Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 215 - 10. november 2009 - Sjálvsagt royna vit at fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi, og hevði Finnur Fríði havt landað alla kvotuna, sum skipið hevur fiskað í ár, til ídnað í Fuglafirði, høvdu vit havt fingið onkustaðni millum 16 og 25 miljónir krónur minni fyri fiskin. Tá hevði raksturin hjá skipinum slett ikki hingið saman, sigur skrivstovustjórin hjá Vinnuni í Gøtu, Tórheðin Jensen Pelagisk vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burtur úr, at pel­ agisku fiskasløgini, svart­ kjaftur, makrelur og sild, í størst møguligan mun eiga at landast til matna heldur enn til ídnað. Ein av teimum, sum hevur víst á, hvussu nógvur pen­ ingur verður mistur í Føroyum við tað, at stórar nøgdir av hesum tilfeingi enda í útlendskum havnum, er Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Hann hevur sagt, at einar 100­200 miljónir krónur tilsamans kundu ligið eftir í Føroyum aftrat, um pelag­ isku kvoturnar, sum Føroyar eiga, komu til sættis í Føroyum. Spurningurin hevur eis­ ini verið frammi um at áleggja pelagisku vinnuni at landa partar av veiðini í Føroyum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl og forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins, Katrin Dahl Jac­ obsen, hava sagt seg stuðla hugskotinum um møguliga landingarskyldu, meðan landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, ikki er so heitur fyri tankanum. Sild til matna Tórheðin Jensen, skrivstovu­ stjóri hjá Vinnuni í Gøtu, sum eigur og rekur skipini Finn Fríða, Jupiter og Saksa­ berg, vísir á, at teir altíð royna at fáa mest møguligt fyri veiðina sum tískil í størst møguligan mun fer til matna. Hann sigur, at øll sildin hjá Finni Fríða í ár er seld til matna. Talan er um eini 12.000 tons. ­ Hevði skipið havt land­ að hesa nøgd til Havsbrún í staðin fyri til matna í eitt nú Noreg, hevði søluvirðið í minsta lagi verið 12 miljónir krónur minni. Tórheðin Jensen sigur, at allur makrelurin, sum Finn­ ur Fríði hevur fiskað í ár, eisini er landaður til matna, serliga í Skotlandi og Nor­ eg. ­ Sjálvsagt royna vit at fáa sum mest burtur úr okk­ ara tilfeingi, og hevði Finn­ ur Fríði í staðin havt landað alla kvotuna, sum skipið hevur fiskað í ár, til ídnað í Fuglafirði, høvdu vit havt fingið onkustaðni millum 16 og 25 miljónir minni fyri fiskin. Tá hevði rakst­ urin slett ikki hingið saman, sigur skrivstovustjórin hjá Vinnuni í Gøtu. Bann í væntu Tórheðin Jensen sigur, at sild verður ikki landað til ídnað uttan so, at hetta er av ”neyð”, sum hann tekur til, og tá hugsar hann um tíðar­ skeið, har serliga nógv sild kemur upp á land í senn, og prísmunurin millum sild til matna og sild til ídnað av hesi orsøk verður so lítil. ­ ES hevur havt frammi um at banna landing av sild til ídnað, men slíkt fer ikki at vinna frama enn, men neyv­ an fara fleiri ár at ganga, áðr­ enn tað verður so, sigur skrivstovustjórin hjá Vinnuni í Gøtu. Pelagiski flotin hevur ikki ráð at landa í Føroyum - Hevði Finnur Fríði havt landað sildina, sum skipið hevur fiskað higartil í ár, til ídnað í Føroyum, hevði landingarvirkið verið einar 12 miljónir krónur minni, enn tað er, sigur skrivstovustjórin hjá Vinnuni í Gøtu Mynd: Vilmund Jacobsen Háðar norðmenn og sviar Er tað eftirfarandi, sum Taliban­leiðarin Raz Mohammed bin Sayd al­Haydari, sigur, so gera teir norsku og svensku hermenninir í Afghanistan ikki stórar skreytir. Í samrø’ðu við Taliban­tíðarritið al­Sonod sigur hann, at krossfararnir úr Noregi, Svøríki og øðrum londum hætta sær ikki í bardaga við Taliban, og tí sita teir fyri tað mesta inni í legum sínum. Norska herleiðslan er als ikki samd við Taliban­leiðaranum. Talskvinnan her herleiðsluni, Hanne Olafsen, sigur við blaðið VG, at tað er als einki høpi í tí, sum Taliban­ leiðarin sigur um teir norsku hermenninar í Afghanistan. Fleiri tilburðir í Danmark Teir seinastu dagarnar hava læknarnir í danska høvuðsstaðarøkinum staðfest fleiri tilburðir av krímsjúkuni H1N1. Jens Lundgren, sum er professari í virussjúkum, sigur við danska kringvarpið, at nú eru so nógvir tilburðir av H1N1 á høvuðsstaðarleiðini, at talan er um eina veruliga epidemi. Sum skilst høvdu læknarnir í Keypmannahavn og har um vegir úr at gera um vikuskiftið við at vegleiða og kanna fólk, sum hildu seg hava fingið H1N1 ella Influensa A. Danska heilsustýrið avsannar, at talan er um epidemi enn. Else Smith hjá heilsustýrinum sigur við DR, at tað er rætt, at læknarnir hava staðfest fleiri nýggjar tilburðir, men hon vísir aftur, at talan er um nakra epidemi. Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará vænta tey tilsamans seks partrolarar hesa vikuna. Teir fyrstu landaðu í gjár Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár landaðu partrolararnir Heykur og Falkur í Saltang­ ará. Skipini, sum eru á upsa­ veiði, høvdu sløk 290.000 pund tilsamans. Í dag er turt gólv á land­ ingarmiðstøðini hjá Beta, men í morgin koma leirvíks­ trolararnir, Polarhav og Stjørnan, væntandi inn at landa. Í gjár høvdu teir knappliga hálvfulla last. Aðrir seinni Seinni í hesi vikuni verður roknað við partrolarunum, Jaspis og Ametyst, og í næstu viku koma so hini fýra skipini, Bakur, Stelkur, Rókur og Lerkur, aftur av túri. Heykur og Falkur landað í Saltangará Tað hevur ikki verið mest at gera á landingarmiðstøðini hjá Beta hesa vikuna, men seinni í vikuni fer væntandi at bragda, tá fýra skip væntandi koma inn at landa Mynd: Vilmund Jacobsen