mánadagur 9. november 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
Borgarstjórin í Vági
og á Tvøroyri eru
samdir um, at skal
nøkur meining vera
í at leggja komm
unurnar í Suður oy
saman, má topp
urin skerast av
kommunuskuldini
Samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skal nakað endamál verða
við at leggja Suðuroynna
saman í eina kommunu, má
toppurin takast av komm
unu skuldini.
Tað eru Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri í Vági og
Kristin Michelsen, borgar
stjóri á Tvøroyri púra samd
um.
– Verður toppurin ikki
skorin av kommunuskuldini,
kann tað gera tað sama at
leggja saman tí hevur tann
samanlagda
kommunan
onki rásarrúm yvirhøvur og
fær ikki virka, siga teir báð
ir borgarstjórarnir.
Onki endamál
Borgarstjórin í Vági var
leingi ímóti at leggja alla
Suðuroy í eina kommunu.
Men beint upp undir sein
asta kommunuval, tók hon
øll á bóli, tá ið hon brádliga
kunngjørdi, at hon hevði
broytt hugsan og at hon nú
helt, at tað einasta rætta er
at savna alla Suðuroy í eina
kommunu.
– Men eg eri komin eftir,
at skuldin hjá Vági og
Tvøroyri er so stór, at
verður toppurin ikki skorin
av skuldini, tænir tað ong
um endamáli at leggja sam
an, sigur hon nú við Sosial
in.
– Tað er onki endamál í
at leggja saman bara fyri at
leggja saman. Hava vit onki
fíggjarligt rásarrúm, fáa vit
ikki virka og so er onki at
leggja saman til.
Frættu onki aftur
Kristin Michelsen er samd
ur og hann vísir til, at lands
stýrismaðurin í fíggjar mál
um hevur fleiri ferðir nevnt,
at leggja kommunur saman,
er hann opin fyri at viðgera
spurningin um at skera
topp in av kommunuskuldini
fyri at geva samanløgdu
kommununi eitt fíggjarligt
rásarrúm at virka í.
– Borgarstjórarnir í Suð
ur oy hava fyri langari tíð
síð ani biðið Jóannes Eides
gaard um fund um hetta
málið, men enn hevur hann
ikki latið frætta frá sær, sig
ur borgarstjórin á Tvøroyri.
Annars heldur borgar
stjórin á Tvøroyri, at nógvar
pílar fyri Suðuroy vísa
skeiva vegin í løtuni.
– Fólkatalið minkar al
samt og barnatalið minkar
alsamt. Á flakavirkinum í
Vági hevur verið at kalla
øskukalt í langa tíð og á
øðrum fiskavirkjum hevur
eisini verið avmarkað ar
beiði. Og samstundis sum
landspolitikarar sjálvir hava
ført ferðavinnuna fram sum
eina sjálvsagda vinnu at
menna í Suðuroy, ætla teir
at skerja ferðaætlanina hjá
Smyrli, so at umstøðurnar
at ferðast til og úr Suðuroy
og at reka ferðavinnu,
versn ar munandi.
Í hesum sambandi kann
eisini vísast á, at í ár byrjaðu
tilsamans 61 børn í fyrsta
flokki í Suðuroy. Ein fram
skriving hjá mentamála ráð
num vísir, at longu í 2015,
verða tað ikki fleiri enn 41
børn, sum byrja í fyrsta
flokki í Suðuroy, ella heili
20 færri.
Hetta ger Suðuroy til tað
økið í landinum, har barna
talið minkar nógv mest tey
næstu árini.
– Tí er tað altavgerandi at
fáa ung húski at flyta í
oynna, men ein fortreyt fyri
tí er, at størv og onnur til
boð eru til tey, men tað hava
kommunurnar ógvuliga av
markaðar, fyri ikki at siga
púra ongar, møguleikar til,
sum fíggjarliga støðan er
nú.
Annars eru fíggj arætl an
irnar hjá kommununum fyri
næsta ár ikki lagdar enn,
men tað lýsir væl fíggjarligu
støðuna, sum kommunurnar
eru í, at Hvørki Vágur,
Tvør oyri ella Hvalba, hava
at kalla eina krónu til íløgur
næsta ár, fortelja borgar
stjórarnir fyri Sosialinum.
– Tí er tað neyðugt at fáa
toppin av kommunu skuld
ini, so at ein samanløgd
kommuna kann fara undir
verulig tiltøk, sum kunnu
menna oynna í eini roynd at
fáa fólk at flyta aftur, ikki
minst fólk við útbúgving,
sigur Kirstin Strøm Bech.
Ongar
íløgur
í Vági
Tað verða at kalla ongar
íløgur í Vágs Kommunu
næsta ár.
Tað er greitt, nú Vágs
Býráð á fundi miku kvøld
ið hevði fíggjar ætl anina
fyri næsta ár til við gerðar
fyri fyrstu ferð.
Fíggjarætlanin skal til
viðgerðar í býráðnum aft
ur, áðrenn hon verður
sam tykt.
Men hóast broytingar
kunnu væntast, er tað
kortini rættiliga greitt, at
karmarnir liggja fastir og
tær broytingar, sum so
verða gjørdar, verða innan
fyri teir.
Og karmarnir eru teir,
at næsta ár verður skatta
prosentið og barna frá
drátturin tann sami sum í
ár, ella ávikavist 23,25% í
skatti og 4000 krónur í
barnafrádrátti.
Sostatt verður skatta
inntøkan næsta ár mett til
34,5 milliónir og tað er
ein góð hálv millión meiri
enn inntøkan vænt andi fer
at vera í ár.
Hinvegin hava spar ingar
og flytingar gjørt, at næsta
ár verður rakst urin 26,2
milliónir næsta ár og tað
er
hálvonnur
millión
minni enn í ár.
Hetta kemst av, at keyp
verður minkað, fólk eru
farin úr starvi, ella farin
niður í starvstíð og aðrar
flytingar.
Tá ið lánsgjøld eru
goldin er greitt, at lítið og
onki er eftir til íløgur.
Tað er eitt talandi dømi
um
fíggjarstandin
hjá
Vágs kommunu, at størsta
einstaka
íløgan,
sum
ætlanin er at gera í Vági
næsta ár, er, at 300.000
krónur skulu brúkast til
sitipláss við fótbóltsvøllin,
so at vøll urin kann verða
góð kend ur til dyst í Voda
fonedeildini,
har
VB/
Sumba skal spæla næsta
á, men tað verður undir
navninum FC Suðuroy.
Men ljóspunktið er so,
at nú er skuldin hjá Vágs
Kommunu komin beint
niður um eina álíkning.
Eisini í tveimum øðrum
av teimum størru komm
un unum í Hvalba og á
Tvør oyri, er tað longu nú
greitt, at tað verður at
kalla øskukalt við íløgum
næsta ár.
Borgarstjórarnir í teimum báðum størstu kommununum í Suðuroy, Kristin Michelsen og Kirstin Strøm Bech, eru púra samd um, at verður toppurin ikki saneraður
av kommunuskuldini, er tað púra endamálsleyst at tosa um at kommunusamanlegging í Suðuroy
Sanering ein fortreyt fyri
samanlegging í Suðuroy
Ódnarveður kravt 124
mannalív
Ódnin Ida, sum herjaði miðamerikanska landið El Salvador um
vikuskiftið, hevur kravt minst 124 mannalív. 60 onnur eru ikki
komin afturíaftur. Tað segði landsins forseti við eina
útvarpsstøð í morgun. Hann segði eisini, at nógv hús eru so illa
farin, at umleið 7.000 fólk noyðast at vera í tjaldlegum, sum
myndugleikarnir hava sett upp. Tað nógva regnið, sum ódnin
hevði við sær, elvdi til vatnflóð og skriðulop, og sum skilst eru
tað serliga skriðulopini, sum hava kravt mannalív. Ida hevur
eisini gjørt stóran skaða í grannalandinum Nicaragua.
Kina mennir Afrika
Kina fer at læna londum í Afrika 10 milliardir dollarar til
ymisk menningarátøk. Tað kunngjørdi kinesiski forsætisráð
harrin, Wen Jiabao, tá hann í gjár helt røðu á tí serliga sam
starvsfelagsskap inum, sum umsitur samstarv og handil millum
Kina og Afrika. Fyri trimum árum síðani lænti Kina londum í
Afrika fimm milliardir dollarar, og harumframt hevur kines
iska stjórnin gjørt sáttmála við 31 lond í Afrika um at avskriva
part av tí, sum tey skylda kinesiska ríkiskassanum. Kina hevur
víst stóran áhuga fyri Afrika tey seinastu árini, og hesi árini
hava kinesiskar fyritøkur gjørt stórar íløgur í eitt nú oljuvinnu í
afrikonskum londum, skrivar Reuters.