Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 25 Rætting Leygardagin 24/11 var lýsingin um »Miss Galaxy Europe 2001« komin skeivt fyri. Vit biðja um umbering. Tekning til Miss Galaxy Europe 2001 um Atlantic Airways steypið tann 7. des. er á tlf. 213546/Jákup Jacobsen. Tekningarfreistin er 26. nov. Umbýti av sjóvinnubrøvum Sjóvinnufyrisitingin vil minna á, at tey sjóvinnubrøv (útgivin fyri 18. juni 1999), sum geva rættindi sum yvirmaður umborð á einum handilsskipi í altjóða sigling, skulu í seinasta lagi 1. februar 2002 vera skift út til tey sokallaðu STCW-95 sjóvinnubrøv. Treytirnar fyri at fáa tey nýggju sjóvinnubrøvini eru: Navigatørar: - prógv fyri loknað útbúgving á sjómansskúla - siglingarbók ella aðra váttan um siglingartíð við handilsskipum - galdandi heilsuprógv fyri sjófólk - GMDSS-GOC ella ROC-prógv - passmynd - navigatørar, ið hava staðið skipara- ella stýri- mansprógv fyri 1991, skulu harafturat hava lokið skeið í vandamiklum farmi og radar- simulatorskeið - ARPA-simulatorskeið Maskinmeistarar: - prógv fyri loknað útbúgving á maskinmeist- araskúla - siglingarbók ella aðra váttan um maskintæn- astu umborð á fiski- ella handilsskipum - galdandi heilsuprógv fyri sjófólk - passmynd GMDSS-Radioprógv til nýtslu umborð á handilsskipum í altjóða sigling: - galdandi GMDSS-GOC ella GMDSS-ROC prógv frá Radioeftirlitinum - galdandi heilsuprógv - passmynd Teir navigatørar, sum ikki hava staðið radarsimulatorskeið ARPA, fáa árit um, at sjóvinnubrævið ikki gevur rættindi umborð á skipum, sum hava hesa útgerð. Viðkomandi má persónliga møta upp eftir nýggja sjóvinnubrævinum fyri samstundis at undirskriva hetta. Kravt verður ikki,at teir persónar,sum sigla við fiskiskipum, skulu umbýta síni sjóvinnubrøv. Víst verður annars til kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk. Eisini ber til at fáa fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Fiskimálastýrinum, www.fisk.fo Tórshavn tann 23.november 2001 Sjóvinnufyrisitingin Yviri við Strond 19 100 Tórshavn Fiskimálastýrið Sjóvinnufyrisitingin Vegna ávisan feil í fyrru lýsingini verður avloysara- starvið sum fulltrúi í Uttanlandsdeildini endurlýst. Fulltrúi Í sambandi við at ein fulltrúi á uttanlandsdeildini fer í barnsburðarfarloyvi, verður við hesum søkt eftir avloysara í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. juli næsta ár 2002. Uppgávur Arbeiðið fevnir m.a. um altjóða handilspolitikk, heruppií handilssáttmálar Føroya við onnur lond, viðurskiftini við Evropasamveldið og viðurskiftini við aðrar altjóða felagsskapir. Faklig førleikakrøv Tað verður sett sum krav, at umsøkjarar hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærusetri í tí samfelagsvísindaliga økinum so sum stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði ella líknandi útbúgving. Tey, sum eru undir líknandi útbúgving, kunnu eisini søkja starvið. Tað verður eisini sett sum krav,at umsøkjarar eru stinnir í før- oyskum og enskum máli. Persónlig førleikakrøv og royndir Harumframt eiga umsøkjarar at vera samstarvsfúsir og at kunna virka til lítar á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Set- anarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna við til- hoyrandi stovnum og aðalstýrini. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Herluf Sigvaldsson,deildarstjóra,tlf. 351010, fyri at hoyra meira um starvið. Umsóknir Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi 10. desember 2001. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløgmanni. Løgmansskrivstovan er skipað í tríggjar deildir og tvær tænastueindir og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi uppgávur, eitt nú landstýrisfundir, uttanlandsmál, umboðan, starvsfólkapolitikk, fyrisiting, nýskipan og sjálvstýrismál. LØGMANSSKRIVSTOVAN Aðalfundur verður í Høllini á Stórheyggi mikukvøldið 28.11.01. Skrá samb. viðtøkum felagsins. Stuðulsfelagið hjá Havnar Fimleikafelag Bakaralærligur søkist BAKARÍIÐ Mylnan Postboks 3334 FO-110 Tórshavn Bókavørður Søkt verður eftir avloysara fyri bókavørð í barns- burðarfarloyvi tíðarskeiðið 14. januar - 26. juli 2002. Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður.Tann, sum settur verður skal arbeiða við skrásetingar- uppgávum og annars taka lut í øllum vanligum bókavarðaarbeiði. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt í bólki VI sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir við upplýsingum um arbeiðsroyndir og við próvskjølum verða at senda Føroya landsbóka- savni í seinasta lagi 18. desember 2001. 26/11-01 Føroya landsbókasavn J. C. Svabosgøtu 16 Box 61 110 Tórshavn Móttøka Í samband við at Klaksvíkar Bókasavn er liðugt um- vælt verður almenn móttøka á bókasavninum fríggjadagin 30/11-01 frá kl. 15.00 til 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Klaksvíkar Bókasavn -har tað hendir Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Starvsfólk til skatta- og avgjaldsøkið Virksemi okkara innan skatta- og avgjaldsøkið er støðugt vaksandi. Vit hava tí brúk fyri einum starvsfólki afturat, sum burturav skal arbeiða við skatta- og avgjaldsspurningum. Arbeiðið fevnir um ráðgeving og tænastur innan skatta- og avgjaldsøkið. Innan fevna uppgávurnar um ymiskar skattligar spurningar viðvíkjandi • persónum • feløgum • grunnum • deyðsbúgvum v.m. bæði sæð í mun til innanhýsis føroyskar skattareglur og í mun til tær tví- skattaavtalur, sum Føroyar hava við onnur lond. Á er serliga talan um viðgerð av ymsum spurningum um meirvirðisgjald. Tær einstøku uppgávurnar verða vanliga loystar í samarbeiði við grann- skoðararnar. Fleiri av uppgávunum verða loystar í samstarvi við KPMG skrivstovur og aðrar grannskoðarafyritøkur í øðrum londum, serstakliga í Danmark, Íslandi og Noregi. Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv, har rætti umsøkjarin hevur høvi at seta sín dám á starvið. Tann, ið settur verður, skal hava • hóskandi ástøðiliga útbúgving • viðkomandi arbeiðsroyndir • lætt við at samstarva • evni at samskifta í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum Roknað verður við at viðkomandi er fryntligur og fyrikomandi og til reiðar at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí. Lønin verður ásett eftir útbúgving og royndum. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 15. desember 2001. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Paula Ellefsen ella Súna Schwartz Jacobsen á telefon 34 34 34. Starvslýsing Umsøkjarin Umsóknin skattaøkið avgjaldsøkinum Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. KPMG Vit eru 25 starvsfólk, herav 2 statsaut. revisorar, 3 cand.merc.aud., fleiri við HD og á veg til HD og cand.merc.aud., og ein við serroyndum innan edv. KPMG statsaut. revisorar Sp/f, sum er føroysk ogn burturav, er limur í KPMG International, eitt av heimsins størstu samtøkum av grannskoðarafyritøkum við meira enn 100.000 starvsfólkum til samans. KPMG veitir tænastur innan grannskoðan, roknskap, fíggjarstýring, skatt og mvg, og aðrar serligar tænastur á hægsta góðskustigi. Endamálið við KPMG International er, at kundar hjá KPMG í gjøgnum samstarv millum grannskoðara- fyritøkur kunnu fáa somu tænastur og somu høgu góðsku um allan heimin. Limaskapur okkara í KPMG ger eisini, at bæði vit og kundar okkara kunnu fáa beinleiðis samband við serdeildir í stórum útlendskum grannskoðarafyritøkum. KPMG í Føroyum hevur ein góðan og breiðan kundaskara við bæði stórum og smáum kundum innan handil, ídnað, fíggjarstovnar, kommunur og stovnar undir landinum. KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Heimasíða: www.kpmg.fo, E-mail: kpmg@kpmg.fo team85 Gott jólabingo verður í Glæmuni í Kvívík mikukvøldið 28. nov. kl. 19. At vinna verður m. a. karamellur, krov og dunnur. Høvuðsvinningurin er krov, dunna og karamellur. Full pláta 300 kr. 12 plátur fyri 100 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin. Glæman Læknakanning fyri sjófólk Sjóvinnufyrisitingin boðar frá, at reglurnar um læknakanning fyri sjófólk eru broyttar. Sambært nýggju reglunum eru tað bert teir læknar (komm- unulæknar),sum hava fingið serliga góðkenning frá Sjóvinnufyrisitingini, sum kunnu fremja hesa kann- ing. Læknakanningin er víðkað og umfatar eisini eina kanning av sjón og hoyrn við atliti til rættindi at kunna ganga vakt á brúnni og í maskinrúmi. Teir flestu kommunulæknar í Føroyum hava fingið hesa góðkenning, sum er eyðmerkt við einum ser- ligum stempli og góðkenningarnummar.Fleiri upp- lýsingar um broytingarnar og yvirlit yvir góðkendar sjóvinnulæknar er at finna á heimasíðuni hjá Fiski- málastýrinum www.fisk.fo Sjóvinnufyrisitingin Tórshavn tann 26.november 2001 Lærari søkist Søkt verður eftir lærara til Eiðis skúla. • 1 starv 21 tímar fyri lærara í barnsburðarfar- loyvi. Á tímatalvuni er m.a.: Føroyskt 5. fl. Enskt 6. fl. Enskt 7. fl. Starvið er tíðaravmarkað frá 3. januar til 19. juni 2002. Løn sambært avtalu millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki 18.1 til 27.4. Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrsta- lærara á tlf. 423579 ella 423092. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmæl- um skulu vera Eiðis skúlanevnd í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. desember 2001. Eiðis skúlanevnd v/ Annika Egholm 470 Eiði Eiðis skúli hevur undirvísing 1. - 7. árgangi. Tað eru 8 lærarar og 87 næmingar í Eiðis skúla. http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo Internet -tað loysir seg! C M Y K 25 24