Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 215 - 10. november 2009 Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar held­ ur Fíggjar mála ráð ið gera gjøldur burt ur­ úr sær, tá tað sendur teim um lóg um hvít­ vask ing og fígging av yvirgangi til hoyr­ ing ar, við freist upp á eina viku. – Vit kun­ nu ikki taka hetta í álvara, sigur felagið í aftur svari Lógarsmíð Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo »Vit skulu siga frá, at vit ikki kunnu taka hetta í ál vara, tá tíðarfreistin fyri so rúgvusmiklum tilfari um so týðandi mál er sett til eina viku...« Soleiðis stendur í parti av svari num, sum Felagið fyri Løg gildar Grannskoðarar hev ur givið Fíggjar mála­ ráð num aftur, í samband við, at felagið hevur fingið eitt rúgvusmikið lógar upp­ skot til hoyringar. Talan er um eitt uppskot um lóg um fyribyrgjandi til tøk móti at hvítvaska vinn ing og ímóti at fíggja yvir gang, sum Fíggjar mála­ ráðið hevur sent út til fleiri partar at gera viðmerkingar til. Samlaði lógarteksturin, sum feløgini verða biðin um at koma við við merk­ ing um til, er omanfyri 400 blað síður langur, og hoyrins freistin er sett til eina viku. Jógvan Amonsson, sum svar ar vegna felagið fyri Løg gildar Grannskoðarar, sig ur í svarinum, at »vit skulu vísa á, at vit hvør í sín um lagi hava okkara dag liga starv á vinnuligum fyrit økum. So slíkt arbeiði mugu vit gera ókeypis eftir arbeiðstíð«. Ikki fyrstu ferð og ikki av óvart Men hetta er eftir øllum at døma ikki fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið heldur hoyrings partar fyri gjøldur. Vit endurgeva her ein størri part úr svar skrivi­ num. »Tað seinastu tíðina hava vit fingið eina ørgrynnu av lógaruppskotum, upp skot­ um til kunngerð v.m. til hoyr ingar. Har afturat hava vit verið á fundi við m.a. Vinnu nevndina hjá løg­ tingi num. Tað vísir seg, at líka mik­ ið hvørjar viðmerkingar vit hava, so verða tær ikki tik­ nar til eftirtektar, hóast tey vit hava tosað við eru samd við okkum. Um tað so snýr seg um vanligar málsligar villur, so verða tær ikki tik­ nar til eftirtektar. Tí fyrikemur tað okkum, at vit bert verða biðin um at koma við okkara við merk­ ingum, fyri at tað kann standa í tilfarinum til løg­ ting ið, at uppskotið er sent til Felagið fyri Løggildar Grann skoðarar til hoyr­ ingar«. Sostatt er hetta ein álvars­ ligur trupulleiki, sum Felag­ ið fyri Løggildar Grann­ skoð ar ar vil vísa á, og held­ ur tað, at tað bara virkar sum »stempulmaskina« fyri landsstýrið, soleiðis at tað kann siga, at lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Ikki teir einastu Lógaruppskotið hevur, sum sagt, verið hjá fleiri pørtum til hoyringar, eitt nú Dátu­ eftirlitinum og Felagnum Pen ingastovnar. Dátueftirlitið er meira aftur haldið í sínum aftur­ svari til Fíggjarmálaráðið, og sigur sínum svari uttan aðr ar viðmerkingar, at »Dátueftirlitið hevur ongan møgu leika at gera við­ merkingar við so stuttari freist«. Úr Felagnum Peninga­ stovnar, sum ein annars átti at hildið er tann mest sentrali og viðkomandi partur in í einum so týðandi máli sum lóg um fyri­ byrgjandi tiltøk móti hvít­ vaski og fígging av yvir­ gangi, er tað bert Føroya Banki, sum hevur eitt svar upp á eittans punkt, og tað svarið er lítla hálva síðu langt. Eingin annar pen­ inga stovnur hevur nakra við merking. Sostatt er Felagið fyri Løg gildar Grannskoðarar ikki teir einastu, sum eru troytt ir av at vera stempul­ maskina hjá landsstýrinum. Lógaruppskotið er eisini sent bæði Inn lendis mála­ ráðnum, Vinnumálaráðnum og Advokatfelag Føroya, men einki av hesum hevur so mikið sum ønt Fíggjar­ mála ráðnum aftur um upp­ skotið. Vilja ikki leggja navn til humbukk Felagið fyri Løggildar Grann skoðarar sigur at enda í svarinum hjá sær, teir helst vilja sleppa undan at verða nevndi í samband við hetta uppskotið. »Sum sagt meina vit ikki, at vit kunnu koma við nøkr­ um skilagóðum viðmerk­ ing um innan ásettu tíðar­ freistina. Tá vit meina, at hetta ikki er gjørt í álvara, vilja vit heita á fíggjar­ málaráðið um ikki at nevna, at hetta er sent okkum til hoyringar«. Sostatt eru teir ikki einast troyttir av at vera stempul­ maskina hjá landsstýrinum og nýta tíð og orku upp á at gera viðmerkingar, ið onga ávirkan fáa, men vilja teir treyðugt leggja navn til at vera viðvirkandi partur í lógar­ smínum. L ó g a r u p p ­ skotið hjá Fíggj­ ar mála ráð num, um at seta í gildi »lov om forebyggende for­ anstaltninger mod hvidvask af ud bytte og finansier ing af terroris me«, er lagt fram fyri løg tingi­ num, og skal til 1. viðgerð hósdagin. Taka ikki Fíggjar mála ráðið í álvara Vilja hava prestin Sum lið í sparingum ætlar grønlendska landsstýrið at niðurleggja tað grønlendska prestastarvið í Danmark í 2011, men tað hóvar ikki teimum grønlendsku útisetunum. Birthe Metelmann, sum er formaður í høvuðsfelagnum hjá útisetunum, sigur við KNR, at tað er torført at fáa eyga á nakra veruliga grundgeving fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Hon vísir á, at prestastarvið í Danmark kostar bara trý prosent av játtanini til grønlendsku kirkjuna. Harafturímóti fær tað ovurstórar avleiðingar, verður starvið niðurlagt, sigur hon. Obama umhugsar Keypmannahavn Barack Obama, forseti, sigur seg nú vera til reiðar at fara á ST­veðurlags­ ráðstevnuna í Keypmannahavn í næsta mánað, men treytin er, at útlit eru fyri einari avtalu, og at hansara luttøka kann gera mun. ­Kenni eg meg sannførdan um, at øll londini leggja álvara í samráðingarnar, at tað ber til at semjast um eina veruliga avtalu, og at mín hjávera kann gera mun, fari eg til Danmarkar, sigur Obama við Reuters­tíðindastovuna. Tað hevur annars ljóðað í seinastuni, at amerikanski forsetin hevði slept ætlanini um at fara á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn.