mánadagur 9. november 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 214 - 9. november 2009
Í dag eru liðin 20 ár síðani,
at berlinmúrin fall. Ein
av teimum, sum kendi
umstøðurnar í tí gamla
DDR, er Óli Jacobsen. Her
skal greiðast frá, hvussu
hann upplivdi støðuna í
DDR undan hesi søguligu
hending
Óli fekk ein pennavin, Jürgen, í
Rostock norðast í DDR í 1965 og
vitjaði hann fyrstu ferð í 1966.
Síðani tá hava Óli Jacobsen og
Jürgen verið vinir, og hava teir
havt neyvt samband alla hesa tíð.
Jürgen er tulkur í svenskum og
skandinaviskum. Tí skilir hann
ikki sørt av føroyskum. Hann er
føddur 20. mars 1945, og náddi
hann júst at koma til verðina,
áðrenn ræðið hjá Hitler varð fyri
beint. Tann russiski partur av tí
hersetta Týsklandi gjørdist í 1949
til DDR.
Hann hevur tískil bæði upp
livað ein kommunistiskan stat
gerast veruleiki og fara í søguni.
Óli hevur javnan vitjað Jürgen
alla hesa tíð, meðan hesar broyt
ingar fóru fram. Teir báðir Óli og
Jürgen vóru enntá í Berlin somu
viku, sum múrurin fall.
Ferðast kundi bert
annan vegin
Takkað verið hesum vinalagi
hevur Óli meira enn tey flestu
kunnað fylgt við, hvussu ein
einræðisskipan virkar. Og hetta
hevur kunnað latið seg gjørt við
at vitjað hagar. DDR var bert eitt
hanagleiv frá Danmark, og tað
tók bert einar fimm tímar við
toki frá Keypmannahavn til
Rostock.
Fyrstu ferð Óli var í DDR var í
1966, tá Walther Ulbricht, hand
langarin hjá Stalin, framvegis var
í vælmaktini.
Í dag kann farast til og úr
Týska land uttan tolleftirlit og
enntá uttan pass. Men soleiðis
var tað ikki við DDR fyrr. Eitt
var tað, at tað kravdist visum
eins og til onnur kommunistisk
lond. Hetta var í veruleikanumn
lættari at fáa til DDR enn til hini
londini. Tað kundi fáast eitt vis
um galdandi í ein dag á sjálvari
ferjuni frá Gedser til DDR.
Men tað serkenda við inn
ferðini var eftirlitið við tí, sum
kom inn í landið. Politikkurin hjá
DDR var at verja íbúgvararnar
móti, eftir teirra tykki, óhóskandi
kunnleika til viðurskiftini vestan
fyri. Tí var væl kannað eftir, hvat
mundi vera í viðførinunum av
lesnaði. Og her varð alt eftir
hildið, sum ikki var góðkent. Av
donskum bløðum var tað bert
blaðið hjá kommunistaflokkinum
»Land og Folk«, sum tað var
loyvt at hava við sær inni í
landið. Bløð sum Politiken og
Berlingske Tidende høvdu ongan
kjans. Og vóru føroysk bløð við í
viðførinim vórðu tey eisini tikin.
Hetta var púra ørt. Tey vóru fá,
sum skiltu danskt og enn færri,
um nakar, sum skiltu føroyskt, so
bløð á hesum málum máttu rokn
ast fyri at vera púra óskaðilig fyri
”politisku heilsuna” í landinum.
Hvussu øvugt hetta var sást eisini
av, at á hvørjum húsataki var
hópur av antennum, ætlaðar at
taka ímóti vesturtýskum sjón
varpi, sum øll skiltu!
Greinin hjá Hjarnar
Men tað var altíð við nervum, at
bíða var eftir DDR tolleftirlit
inum, tí tú kundi ongantíð føla
teg heilt tryggan fyri, hvat kundi
fara at henda, tá teir grópaðu
viðførið ígjøgnum.
Tað vóru fleiri hendingar, sum
tað kundi verið greitt frá. Eina
ferð hevði Óli verið til samráð
ingar saman við Hjarnari Djur
huus, sum var formaður í
Reiðarafelagnum fyri Farmaskip.
Tá hevði hann frá Hjarnari fingið
eina grein, har yvirskriftin var, at
tað stórt sæð eingin munur var á
kommunismu og nasismu. Óli
koyrdi greinina í taskuna og
gloymdi hana.
Nakrar dagar eftir fer hann til
DDR. Marknaeftirlitið fer at leita
í taskuni. Knappliga hála teir
umrøddu greinina fram og fara
íðnir at kanna yvirskriftina. Teir
skilja í hvussu er, at hon er ill
grunasom. Óli orðnar um skall
an, og veit ikki um hann er
keypt ur ella seldur, tí sjónar
miðið í hesi grein var so avgjørt
ikki populert í DDR.
Ikki bøtir tað um støðuna, tá
Óli verður biðin um at koma úr
tokinum og inn í eitt bíðirúm,
meðan málið verður kannað. Í
fyrsta umfari uggar Óli seg við,
at hesir ungu fýrarnir ikki duga
danskt og tí ikki skilja greinina
sum heild. Sum tíðin líður kemur
Óla til hugs, at kanska hava teir
sent boð eftir onkrum, sum dugir
danskt, og kaldasveittin kom
rættiliga fram! Men so komu
eftirlitsmenninir aftur sera álvar
samir og søgdu, at tað var ikki
loyvt at taka hesa grein inn í
DDR. Nú løgdu teir hald á hana.
So góvu teir eina kvittan, og
greinin kundi fáast aftur, tá farið
varð av landinum aftur við at lata
kvittanina inn aftur. Og sloppið
varð!
Ómøguligt at sleppa
av landinum
Kundi tað vera trupult at koma
inn í DDR, so var tað fullkomi
liga útilokað hjá tess egnu
borgarum at sleppa av landinum.
Hetta var jú eisini endamálið við
berlinmúrinum. Áðrenn tokini
fóru umborð í ferjuna til Dan
markar varð við hundum og
lyktum leitað eftir, um nakar
mundi krógva seg onkunstaðni,
so hann kundi sleppa ólógliga av
landinum. Og Gud náði tann,
sum royndi hetta og varð tikin.
Hetta totala útferðarforboð
linkaði nakað, sum frá leið.
Fyrstu ferð Jürgen slapp av
landinum var í 1979 í ørindum.
Men hann slapp bert einsamallur.
Konan mátti vera eftir, so nøkur
lunda trygd kundi vera fyri at,
hann kom aftur. Og boðini vóru,
at tað skuldi ikki takast upp
óneyðugt samband við borgarar í
viðkomandi landi, so DDR
borgarar ikki skuldu kom undir
ringa ávirkan. Men um hetta varð
hildið, bar ikki til at eftirkanna
og tað mundi ikki verða hildið
nakað serligt.
Eitt annað sum seinni hendi
var, at fólk, sum høvdu rokkið
pensjónsaldur, frítt kundi fara av
landininum. So spardi statskassin
hesar útreiðslur. Men hjá vanlig
um fólki at fara av landinum var
ikki hugsingur um.
»Fólkafíggindar« endaðu
í arkivunum hjá Stasi
Tað er greitt, at eitt land kann
bert stýrast á hendan hátt við
einum dyggum eftirliti av borg
arunum. Og her hevði DDR
Stasi, trygdarløgregluna. Henn
ara uppgáva var at fylgja við í tí,
sum rørdi seg í fólkinum, so tað
kundi staðfestast, um nøkur and
støða fanst, sum myndugleikarnir
skuldu hava eyguni við.
Jürgen sigur, at sum borgari
merkti hann væl, at hann eins og
aðrir borgarar var undir eftirliti.
Tað, sum gjørdi hann ”misteinki
ligan”, var, at hann ikki vildi
gerast limur í ”flokkinum”. Her
skuldi verið alt at vunnið, tí ein
slíkur limaskapur skuldi opna
dyrnar fyri nógvum møguleikum,
sum aðrir borgarar ikki fingu.
Men Jürgen heldur tó ikki, at tað
kom honum aftur um brekku, at
hann ikki vildi gerast flokslimur.
Ein onnur orsøk hjá
myndugleikunum at hava eyguni
við Jürgen var hansara samband
við vesturheimin. Hann var í
brævaskifti við fleiri og millum
hesar Óla. Tað er neyvan ivi um,
at hetta samband var skrásett.
Jürgen fekk eisini vitjan úr
vesturheiminum. Her høvdu
myndugleikarnir ein snildan hátt
at skráseta, hvør fekk vitjan.
Hvørja ferð ein kom inn í landið,
skuldu eitt oyðublað fyllast út,
har tað eisini skuldi skrivast á,
hvør skuldu vitjast. Alment var
hetta gjørt av hagtalsorsøkum,
men oyðubløðini kundu so eisini
nýtast at skráseta, hvør fekk
vitjan.
Jürgen sigur, at hann væl visti
av, at tey fólk, sum høvdu við
hann at gera, vórðu útspurd um
hansara ”sinnalag” móti stjórn
ini. Tað kom eisini javnan fyri, at
hann sjálvur varð spurdur um
sínar grannar og aðrar kenningar.
Men teir upplýsingar hann kundi
geva, vóru so meinaleysir, at
áhugin fyri honum minkaði, sum
tíðin leið.
Jürgen sigur tó, at hóast hesa
yvirvaking, so føldi hann seg
ongantíð hóttan, og tað hendi
honum heldur ongantíð nakað.
Tað, sum hendi eftir at Týsk
land varð sameint, var, at
borgarar í gamla DDR hava
fingið møguleika fyri at kanna
eftir, hvatið er skrásett hjá Stasi
um tey. Men nógv hava eisini
fingið eitt sjokk, tá tey hava
staðfest, at kanska fólk, sum
hava staðið teimum nær, hava
meldað tey til loyniløgregluna.
Og tað er ikki stuttligt at vita.
Jürgen hevur eisini søkt um at
fáa innlit í sína saksmappu.
Higartil hevur hann fingið at
vita, at tað finnast rættiliga fitt
av skrásetingum um hann.
Tað er greitt, at ein slík stýris
DDR áðrenn múrurin fall
Jürgen og Eva úr gamla DDR hava sína serligu søgu. Jürgen er føddur undir nasismu, livdi so nógv ár undir
komminismu og livir nú í frælsi