end-
urtøku av hesum.
Torført hjá StÍF
Á Skála kemur VÍF á vitjan
hjá StÍF, og her er einki at
ivast í, at VÍF er risastórur
favorittur. Tað hevur verið
mest sum leikandi lætt hjá
verjandi meistarunum hig-
artil í ár, og einki er, sum
bendir á, at StÍF megnar at
steðga sigursrøðini.
Dystaryvirlit
1. deild kvinnur
27.11
18.00
Kyndil-Sóljan
Poli/Jústines
28.11
18.30
StÍF-VÍF
Kári/Trúgvi
1. deild menn
28.11
20.00
StÍF-VÍF
Kári/Trúgvi
28.11
20.00
Tjaldur-Neistin
Hannis/Uni
28.11
20.00
Kyndil-H71
Hjalmar/Kristian
Flytingar í botninum
Kyndil og Sóljan skuldu týskvøldið
stríðast um, hvør teirra skuldi skapa eitt
sindur av fjarstøðu til botnsessirnar
Spennandi hjá
oddinum
Tjaldur skal mikukvøldið royna at halda fast um góðu gongdina, sum nú hevur ført teir
ósigraðar ígjøgnum tríggjar dystir á rað
Nr. 230 • mikudagur • 28. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
22
Nr. 230 - 28. november 2001
23
Langur Leygardagur í Runavík
Komandi vikuskifti er langur leygardagur og
marknaðardagur í Runavík.
Í hesum sambandi bjóðar Sjómansheimið
tilboð uppá gisting
Frá fríggjadag til sunnudag:
Fyri hvønn á dupultkamari:
Tlf. 447420 · fax 448830 · e-mail: hotell@post.olivant.fo
Vælkomin á Runavíkar Sjómansheim.
475,-
Kalt borð
Hvørt leygarkvøld og sunnukvøld
hava vit kalt borð
frá kl. 17.00-20.30
Hetta er galdandi hvørt vikuskiftið fram til jóla.
Í Tróndargøtu
29
tel. 318200
fart. 218199
Sett í sweat-shirt toy
Handilin er á tremur
við nýggjum frá NOA-NOA
Hesa vikuna hava vit eitt
serligt føðingardagstilboð:
Tilboðsprísur
Sett: jakki + buksur 798,-
Jakki v/hettu, svartur, str. S-XL
vanl. prísur 599,-
buksur v/elastik um miðjuna, svartar,
str. S-XL, vanl. prísur 599,-
Frá SøluRásini 2001
Vit vilja her takka øllum framsýnarum og tykkum, sum undirhildu. Stóra tøkk øll
tit, ið viljaðu stevnuna og sum hjálptu til bæði við einum og øðrum.Vit vilja
ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. SøluRásin 2002 verður aftur
vikuskiftið 2. og 3. november 2002.
Vinarlig heilsan
Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan
Lýsið
við
brúktum
bilum
Internet
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
23