Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 9. november 2009 31 skipan kann ikki yvirliva. Fyrr ella seinni kemur hon at brenna saman. Tað hendi eisini við DDR. Hóast alla propagandu lat tað seg ikki dylja, at munurin millum livilíkindunum eystanfyri og vestanfyri gjørdist størri og størri. Tað bar heldur ikki til at halda einum heilum fólki mestsum hermetiskt innilokað í landinum. So endin gjørdist ein óblóðigur uppreistur, sum aftur endaði við eini sameining av Eystur- og Vesturtýskalandi. Vónirnar eystanfyri vóru eisini stórar, eins og lyftini vestanifrá vóru stór. Tey vóru, at innan 2 ár skuldu eystur fíggjarliga koma á hædd við vestur. Soleiðis hevur tað tó ikki gingið. Framvegis eru lønirnar lægri eystanfyri. Arbeiðsloysið er munandi hægri enn vestanfyri, og fólk rýma úr gamla DDR. Ein býur sum Rostock, sum fyrr hevði 250.000 íbúgvar hevur nú færri enn 200.000. Hann er giftur við Evu, sum eisini er úr Rostock. Meðan Jürgen er tulkur í skandinav isk- um, so er Eva tulkur í polskum og russiskum. Tey bæði eiga tvey børn Aina og Timo. Seinasta frá Jürgen í morgun Eg havi frætt frá Jürgen í morg- un. Hann sigur, at hann hevur ikki enn fingið meira at vita frá Stasi, skjalasavninum hjá loyni- løgregluni, enn at har liggja 200 síður í hansara sak. Tað skal vera løgið um eg sjálvur ikki eigi onkra av hesum síðum, so nógv, sum vit høvdu saman. Jürgen minnist sjálvsagt væl hendan dagin fyri 20 árum síðani. Hann var á einum skeiði norðanfyri Berlin. Hann hoyrdi í útvarpinum talsmannin fyri DDR stjórnina Günter Schabowski eitt sindur stamandi lesa upp søguligu fráboðanina um, at frítt var nú at fara vestur um. Hetta ljóðaði heilt ótrúlig, men Jürgen skilti, at nú var markið opið til vestur- heimin. Hann helt, at nú skuldi hann nýta høvið at fara at heilsa uppá eina fastur í Vestur Berlin. Men tá ið hann kemur til markið, er ein sera long bíðirøð. Marknaðareftirlitið stemplaði í passið eitt dagsloyvi at fara vestur um, og hetta tók sína tíð. Hetta var ov drúgt at bíða, so Jürgen slerdi av at fara tann dagin. Jürgen hevði ein mánaða frammanundan hitt Schabowski við eina tolkingaruppgávu í sambandið við 40 ára dagin fyri stovnanina av DDR. Hann var tá sera atfinningarsamur móti DDR-leiðsluni og hennara mangl andi hug at gera nýskip- anir. Men hann væntaði, at múrurin fór at vera opin, tá hann røkk efrirlønaraldur nøkur ár seinni. Tað gekk bert ein mánaði. Schabowski varð seinni rættarsøktur saman við øðrum leiðarum í DDR. Hann fekk trý ár at sita. Hann átók sær moralska ábyrgd av tí, sum var hent í DDR, og hann slapp við bert at sita i eitt ár. Tað var skjótt at Jürgen slapp at ferðast heilt frítt, og tað hava hann og konan eisini gjørt. Mill- um annað við at vitja dóttir teirra, Aina, sum er gift í Schweits. Tað skal bert skoytast uppí, at Jürgen og Eva eru sera dámlig fólk, sum tað hevur verið ein fragd at kenna. Ein onnur søgu, um hvussu skipanin í DDR eisini kundi virka, er hendan: Einaferð hevði Óli bókina “Maskering og Sandhed” eftir vesturtýska rithøvundanum Günther Walrauf við sær í viðførinum. Hann var kendur fyri at vera kritiskur móti skipanini í Vesturtýsklandi. Hetta vistu teir ungu DDR hermenninir eftir øllum at døma einki um, so fyri ”sikkurheits skuld” løgdu teir hald á bókina og tóku hana við sær. Heimafturkomin skrivar Óli eitt klagubræv til umboðsstovuna hjá DDR í Keypmannahavn og klagar um, at bókin er tikin frá honum, hóast hon ikki á nakran hátt kundi sigast at vera ”hættislig” í DDR. Tað var heldur hin vegin. Nakrar mánaðir seinni kemur ein tjúkkur brævbjálvi við postinum. Tá var hon frá DDR umboðsstovuni í Keypmannahavn. Í brævbjálvanum var brævið, sum er endurgivið her. Teir vóru sera harmir um ta viðferð, sum Óli hevði fingið. Nú høvdu teir útvegað eitt nýtt eintak av hesi somu bók, sum var hjáløgd. Brævið endaði við vón um, at Óli aftur vildi koma á vitjan í DDR. Soleiðis virkaði skipanin eisini Hetta er bókin, sum Óli Jacobsen fekk frá eysturtýsku myndugleikunum, eftir at tann fyrra varð tikin í tollinum