Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 10. november 2009 15 viðmerkingar Kleking er fyri íverksetarar sum júst eru komnir í gongd og tey sum ganga við einum góðum hugskoti, ið tey kundu hugsað sær at gjørt til veruleika TÍÐINDASKRIV www.kleking.fo Hjá Kleking fáa íverksetarar góðar karmar at menna sítt hugskot. Kleking bjóðar íverksetarum skrivstovupláss millum annað í einum spennandi nýskapanarum­ hvørvi hjá Bitland, har at­ gongd er til fundarhøli, kantinu, internet, skrivstovu­ hentleikar og tað, sum hartil hoyrir. Tað ber eisini til at húsast aðrastaðni í Føroyum. Treytin fyri at fáa pláss hjá Kleking er, at hugskotið er nýskapandi og kunnu mennast til vørur ella tæn­ astur, ið kunnu útflytast. Talan skal sostatt vera um hugskot, ið kunnu hava allan heimin sum marknað. Til dømis kann talan verða um eina háteknologiska vøru, ein nýggjan fram­ leiðsluhátt, eina uppfinning við handilsmøguleikum, eina nýggja tænastu ella eitt nýskapandi, vitanargrundað handilskonsept. Kleking hjálpir til at klekja hug­ skotið, so tað kann mennast frá eini ætlan á pappírinum til eina verkætlan í veru­ leikanum. Umframt at geva ráð og útvega fakliga ráðgeving uttanhýsis, hjálpir Kleking íverksetarum eisini við at útvega kapital, skrivstovu­ hjálp, umsitingarligar tæn­ astur, bókhald og løgfrøði­ liga ráðgeving. Saman við íverksetararum metir Kleking um tøkniligu og marknaðarligu møguleik­ arnar. Ein fullfíggjaða menningarætlan verður gjørd fyri ta tíðina Kleking hjálpir at menna hugskot og verkætlan. Hetta fyri at hugskotið skal kunna gerast veruleiki. Kleking hevur pláss fyri sjey verkætlanum, ið kunnu brúka tilsamans níggju skrivstovupláss. Kleking hevur júst nú pláss fyri trimum verkætlanum, og seinni í ár verður pláss fyri eini afturat. Tvær verkætlanir eru júst floygdar eftir eitt væleydnað tvey ára tíðarskeið hjá Kleking. Decision3 hevur ment eina sera framkomna skipan, kallað GreenSteam. Hon gevur skipum møgu­ leika at minka munandi um oljunýtsluna. Tað verður gjørt við ymsum mátingum umborð, umframt mátingum av millum øðrum veðri og aldu. Út frá hesum tølum gevur skipanin boð um, hvussu flot, trim og ferð á skipinum skal verða, fyri at tað skal brúka sum minst av olju. Decision3 hevur eftir tvey ár hjá Kleking fingið luft undir veingirnar, mill­ um annað tí fleiri íleggjarar hava víst teimum álit og sett pening í virkið. Føroya Sporførisskipan ger tað møguligt hjá virkj­ um í fiskivinnuni at sam­ skifta talgilt við øllum skjølum, soleiðis at tað er møguligt at fylgja við heilt frá tí, at fiskur verður veidd­ ur, til hann stendur á døg­ urðaborðinum. Verkætlanin er virkin í dag. Fýra verkætlanir verða í løtuni klaktar í okkara góða og mennandi íverksetara­ umhvørvi. Zmartbox er eitt slag av tryggum e­posti, ið kann brúkast, tá skjøl skulu send­ ast frá eitt nú seljara til keyp­ ara. Zmartbox hevur fingið sín fyrsta kunda, ið brúkar skipanina til at senda 150 starvsfólkum lønarseðlar. I­invest, sum er stovnað saman við Set, mennir Seal­ pin, ið er útgerð til at tetta lekar á skipum og tangum innanífrá. Ocean Rainforest, sum er stovnað saman við strate­ giskum íleggjarum, ætlar at ala tara kring Føroyar og selja hann sum rávøru, eitt nú til at virka brennievni av. Tutl arbeiðir við at menna sítt virksemi, so Tutl verður mest eftirspurdi tónleikaút­ gevarin og konsertfyriskip­ arin hjá bólkum, ið vilja spæla egnan upprunatón­ leik. Gongur tú við einum góðum virkishugskoti, kom so til okkara og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft undir veingirnar. Íverksetarar sum ganga við einum góðum virkis­ hugskoti, eru vælkomnir at seta seg í samband við Kleking og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft undir veingirnar. Kleking er eitt átak hjá Vinnuframagrunn­ inum. Les meira á www. kleking.fo. Kleking klekir nýskapandi hugskot Men tað gera vit, sum dagliga eru um tey sjúku, tey veiku og tey gomlu. Tá onnur hvør króna á fíggjarlógini fer til hesar bólkarnar og 800 mió. kr. mangla í, er tað nógv, sum átti at verið nógv øðrvísi Í aftursvari roynir Bjørt Samuelsen enn einaferð at flyta fokus frá blokkniðurskurðinum til skattalætta og skeivan fiskivinnupolitikk sum orsøk til at tey sjúku, tey gomlu og tey veiku er so illa fyri í okkara samfelagi. Men tá íð onnur hvør króna á fíggjarlógini fer til almanna­ og heilsumál fyri at upprætthalda eitt vælferð­ arsamfelag og tað mangla 800 mió. kr. í á fíggjarlógini, sigur tað seg sjálvt, at sparingar raka hesar veiku bólkarnar sera hart. Havi ikki skil fyri fiskivinupolitikki, men tó haldi eg ikki, at landsstýrið hevur lóggivið fiskaloysi inn á grunnarnar, soleiðis sum flokkurin hjá Bjørt hevur gjørt tað við blokkniðurskurðinum og skerdum rættindum hjá teimum sjúku til viðgerð uttanlands. Mær vitandi var tað eisini flokkurin hjá Bjørt við Karteni Hansen á odda sum gav fyrstu skattalættarnar, men við skattalættanum er tó so, at peningurin verður verandi í landinum. Tað verður hann ikki við blokkniðurskurðinum. Og árligi blokkniðurskurðurin (580 mió. kr. íroknað fastfrystingina bara í 2009 samb. fíggjarmálaráðnum) er enntá út við tíggju ferðir so stórur, sum skattalættin. Og skattalættin kemur helst inn aftur í landskassan so ella so og tað kanska fleirfalt. Tað ger blokkniðurskurðurin ikki. Kann man veruliga vera so tápuligur og kasta alt vit og skil fyri borð í kenslubornum sjálvsprísandi nationalromantiskum rúsi, Bjørt? Hevur tú lisið grein­ ina hjá Hera Mohr um, hvussu loysingarflokkarnir hava drenað landskassan? Sum dømi um hvussu illa tey sjúku og veiku eru fyri kann eg bert nevna tey apoplexiraktu. Deildin, sum skal taka sær av bráðfengisviðgerð er stórt sæð spard burtur og tá ið hesi neyðars menniskju, sum ikki eru før fyri at rópa upp, verða útskrivað, verða tey útskrivað til onki. Men Rósa Samuelsen roynir við umleggingum alt hvat hon kann fyri at fáa sum frægast burtur úr undir teimum avmarkaðu umstøðum, sum Tjóðveldi fyrst og fremst hevur skapt. Men fæst roknistykkið í heila tikið at ganga upp? Nei, Bjørt, neyvan grætur tú, men tað gera vit, sum eru um hesi menniskju dagliga. Bjørt grætur neyvan sjúkrasystir Ann HovlAnd Felags mótmælisskriv frá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum Feløgini bæði harmast um, at politiski ágangurin ímóti teimum, sum reka land­ búnað í Føroyum gert al­ samt harðari. Tað er hug­ stoytt at lesa síðsta upp­ skotið frá nøkrum óvitandi løgtingslimum, har tað tykist sum um eittans endamál við uppskotinum er, at leggja almennar skyld­ ur yvir á tey, sum fáast við landbúnað. Endamálið við uppskotin­ um, at fáa seyðin av vegnum og úr bygdum øki, hevur verið ein afturvendandi spurningur í fleiri ár og kann hesin spurningurin loysast við samráðingar­ borið sambært galdandi rætti. Fyri at fáa seyðin úr bygdum øki, hava fleiri bý­ og bygdaráð loyst hetta í felag, saman við teimum sum eiga seyðin, har endur­ gjald hevur verið veitt fyri tí tapi, eigarin av seyðinum hevur havt. Hetta uppskotið er í stríð við vanligar rættarreglur og er í veruleikanum meira víðgongt enn ein ognartøka, tá tað leggur upp til, at tey sum eiga rættin til jørðina, ikki einans skulu missa henda rættin, men skulu eis­ ini rinda fyri at missa henda rættin. Við eini ognartøku, er tað tann sum ognartekur, sum hevur skyldu at rinda endurgjaldið, ikki tann sum missur av síni ogn, sum hetta uppskotið leggur upp til. Landsvegir, allir sum ein, eru lagdir gjøgnum ognir, sum onnur enn landsverk eiga. Jørð er ognartikin til endamálið og endurgjald veitt teimum, sum áttu jørðina. Sjálvandi ynskir eingin seyð á vegin at ganga, men sambært hesum uppskoti, skulu bøndur og tey sum eiga hagarnar revsast og áleggjast skyldu at hegna ognir hjá landsverk inni og hava ábyrgd av trygdini á vegnum. Hetta vendir sjálvandi full­ komiliga øvugt og átti upp­ skotið at álagt Landsverk at hildi vegirnar tryggar og hegna teir av fyri seyði og øðrum óviðkomandi. Uppskotið avmarkar seg tó ikki einans til bøndir, men fevnir um allar eigarar av húsdýrum. Sjálvandi er tíðin nógv broytt og er seyðahald ikki tað sama sum tað var fyrr, fyrr var illa. Grundlógar­ tryggjaði ognarrætturin er tó framvegis tann sami og vónandi verður hetta upp­ skotið neyvan annað enn heilaspuni hjá løgtingslim­ um, sum vilja skora bíligar atkvøður. Bóndafelagið og Óðals­ felagið fara ikki at góðtaka uppskotið og vóna feløgini bæði, at uppskotsstillarnar velja at taka uppskotið aftur skjótast gjørligt. Feløgini fara at gera tað tey eru ment, fyri at vísa á skeiv­ leikarnar í uppskotinum og vóna at løgtingslimir ikki lata seg lumpa av hesum opportunistunum handan uppskotið. Saman umboða Bónda­ felagið og Óðalsfelagið nærum alla búnaðarjørðina í Føroyum, bæði tað vinnu­ liga og tað mentunarliga og vænta feløgini at verða innkallað til Vinnunevnd­ ina, um uppskotið kemur so langt. Tann 9. November 2009 Bóndafelag Føroya Anna Rubeksen Óðalsfelagið Heðin D. Poulsen Grundlógarbrot Tíðindaskriv Leygardagin klokkan 11.30 syngur Ursula Banbuch til matiné í Havnar kirkju. Ursula er úr Múnchen og hevur gingið á tónlistaskúla í Italien, Salzburg og í Berlin. Hon hevur framført í Týsklandi, Eysturríki, Frankaríki, Póllandi, Italia, Danmark og eisini í USA bæði sum operasangari og sum solistur í ensemblum. Hon syngur fegin lieder og kirkjutónleik frá baroktíðini og til nútíðar tónleik. Hon hevur síðan 2006 búð á Bornholm, har hon hevur havt konsertir saman við urguleikaranum og komponistinum Kevin Duggan. Í fjør kom hon til Føroyar at búgva saman við manni og tveimum smáum børnum. Leygardagin fer hon at framføra sálmar, sangir og ariir av Bach, Händel og øðrum. Á skránni er millum annað kenda ekko­arian úr Jólaoratoriinum av Bach. Ekkoið verður sungið av ungu gentuni Ursula Banbuch syngur til Matiné í Havnar kirkju