Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 9. november 2009 29 hann, hóast at tað seinni vísti seg, at avgerðin ikki var formelt tikin. Tá Schabowski var liðug ur at lesa fráboðanina, spyr ein út ­ lendskur journalistur úr salinum: »Nær fær hetta gildi?«. Og tá hendir tað, sum í týsku søguni verður nevnt Tað eydnu­ sama mistakið«. Schabowski svarar fjøld ini av útlendskum tíðindafólkum við minni ligu orð unum: »AB SOFORT« (Bein anvegin). Seinastu orðini á tíð indafund­ inum fingu fleiri vesturtýskar útvarps­ og sjónvarpsstøðir at bera tíðindini, at »nú var múrurin opin«. Hetta fekk túsindtals DDR­borgarar at leita seg til vestur týska markið, har tey kravdu av markna eftirlits fólk­ unum at sleppa frítt ígjøgnum til Vestur­Týsklands. Hvørki marknaløgreglan ella »Stasi« vóru gjørd kunnug um broyttu ferða­reglugerðirnar, sum Gunth er Schabowski hevði borið fram á tíðindafundinum sama kvøldið. Bornholmer Strasse fyrst Fyrsta staðið har markið var latið upp var í Born holmer Strasse. Løtu seinni var markið latið upp á fleiri øðrum støðum, og gjøg­ num náttina, og tíðliga um morg­ unin floymdi ein stórur streymur av eysturberlin arum inn í Vestur­ Berlin. Mongu eysturtýskarnir sum leitaðu sær til Vestur­Berlin blivu stórliga fagnaðir. Og tey flestu vertshúsini bjóð aðu ókeypis øl fyri at há tíðarhalda ta søguligu løt una. Fólk sum ongantíð høvdu møtst í lívinum hálsfevndust og táraðu av gleði. Í øllum gleðis­ rúsinum klatraðu fleiri vestur­ berlinarar upp á múrin og upp á Branden burger Tor, sum hevði verið púrasta ógjørligt at gjørt bara eitt samdøgur áðrenn. Tá tað frættist í vesturtýska sam veldis­ tinginum, sum tá hevði sætið í Bonn, at múr urin var fallin, steðgaði orða skiftið, og allir ting­ limirnir stemmaðu í tann týska tjóðsangin. Útlendingar sakna múrin Nú 20 eru liðin síðani vit tilkomnu og eldru sótu sum negld til sjónvarpsskíggjan, eru ikki so mong spor eftir av múrinum. Í tí stóra gleðisrúsinum fyri 20 árum síðani, høvdu berlinarnir bara eina stevnu, og tað var at rudda múrin burtur, og ongantíð ov skjótt. Mong møttu sjálvboðin fyri at høgga múrin sundur í smá petti. Kortini goymdu mong eitt petti av múrinum sum eitt minni. Og ta einu tíðina gjørdist tað rættiliga væl umtókt at selja pettir av Berlin­múrinum til útlendsk ferðafólk. Seinastu tíðina hava býar­ myndugleikarnir í Berlin kortini givið gætur, at tey mongu útlendsku ferða fólkini hava alstóran áhuga í at síggja múrin. Ein mein ingskanning, sum er gjørd millum útlendsk ferðafólk, sum vitja Berlin vísur, at ferðafólkini eru vónsvikin av, at múrurin er so lítið sjónligur, og at berlinarar hava oyðilagt eitt minni í heimssøguni. Mong ferða fólk halda eisini, at múrurin kemur undir tað, sum ein nevnir »Heims­mentanar arvur«. Í Týsklandi eru fólk kort ini meira upptikin av at javna livistøðið millum fólk ini í teimum eystaru og vestaru landspørtunum enn, at múrurin skal hava eina framtíð sum turist­ attrak sjón. Munurin millum væl standin og vælferðina í tí fyrrverandi DDR og í tí fyrrverandi BDR er fram­ vegis ræðandi stórur. At varð­ veita múrin hevur held ur ikki havt stóran áhuga millum týskar politikkarar. Tað selur ikki politiskt at vilja varðveita eitt keðiligt og dapurt minni í søgu Týsklands. 3.000 metrar eftir Kortini eru tað berlinarar, sum halda, at tað síðsta sum er eftir av múrinum má varð veitast, so fólk kunnu skilja hvussu ræðuligt tað var at liva undir komm­ unistiska stýrinum. Tað er eisini markerað í gøtum og strætum, hvar múr urin gekk, so ferðafólk kunnu fylgja eini múrar slóð. Bara umleið 3.000 metrar eru eftir av Berlin­múrinum. Tað longsta pettið liggur tætt við tokstøðina í Eystur­Berlin, og er tað pettið umleið 1.000 metrar langt. Við kendasta marknaðar­ eftirlitið »Checkpoint Charlie« eru ung lesandi, sum eru ílætin sum markn aðareftirlitsfólk frá tíðini, tá múrurin stóð. Har leita mong ferðafólk fyri at fáa eina fotomynd, sum eitt minni um ein túr í Berlin. Nógv fólk klintraðu upp á múrin hesa náttina og løgdust á at bróta múrin niður