Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 215 - 10. november 2009 Málið hjá løgmanni er framvegis at halda seg til samtykta útreiðslukarmin fyri fíggjarlógina komandi ár. Men løgmaður kann ikki útiloka, at hallið verður størri og karmarnir víðkaðir, tá tann politiska telvingin er liðug Fíggjarlógin Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com - Málið er at halda seg til tann karmin, sum løgtingið samtykti við ólavsøkupakk- anum. Men vit kunnu ikki útiloka, at samlaða hallið verður størri, tá tann polit- iska telvingin er liðug. Soleiðis sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um fíggjarlógina fyri 2010. Enn mangla fleiri lógarupp- skot at koma niðan í tingið, sum fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard er treytað av. Men Kaj Leo Johannesen ber ikki ótta fyri, at stígur kemur í spari- tiltøkini í ólavsøkupakkan- um, sum Eidesgaard hevur roknað inn í sítt fíggjarlóg- aruppskot. Alternativar sparingar Ólavsøkupakkin er býttur upp í virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstr- artiltøk, og hann inniheldur ein løglista á 24 lógarupp- skot, sum skulu samtykkjast í tinginum. Millum átta og tíggju lógaruppskot í ólav- søkupakkanum hava fram- vegis ikki fingið politiska viðgerð, og tey størstu av teimum eru pensjónsreform- urin og inntøkutrygdin til fiskimenn. Nýggja pen- sjónsskipanin skal spara landskassanum 25 milliónir krónur árliga, og minstaløn- in til fiskimenn kostaði landskassanum 42 milliónir í ár. Hon skal eftir ætlan tak- ast av fíggjarlógini og leggj- ast út á arbeiðsmarknaðin. Um allur ólavsøkupakkin verður implementeraður, so fara eyka 274 milliónir krónur í umfar í 2010 sam- bært fíggjarmálaráðnum. Og málið er at fáa vøksturin í útreiðslunum so nær null sum gjørligt. Løgmaður sigur, at kon- sensus er um størsta partin av lógaruppskotunum í ólav- søkuuppskotinum. Men bæði løgmaður og fíggjar- málaráðharrin ásanna, at summi av málunum kunnu gerast trupul at fáa ígjøg- num. Sum dømi nevnir Jóannes Eidesgaard broyt- ingar á almannaøkinum og ætlanina um at áleggja víddargjald fyri alivinnuna. Løgmaður vísir á, at um mótstøðan verður ov stór ímóti ávísum málum, so ber eisini til at finna alternativar sparingar fyri at fáa tann yvirskipaða karmin at halda. - Tí má ein og hvør kritikk- ur av tiltøkunum í ólavsøku- pakkanum koma við einum alternativum boði uppá, hvussu vit so skulu spara, sigur Kaj Leo Johannesen. Vantrúgvin fíggjarnevnd Í løtuni er fíggjarlógarupp- skotið í fíggjarnevndini, stjórnað av Anfinni Kalls- berg. Saman við fleiri øðr- um limum í fíggjarnevndini sáddi hann í Sosialinum um vikuskiftið iva um samband- ið millum fíggjarlógarupp- skotið hjá Jóannesi Eides- gaard og politiska veruleik- an á tingi. Limirnir í fíggjar- nevndini vístu á, at fleiri politiskir reformar, sum fíggjarlógin hevur tikið útgangsstøði í, enn ikki hava fingið nakra politiska viðgerð. Tí ivast fíggjar- nevndarlimirnir í, at tann yvirskipaði karmurin fyri útreiðslur, sum er á 4,6 milliardir krónur, fer at halda. Umframt hetta hevur fíggjarnevndin illgruna um, at fleiri rakstrarjáttanir eru flokkaðar á íløgusíðuni, sum gevur eina villleiðandi mynd av samlaðu rakstrar- útreiðslunum. - Fremsta uppgávan er at tálma vøkstrinum í rakstrar- útreiðslum, segði Kallsberg um vikuskiftið. Hallið kann vaksa Men samgonguleiðarin undirstrikar, at landsstýrið fer at bera tey manglandi uppskotini niðan í tingið, so reformarnir kunnu imple- menterast í fíggjarlógini fyri 2010. Og hann væntar, at bæði pensjónsreformurin og inntøkutrygdin vinna frama á tingi. - Stóra kynstrið er so at lenda á rætta krónutalinum, so ásettu karmarnir verða hildnir. Men um vit enda á tíggju ella tretivu milliónum omanfyri ásetta karmin, so eigur tað ikki at merkja, at allir reformarnir fara í vask- ið, sigur Kaj Leo Johanne- sen. Við øðrum orðum er hann opin fyri, at karmurin verður víðkaður, og at hall- ið á fíggjarlógini harvið verður størri. Men løgmaður vil ikki siga nakað um, hvussu stórt undirskotið so kann blíva. - Tað má politiska telving- in vísa, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður: Karmurin kann víðkast Svín fingið svínakrím Íslendsku myndugleikarnir hava staðfest Influensa A ella svínakrím hjá svínum í einum svínagarði nærhendis Akureyri. Hetta er aðru ferð, at íslendsku myndugleikarnir hava funnið svínakrím millum svín, men sagt verður, at teir báðir tilburðirnir hava einki við hvør annan at gera. Sagt verður, at svín, sum fáa hetta krímið, eru vanliga sjúk millum tríggjar og seks dagar. Sambært íslendska landslækanum er einki, sum bendir á, at kjøt frá sjúkum svínum kann smitta fólk, men kortini hava bóndurnir fingið forboð fyri at koyra svínini til sláturs, fyrr enn tey eru vorðin frísk, skrivar Vísir. Fyrireika seg til regn Í Danmark eru fleiri kommunur farnar undir at fyrireika seg til, at veðurlagsbroytingarnar fara at elva til munandi meiri regn, enn vanligt hevur verið. Ein kanning hjá kommunufelagnum vísir, at 65 prosent av kommununum ætla sær at gera íløgur í nýggjar og størri kloakkir fyri at sleppa undan vatnflóð í býunum. Danska veðurstovan væntar, at um 90 ár verða dagarnir við gloprarregni millum 20 og 40 prosent fleiri enn fyri 20 árum síðani. Harafturat vísa metingar hjá ST, at havið kring Danmark fer at fløða upp í ein metur innan aldarskiftið, skrivar DR. - Stóra kynstrið er nú at lenda á rætta krónutalinum, so ásettu karmarnir verða hildnir. Men um vit enda á tíggju ella tretivu milliónum omanfyri ásetta karmin, so eigur tað ikki at merkja, at allir reformarnir fara í vaskið, sigur Kaj Leo Johannesen um fíggjarlógina fyri 2010