týsdagur 10. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 215 - 10. november 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag 11. november verður Andrea
Poulsen, Saltangará 85 ár.
Hon er fødd og uppvaksin í
Syðrugøtu, dóttir Tofta Ingu og
Michael. Hon er elst av sjey systkj
um, seks systrar og ein beiggi.
Hesi eru: Poula Thomsen, Syðru
gøta, Arna D. Hansen, Svínáir,
Daniel Pauli Dalbø, Syðrugøtu,
Dagny F. Hansen, Fuglafjørður,
Jona Johansen, Tórshavn, og
Dania
Andreassen,
Tórshavn.
Dagny og Jona eru ikki millum
okkum meira.
Mammu dámar væl at greiða
okkum frá sínum uppvøkstri.
Hóast vit kunnu hugsa okkum, at
tað hevur verið strævið at verða
elst av sjey systkjum og liva tá í
tíðini, so er tað altíð tað góða í
myndar hennara frásagnir.
Vit hoyra mangan um hennara
barnaskúla í Gøtugjógv, har næm
ingarnir skuldu siga góðan dag á
ein ávísan hátt, standa rætt og
ganga við strektum tær. Vit kunnu
bara sanna at hóast bert sjey ára
skúlagongd, so hevur mamma lært
nógv. Hon skrivar m.a. sera rætt
føroyskt, dugir mállæru og hevur
eina vakra hondskrift.
Í 1938 var mamma í Danmark
við skúlabørnunum og var hetta
ein sera spennandi og læruríkur
túrur. Samband hevur alla tíðina
verið við familjuna mamma búði
hjá í Danmark. Men knappliga
var onki at frætta frá teimum.
Mamma var í Danmark fyri nøkr
um árum síðani. Hon vitjaði aftur
í Fartrup og fann útav, at tey 3 hús
fólkini vórðu deyð, øll innanfyri
heilt stutta tíð. Og einans sonurin
livdi eftir, og var hann fluttur.
Mamma hitti hann tó har hann
búði, og sjálvt um nógv ár vóru
liðin síðani seinast tey sóu, so
høvdu tey bæði nógv at tosa um.
Sum 16 ára gomul fór mamma
til Norðragøtu at tæna hjá Øre
gaard. Hon flutti eisini saman við
teimum inn í Dalin. Síðani fór hon
til Klaksvíkar at tæna hjá Kjølbro,
har møtti hon babba, Alfred hjá
Thominu av Eiði. Hann lærdi tá á
bedingini í Klaksvík.Tá babba var
liðugur at læra gekk leiðin hjá
mammu og babba til Keypmanna
havnar. Babba fór at lesa til maskin
meistara og mamma lærdi at
seyma.Tey giftust í Salomonskirkj
uni 3 august 1952. Keyptu sær hús
á H.C Ørstedsvej í Keypmanna
havn. Babba fór aftaná lidnan lest
ur út at sigla og mamma var heima
hjá børnunum Agnar og Annvør,
sum vóru fødd í Danmark. Síðani
avgjørdu tey at fara heim aftur til
Føroyar. Tey bygdu sær hús í Salt
angará og fingu fýra børn aftrat,
Atli, Allan, Ann og Anja.
Vit halda, at mamma mangan
hevur haft úr at gera við okkum
seks virknu børnum, men tað hev
ur hon ongantíð gramt seg um.
Og hon passaði okkum fyrimynd
arliga.
Mamma hevur eisini arbeitt sum
frisør og tað viðførdi ofta at vit
genturnar gingu við krúllutum
hári. Eisini hoyrdu vit fyri tað, um
hon hevði plússa onkrum dreingi.
Mamma er framvegis frísk og
ferðug. Hon ger morgunfimleik
hvønn morgun, gongur ørindir,
spælir “gekk”, fer á bingo, er
dadda um tørvur er á tí, koyrir bil,
bakar breyð, pressigerðskøku og
annað gott, sum vit øll nýta gott av.
Og nógv eru pløggini, ið verða
greidd úr hennara hondum.
Familjan er vorðin stór 6 børn +
svigarbørn, 19 ommubørn og 10
langommubørn. Mamma vísir
stóran áhuga fyri øllum og hon
fylgir væl við har, ið vit øll búleik
ast. Hon veit alt um sjómennirnar
í familjuni, hvat tey yngstu lang
ommubørnini viga, fylgir væl við
ítróttinum og sertakliga støðuni í
vodafonedeildini.
Hetta, ið her er fest á blað, eru
bert nøkur fá minni frá okkara
barnaheimi. Tað kundi verið so
nógv annað at skriva um, men vit
vilja bara takka okkara allarbestu
mammu fyri alt, sum hon hevur
verið fyri okkum og okkara.
Hjartaliga tillukku á 85 ára føðing
ardegnum og Guds signing.
Føðingardagurin hjá mammu
verður hildin saman við børnum
og systkjum.
Børnini
Heilsan til mammu á
85 ára føðingardegnum
Tann 1. november 1979 til
nevndi íslendski forsetin
Kristjan Eldjarn bókafor
lagsstjóran Emil Thomsen
til stórriddara av íslendska
falkaordaninum.
Emil
Thomsen fekk hetta heið
ursmerki í sambandi við
tað arbeiði, hann hevur
gjørt fyri norðurlendskt
bóka og mentanarsam
arbeiði.
Stórriddarakrossurin av
íslendska falkaordabinum
er tað næsthægsta heiðurs
teknið í falkaordaninum.
Fyri 30 árum síðan:
Íslendskt
heiðurstekin
til Emil
Emil Thomsen við
stórriddarakrossinum
Kelda: Sosialurin 7. november 1979
Frá mánadegnum 9. november fáast
árligu jólamerkini, ársmappan og
aðrar jólavørur til keyps á posthúsum
kring landið.
Jólamerkini í ár ímynda jólasangin
„Eg eri jólamaðurin“, sum Marius
Johannesen hevur yrkt. Anker Eli Pet
ersen hevur sniðgivið jólamerkjaarkið,
sum telur 30 ymiskar myndir. Avlopið
av jólamerkjasøluni fer óskert til
jólamerkjagrunnin, sum ger eitt stórt
arbeiði fyri børn og ung í Føroyum.
Vælumtóktu
jólaeinglarnir
hjá
Astrid Andreasen eru aftur at fáa í ár
fimm nýggir einglar at prýða jóla
træið við. Einglarnir eru úr messingi
og lagdir við 24 karat gulli. Teir eru
umleið 8 cm til støddar, og verða
seldir í vakrari eskju.
Árbókin við øllum ársins frímerkjum
fáast somuleiðis til keyps kring landið.
Árbókin lýsir við greinum og vøkrum
myndum allar ársins frímerkjaútgávur,
og hóskar seg væl at senda sum gáva
uttanlands – bæði til fyritøkur og
kenningar við tað at tekstirnir eru
bæði á enskum og týskum umframt á
føroyskum og donskum.
Dagurin
10. oktober. Luther. Sjálvandi ikki komin í
álmanakkarnar sum halgimenni, men dagurin er í
luthersku kirkjuni settur sum minningardagur hansara.
Hann varð borin í heim 10. november 1483 í Eisleben
í Týsklandi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Posta við
nýggjum
jólamerkjum