mánadagur 9. november 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
Vágs Býráð og
Tvør oyrar býráð
eru nú farin undir
samráðingar um at
leggja báðar komm
unurnar saman, men
enn er langt eftir á
mál
Samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Býráðini í Vági og á Tvør
oyri eru nú farin undir sam
ráðingar um at leggja báðar
kommunurnar saman.
Býráðini hava havt onkrar
fundir um samanlegging og
samráðingarnar halda fram
í næstum.
Eftir tann fyrsta fundin,
valdu bæði býráðini hvør
sín ar tríggjar limir í ein ar
beiðsbólk, sum skal sam
ráðast víðari um saman
leggingina.
Fyri Tvøroyrar Býráð eru
tað
Kristin
Michelsen,
borg arstjóri, Hallur í Heið
in um,
býráðslimur
og
komm unuskrivarin,
sum
manna arbeiðsbólkin og
fyri Vágs Býráð eru tað
Kirst in Strøm Bech, borgar
stjóri, Dánjal Bjarkhamar,
býráðslimur og býráðsskriv
arin, sum manna bólkin.
Sera væl nøgd
Sum ein partur í tilgongdini
hava býráðið eisini verið á
kunningarferð
í
Eystur
komm unu
og
í
Vága
Komm unu, sum eru tær
sein astu kommunurnar, ið
hava lagt saman.
Borgarstjórin í Vági og
borgarstjórin á Tvøroyri eru
samdir um at staðfesta, at
bæði í Vágum og í Eysturoy
eru tey sera væl nøgd við
samanleggingina.
– Eisini
teir komm
unu stýrislimir
sum framman undan
vóru ímóti saman
legginging hava yvir
giv ið seg og eru kom in
til ta niður støðu, at hetta
var rætta loysnin, sigur
Kirstin Strøm Bech.
Bæði borgar stjór in í Vági
og borgarstjórin á Tvøroyri
staðfesta kortini, at enn eru
tey ongan veg komin við
sam ráðingunum.
Tí er tað samstundis vón
leyst at siga nakað um úr
slitið.
Ringar vónir
Hóast samráðingarnar eru
komnar
stutt,
staðfestir
Kristin Michelsen longu
nú, at hann hevur ikki ser
liga góðar vónir um, at tað
fer at eydnast at leggja sam
an.
Hann heldur rætt og slætt,
at innast inni eru vágbingar
ikki serliga sinnaðir at
leggja saman.
Hann vísir á, at bæði leið
arin fyri sosialu deild hjá
Vági og Porkeri og leiðarin
fyri sosialu deild hjá hinum
fimm kommununum í Suð
uroy, hava nú sagt seg úr
starvi.
– Eg vildi mett, at skulu
vit tosa um samanlegging
er tað sjálvsagt, at vit byrja
við at leggja tær báðar
sosialu deildirnar saman í
eina felags deild fyri alla
oynna, tí tað
kann leggja teir
fyrtu lunnarnar undir
samanleggingini, sigur
borgarstjórin á Tvøroyri.
– Og so hevði tað eisini
verið ein sparing í tí, leggur
hann afturat
Men hann staðfestir, at
tað vilja vág bing ar ikki.
– Tá ið vit ikki so frægt
sum kunnu semj ast um tað,
veit eg ikki hvør nytta er í
at tosa fram haldandi um at
leggja báðar kommunurnar
saman í síni heild.
Hinvegin ásannar Kristin
Michelsen eisini, at skal
Suðuroy leggjast saman í
eina kommunu,
er tað ein for
treyt, at Vágur
og Tvør oyri eru
við, sum tær størstu
komm unurnar.
Tí hava hesar báðar
komm unurnar tikið fyrsta
stigið.
– Ber tað til hjá okkum at
semjast, er ætlanin at fara
til hinar komm unurnar at
tosa víðari um saman legg
ing, sigur borgarstjórin.
Annars hava vit frætt, at
Vágs Býráð setti sum krav,
at skal samanlegging vera,
skal býráðs um sitingin
verða í Vági?
Tað er rætt, at tað var
upp runaliga kravið, men
hinvegin blivu vit samd um,
at vit byrja við blonkum
pappíri og spurningurin um
hvar, umsitingin skal vera,
verður tað síðsta málið,
sum samráðast skal um.
Annars heldur hann, at
Suðuroyggin er væl fyri at
leggja saman, tí tað er ein
hópur av bygningum, havn
um og øðrum hentleikum í
oynni, so tað verður ikki
neyðugt at byggja nakað
ser ligt út.
Ein samlaður
pakki
Hinvegin
stað
fest ir
Kirstin
Strøm Bech, at
spurn ing urin
um
sam anlegging er ein
saml aður pakki.
Hon váttar, at í sam ráð
ingunum legði Vágs
Býráð út við einum
kravi um, at um
siting in hjá teirri saml aðari
kommuni skuldi vera í
Vági. Tað ynskið løgdu vit
fram eftir at býráðslimir á
Tvør oyri hava ført fram, at
tað er líka mikið, hvar um
sitingin og vit hava víst á, at
vit hava góð høli til enda
málið.
Hon vísir eisini til eina
veljarakanning, sum vísir,
at meirilutin av Vágbingum
er ímóti at øll Suðuroy
verður ein komm una.
Og ynskið um at umsit
ingin skal verða í Vági er
eisini fyri at gera tað lættari
hjá vágbingum at góðtaka
eina samanlegging.
Hon væntast annars, at
tað verður tórført at sann
føra vágbingar um eina
sam anlegging og hetta var
ein roynd at vísa á, at vit
vera ikki verri fyri eftir eina
samanlegging.
Men hon vísir eisini á, at
hetta var eitt samráð ing ar
upplegg og at semja er um,
at samráðingarnar skulu
byrja á blonkum pappíri.
Men hví vilja tit ikki
byrja við at leggja báðar
sosialu deildirnar saman,
soleiðis sum Kristin Mich
el sen rør framundir longur
frammi í greinini?
– Vit eru av teirri áskoðan,
at samanleggingin er ein
saml aður pakki. Tí er ætl
anin, at Vágs Býráð fer at
søkja eftir nýggjum leiðara,
men fyribils søkja vit eftir
leiðara
í
tíðaravmarkað
starv í tvey ár.
– Semjast vit um sam an
legging, stendur tað okkum
sostatt frítt fyri at taka tann
spurningin upp aftur, sigur
borgarstjórin í Vági.
Kortini væntar Kirstin
Strøm Bech ikki, at talan
kann verða um nakra sam
anlegging
fyrrenn
hetta
valskeiðið er runnið tann 1.
januar 2012.
Vágur og Tvøroyri tosa
um samanlegging
Hóast nýggja kommunuálitið ikki gevur greitt svar
upp á, hvussu Streymoy og Eysturoy skulu skipast
í komm unur í framtíðini, er ongin ivi, tá ið tað
kemur til Suðuroy. Kommunubólkurin sigur, at
Suðuroy hevði kunnað verið býtt í tvær eindir, men
talan er um eina oyggj, sum við síni frástøðu frá
meginøkinum er útjaðari í landinum og hevur verið
fyri stórari afturgongd. Fyri at stuðla sum mest undir
eina tilgongd, sum kann virka ímóti gongdini, sum
hevur verið, er neyðugt, at Suðuroy verður skipað sum
ein staðbundin eind. Tí mælir nevndin til, at Suðuroy
verður løgd saman í eina kommunu.
Elton John frískur aftur
Sangarin Sir Elton John er útskrivaður frá sjúkrahúsi í London,
eftir at hava verið sjúkur av influensu, sigur ein umboðsmaður
hjá stjørnuni. Gary Farrow sigur, at tann 62 ára gamla stjørnan
nú er komin heim, og er blivin frískur aftur. Men kortini hevur
Elton John útsett nakrar framførslur, sum skuldi verða
komandi vikurnar. Gary Follow sigur, at Elton John verður
aftur at síggja á pallinum saman við Billy Joel í Kalifornia 14.
November. Sir Elton John og Billy Joel hava framført saman í
teirra sokallaða Face 2 Face rundferð, har teir hava framført
kring Amerika í summar.
Laksaskip valdu nevndina aftur
Hósdagin í farnu viku varð aðalfundur hildin í Felagnum Laksaskip. Á skránni
var millum annað val av nevndarlimum, og úrslitið av tí varð, at øll í nevndini
vórðu afturvald. Í nevndini í Felagnum Laksaskip eru Anna Maria Simonsen,
Poul Martin Rasmussen, Palli Simonsen, Hans Andrias Joensen og Niels Jacob
T. Nielsen. Tiltakslimirnir Per Simonsen og Karl Nielsen vórðu eisini
afturvaldir. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Niels Jacob T. Nielsen
sum formanni, Poul Martin Rasmussen sum næstformanni og Onnu Mariu
Simonsen sum kassameistara.