Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 215 - 10. november 2009 Kreppa er, og sum vant krevur sambandið danskar pengar. Søgan er 100 ára gomul... Sambandsflokkurin veksur - og hann díkir á í hesum døgum. Hann hevur svarið uppá allar okkara avbjóð- ingar. Svarið er ikki nýtt, men tað er einfalt, ítøkiligt, og lætt at seta í verk. Svarið er hægri blokkur! Hesin offensivurin fær ein at hugsa um, hvussu lítið er broytt í føroyskum politikki. Í 1927 skrivaði Jørgen Frantz Jacobsen ein kron- ikk í Politiken um viður- skiftini millum Føroyar og Danmark. Tann gløggi ungi maður- in helt, at ”Forholdet mell- em Danmark og Færøerne kan blive langt hjerteligere, mere naturligt og mere stabilt, hvis det kan befries for sit nuværende ubehage- lige præg af at være et pengemellemværende.” Men hann var greiður um, at tað í politisku skip- anini í Føroyum var inn- bygd ein mekanisma, sum fór at gera hetta trupult: ”Det findes ikke noget dansk parti på Færøerne. Derimod findes der et parti (sambandspartiet) det bygger sin politik på de statstilskud, man kan få fra Danmark.” Jørgen Frantz dugdi væl at síggja, at tað var ómegd, sum var grundarlagið undir Sambandsflokkinum: ”Jo værre det står til, des fast- ere sidder sambandspartiets stemmer. En politik, der på denne måde bygger på egen uformåenhed, kan være lige så sikker i sin sag som accelerationens lov.” Tá ein stórur partur av valdsapparatinum ikki livir politiskt av egnum visión- um og loysnum men av máttloysi og ómegd, er skjótt at gerast dapurskygd- ur: ”Spørgsmålet er nu blot, (...) om det i længen er berigende, endsige sundt for et folk at modtage så store tilskud udefra. (...) Lige så lidt som man tør tro, at det udvikles nogen dygighed hos en person, hvis hele tilværelse er bygget på fremmedhjælp, lige så lidt tør man tro det om et samfund." It's the economy So skrivaði skaldið. Og tað mest áhugaverda við hesi grein - og mongum líkn- andi - er, at einki er broytt. Hon kundi tað sama verið skrivað sum viðmerking til dagsins sambandsmenn. Men boðskapurin til føroyska sjálvstýrisvongin er eisini tann sami: Tað er búskapurin, sum avgerð stríðið millum sjálvstýri og samband! Búskapurin er eisini avgerandi aðrastaðni. Und- ir valstríðnum í 1992 bleiv Clinton jú kendur fyri orð- ini: I'ts the economy, stup- id! Hvør skal siga: Tann, sum stýrir búskapinum væl, vinnur. Tann, sum stýrir illa, tapir. Men í Føroyum er henda mekanisma avskeplað. Er búskapurin illa stýrdur - uttan mun til, hvør hevur stýrt - so vinnur sambandið. Tí sambandið talar til ómegdina. Og sambandið lovar fólkið danskar pengar. Trupulleikin er raksturin Tað er greiður sjálvstýris- meiriluti á tingi. Og hesin meiriluti má altíð hava orðini hjá Clinton í huga: It's the economy, stupid! Veruligur sjálvstýrispoli- tikkur er ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur. Hvørki meir ella minni. Og fíggjar- og vinnu- politikkurin hevur ikki verið ábyrgdarfullur leingi. Vit tjena so lítið í mun til tað vit brúka, at um so eingin íløga varð gjørd í ár, kláraðu vit ikki at fíggja raksturin. Við blokki! Miðlarnir tosa nógv um íløgur. Tí tær eru ítøkiligar og lættar at taka støðu til. Men íløgurnar eru ikki trupulleikin. Vit skulu hava bæði marknagilsdepil og sandoyartunnil og flogvøll og mangt annað. Tað skal raðfestast - men tað skal gerast. Og Føroyar koppa ikki, hóast vit taka stór lán til íløgur. Vit spæla heldur ongar atkvøður upp í føvningin á Edmundi & Co fyri tað, um vit læna til íløgur. Men so leingi vit ikki klára at fíggja raksturin, regna atkvøðurnar niður í sambandsleypin. Tað er líka víst sum "accelera- tionens lov"... Tað verða ikki talur ella analysur, sum steðga fram- gongdini hjá samband- inum. Hon steðgast bara av einum politikki, ið kann skapa javnvág millum inntøkur og útreiðslur. It's the economy, stupid! Tað er búskapurin - tín idiot! Sjúrður Skaale Flogvallarmálið er aftur á breddanum. Komandi verklagslógin um útbygg- ingina, sum tingið var samt um fyri fleiri árum síðani, elvir aftur til nýtt kjak, og føroyingum ikki ólíkt, so er ongin kontinuitetur, ongin samanhangur í nøkr- um, og alt málið verður tikið upp til nýggja við- gerð, nú vit nærkast evsta- markinum, har ið veruleik- in verður avloystur av hugskotsríku prosessini, nú, táið einasta portrið til flogferðslu millum okkum og umheimin skal skipast samfelagnum til frama og frægasta gagn. Fyri viku síðani verða nakrir politiskir oddvitar samrøddir á nationala sjón- varpsskíggjanum. Vinnu- nevndarformaðurin hevur onga meining, tí flokkurin hevur ikki viðgjørt málið. Poul Michelsen boðar væl saktans fyri Fólkaflokkin frá, at minst møguligt skal útbyggjast í Vágum og alternativi framsøgumað- urin í flogvallarmálum hjá Tjóðveldinum, Sjúrður Skaale, er tann mest ber- søgni, táið hann greitt boðar frá, at vit ikki skulu skunda útbyggingina ígjøgnum áðrenn jól, tí bíðast má eftir eini kann- ing av flogvallarviðurskift- unum í Søltuvík og á Glyv- ursnesi, og eru hesar vænt- andi í mars mánaða 2010. Var í nøkur ár framsøgu- maður hjá Tjóðveldinum í flogvallarmálum, og alt bendir á, at støðan, sum vit bæði Heidi Petersen høvdu í hesum essentiella máli, er broytt fundamentalt. Í drúgva álitinum, sum varð skrivað í samband við uppskotið hjá Djurholm um at stovna partafelagið Vága floghavn, gjørdu vit greitt, at vit hildu lítið um politiska maktaloysi, sum fyrra ABC-samgongan hevði sýnt, táið hon av- reiddi dønum Íleggingar- grunnin. Táið hetta nú var hent kortini, so valdu vit ta pragmatisku loysnina at mæla til útbyggingina við fíggjarligu realiseringini av tí niðurlaðaða grunninum, og hartil boðaðu vit greitt frá í sama áliti, at Tjóð- veldisflokkurin samanum- tikið tók undir við, at flog- vøllurin nú varð útbygdur í mest møguligan mun. T. v.s., at lendingarbreytin verður 1800 metrar. Ein alternativur flog- vøllur var eisini nevndur í hesum áliti. Soleiðis verður skrivað: “Táið hetta arbeið- ið (í Vágum, tj-.) er liðugt um nøkur ár, er tíðin kom- in til at taka avgerðina, eftir ráðum frá skikkaðum fólki, um hvar ið ein alt- ernativur altjóða flogvøllur skal gerast í landinum. Ein flogvøllur, sum fyrst og fremst skal plaserast eftir tørvinum, sum væntast at fara at vera á flogferðslu og flutningi loftvegis tey næstu 100-200 árini, og ikki samsvarandi lokalpolit- iskum atlitum, soleiðis sum tað ofta hevur verið róð framundir, eisini undir tingviðgerðum. Í kjakinum hava fleiri møguleikar ver- ið nevndir, eitt nú Søltuvík, Glyvursnes, Skorhæddin, Svínoy o.s.fr.” Stívliga hálvt ár eftir hetta leggja fimm tingfólk uppskot fram til samtyktar, har heitt verður á lands- stýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið upp- skot til verklagslóg um skjótast gjørligt at byggja altjóða flogvøll í Føroyum, ið er minst 2200 metrar til longdar, við møguleika fyri leingjan. Samstundis varð heitt á landsstýrið um at tryggja, at lendi, sum talan kann verða um at brúka til nýggja flogvøllin, ikki verða nýtt til onnur enda- mál. Uppskotið varð samtykt. Táið vinnumálaráðið fekk frænir av hesum upp- skoti, fingu menn á Tinga- neshelluni bráðliga ein óvanligan skund. Tíðinda- fundur og hov verða hildin á Hafnia gistingarhúsinum árla á morgni, fyri uppfar- ingartíð. Har verður lokal- politiska Djurholm-doktrin- in í flogvallarmálum knæ- sett. Hann fráboðar og setir kanningar í verk í Søltuvík og á Glyvursnesi. Allir aðrir møguleikar vera úti- hýstir. Orsøkin sigst vera ein neyðarslig og óvanliga pírin kanning, mest átøk túnatosi, sum norska parta- felagið Asplan Viak hevði latið frá sær 10. august 2006. Onkur sigur, at hon kostaði vinnumálaráðnum slakar hundrað túsund krónur, og tað sæst aftur í greiningini, tí hon byggir fyri tað mesta á leysar metingar. Eitt nú er fjallið Tyril ein bági fyri eini loysn á Skorhæddini, Klór- arin omanfyri Skála ein annar (her eru Strendur og Skála komin í bland hjá teimum ókunnugu) og síðani er Múlin yviri á streymoyarlandinum mín sann eisini ein forðing. Skemtiligastir eru teir tó í útsøgnini: “Uten å ha råd- ført oss med meteorologer kan vi likevel med stor sikkerhet si at alvorlige turbolenser oppstår ved vindretninger på tvers av fjorden.” Hendan bílagda traktatin frá norðmonnum avgjørdi alt. Søltuvík var vald sum kanningarøki uppá hvams- vís, vøllurin har kann í mesta lagi verða 1800 metrar til longdar, helst ikki longri enn 1650 metr- ar. Útihýsingarmetodan, við Sandoynni sum fiktiv- um alternativi, skuldi fremja kongstankan hjá Djurholm og Fólkaflokk- inum, sum er, at ein altjóða flogvøllur skal leggjast út- ella inneftir Glyvursnesi. Høvdu vit vitað, at hetta var besta alternativa loysn- in, so var tað í lagi. Hetta fáa vit tó ongantíð greiði á, tí aðrir møguleikar ongan- tíð verða kannaðir, hóast tingsamtyktina frá 20. nov- ember, táið uppskot okkara til samtyktar fekk ein meiriluta fyri sær á tingi. Sambært ársfrágreiðing- ini hjá Landsverki fyri 2008 er greitt, at Djur- holm-doktrinin framvegis livir sítt fríska lív og er kreddan hjá føroyskum verkfrøðingum, í hvussu er teimum alment løntu á Landsverksbásinum, beint andvegis omanfyrinevndu tingsamtykt. Sagt verður í grein hjá Ewaldi Kjølbro: “Landsverk hevur tey sein- astu fimm árini kannað møguleikarnar fyri einum alternativum flogvølli í Føroyum. Grundað á veður- frøðiligu mátingarnar síð- ani 2006 verður ein fyribils niðurstøða gjørd seinni í ár um veðurfrøðiligu viður- skiftini og inn- og útflúgv- ingar umstøðurnar í Søltu- vík og á Glyvursnesi. Eru hesi støðini egnað, verður arbeitt víðari við málinum, soleiðis at tilmælið kann fyriliggja næsta ár.” Í eina tíð hava loyniligir skýmaskotsfundir verið hildnir í Havn um landsins flogvallarviðurskifti. Út- valdir flogskiparar, í starvi hjá nationala flogfelagnum, aðrar staðir høvdu teir helst verið róptir “rene- gatar” og havt eina óvissa framtíðarlagnu, og serliga útpeikaðir politikarar hava dúgliga hitst, helst fyri at skáka ætlaðu útbyggingina í Vágum. Táið alternativi framsøgumaðurin hjá Tjóð- veldinum í flogvallarmál- um mælir til at steðga ætlanunum í Vágum, meðan vit bíða eftir veður- mátingum og niðurstøðuni viðvíkjandi Glyvursnesi (Søltuvík er sum sagt bara hjáputur í veruligu kabal- ini), er tað bara eitt tekin um, at onkur er krøktur á agnhaldinum hjá Djur- holm, í hansara merkiliga lokalpolitiska framferðar- hátti í avgerðandi málinum um loftvegis ferðamøgu- leikarnar hjá føroyingum í ókomnum døgum. Tað hevur verið ein rími- lig semja um útbyggingina í Vágum. Væntuliga er framvegis ein tingmeiriluti fyri henni, men um semja er um at víðka flogbreytina út á 1799 metrar, soleiðis sum Tjóðveldi skjeyt upp í álitinum um pf. Vága flog- havn á sinni, tað vita vit ikki, fyrrenn atkvøtt er um verklagslógina, sum er væntandi frá vinnumálaráð- num ein av fyrstu døgun- um. Ein nýggjur altjóða flogvøllur kostar tað mesta av tveimum milliardum krónum, so tey fáu hond- oyruni, sum leypa av, um ætlanin í Vágum ikki skal verða meira enn 1600 metrar til longdar muna í tí høpinum ikki meira enn eitt evarska lítið kolapetti á grúgvuni hjá Belsebub. Fremjið bestu ætlanina í Vágum, og farið so undir at kanna alternativu flog- vallarviðurskiftini sambært tingsamtyktini um alterna- tivan altjóða flogvøll. Lokalpolitiska Djurholm- doktrinin, ið eins og ein kyklopur einvegis sær fyri sær møguleikar í Suður- streymoy, og sum hevur fingið yvir sær ein sekter- iskan dám, nú ráðleggingar og spunasmíð fara fram í tøttum cellum, millum útvaldar pilotar og politik- arar, kunnu í besta føri hava tað við sær, at als ongin loysn fæst á flog- vallarmálinum í fleiri áratíggju frameftir. Sum skaldið tók til á sinni: “Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið.” Soleiðis sær málið út í optikkinum hjá einum fyrr- verandi framsøgumanni Tjóðveldisins í vinnu- og harvið flogvallarmálum. Lokalpolitikkur, - Operatión Glyvursnes Tórbjørn jacobSen viðmerkingar