týsdagur 10. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 10. november 2009
13
- meðan vinnulív og
sjálvstýrið verður borið út
á einum CO2-silvurfati?
S
iti í Tinginum av og á: Ofta
bara eina løtu. Sum nú. Mest
sum fyri at njóta heildina av meist
araverki Ingálvs av Reyni á brósti
num yvirav. Tí tað er so gott og
ótrúligt er tað, at Ingálvur í sínum
hallandi lívskvøldi aftur dró fram
hetta ljósa spektrið sum kundi
gjørt hann fleirfalt so óðalsríkan,
men sum hann segðist undan og
segði: at hetta maktaðu bara frans
menn til fulnar, og tí helt hann seg
til sínar djúptøknu komposisjónir í
fløkum av heimligum grálýsis
dimmi – har enn eingin okkara,
heldur, kemur honum undir lið.
Uttan fyri vindeygað
stákast gøturøktarfrøðingar. Við
trillubøru, kusti og spaka. Tolnir og
trúgvir. Duga sítt starv. Hóast
ættarlið skifta. Ingálvur brúkti hesar
gøturøktarmenn til motiv/tema til
eitt annað meistaraverk, hvørs heiti
var tikið úr bókini við svartari
permu: Præd. 12,5: ( nú ið menn
iskja fer avstað til æviga bústað sín,
og »hini syrgjandi longu ganga á
vegnum og bíða..«
Tingfólk og CO2
Innanveggja er troðkan um talara
stólin. Seigir kallar, har bulur og
skalli økjast um bil. Og litfagrar
kvinnur við orðafloymi hvørs
diskantur titrar undir innanskalla.
Eitt samfelt orðaherðindi um: hvat
vit eiga, vilja, ynskja og mugu og
skulu gera! Men er nakað ítøkiligt
um: hvussu alt skal rigga? Tað
kemur neyvan upp á tal .
Eri einsamallur áhoyrari í dag.
Nú ið orkuskerjingarskræll
landsstýrisins er komið til fyrstu
viðgerð (03.11.09). Har vit skulu
skerja CO2útlátið heili 2025% av
orkutørvi okkara eftir 10 árum – í
minsta lagi frá í dag at rokna.
Hetta er semja um frammanundan
nakrari viðgerð í tinginum.
Signal til heimin
Er hetta av ræðslu fyri at: »Big
Brother is watching you« (Orwell)
úti í heimi, og tí skulu vit gleiv
beint samtykkja hetta signalið?:
• at sami CO2formil ikki
verður brúktur til okkara fiskiskip
sum til allan hin fúla skipaflota
heimsins.
• at ikki verður tikið fyrilit fyri
okkara ískalda havumhvørvi í
mun til hini heitu londini við
støðugum sólarljósi og hita.
• at onnur kunnu brúka hópin
av teirra CO2pengum til ønsk
rilig drápsvápn til AlQaida og
Taliban meðan vit ikki skulu
sleppa at brúka CO2 til harð
vunnan fong heimsins besta
fisk til matna.
• at fólkatalið skal verða býtis
lykilin heldur enn tann samlaða
víddin av land og sjóøki okkara.
• og at vit skulu vísa okkum sum
erpnar kalar og dansa millum
heimsins veldugu lond – nakað
sum bara kann blíva: »En spurv i
en tranedans«.
Ein arbeiðsbólkur
undir Innanlendisráðnum hevur
evnað hetta CO2uppskotið til.
Men var har í bólkinum ein tann
einasti ein kvenn/kallur við
praktiskum royndum við ítøkiliga
orkuproblemi landsins á hálsinum?
Tó teoriur er góður. Men ofta lekur
illa millum teori og praksis !
Eingin ivi er um, at orka og
umhvørvi eru tvær síður av somu
søk. Og vit eiga vituliga at fara væl
um bæði – men fyri alt í verðini –
við skili! Og vit hava køn fólk,
sum hava 10tals drúgvar ára roynd
ir á økinum – á degi sum nátt.
Var nakar elektrikari, maskin
istur ella verkfrøðingar t.d. úr SEV
(sum Klæmint Weihe o.a.) ella úr
Orkuráðnum, IRF og Fjarhitaskip
anini (sum Jóannes Hansen og
Heini Olsen o a.) at finna í
bólkinum? Nei, og aftur nei!!
Onkur var tó fyri vinnulívið (Men,
munnu teir hava fingið rættað kum
passina áðrenn?). Og so var pinna
matarbrigadan við, sjálvandi .
Men, við nærri eftirtanka, var
hetta ikki júst pinnamatarbrigadu
manningin, sum tók ta capablu
avgerð um at ein russari, sum stóð
skoraður flesjafastur á Tangafirði,
lá betri og bløraði ein fúlan olju
leka út á 100 metra dýpi í áravís –
heldur enn at skipið varð tømt fyri
óhumskuna á miðalvatni og
deyðavatni?
Hetta er ein søguligur dagur
gnisar landsstýriskvinnan fagur
látin – tað sama søgdu framsøgu
menn flokkanna – henni til tøkk og
skamrós. Ja, tí at ein »signal
semja« er í málinum! Oh, tú for
barmandi . Semja um møguligt
sjálvmorð fyri vinnuvegir landsins?
Og hetta longu lidna – og helst
bestilta arbeiði verður í næstu
viku á fundi handað Connie Hede
gaard, boðaði landsstýriskvinnan
frá. (Ja høvdu øll verið líka so væl
fyri í ovastu hædd – og hesumegin
borðið sum Connie, tí hon er
bæði gløgg og røsk. Tað skal hon
eiga.)
Røða landsstýrisinnunnar tók
annars støði í heimslitteraturinum:
» – Í tí estetiska virðinum, sum er
í (og halt tær nú fast) í ævintýri
num um: »Den grimme ælling«
(!)«. Ja, ak og vé og skrekk – ein
dunnuhylur og annar! Ein góð røða
– sum ein miðal millumskúlafrí
stílur – ið krevur bata?
Og hvagar gongur so leiðin hjá
Tinginum? Verður hetta eitt glitr
andi glæstrisskeið á sjálvbjargnis
leið, sum nú verður loyst úr
leinkjum? Ella verður okkara
totala, eintáttaða og sárbæra fiski
vinna her borin út á einum blóðig
um silvurfati, sum høvur Jóannesar
doyparans á sinni? Út til grummar
útlendskar harrar at ráða yvir og
revsa okkum fyri, táið áfatt verður.
Revsingin
Og revsingin tá verður, sjálvandi –
okkara arkilleshælur: fiskivinnan –
tí hvør vil at keypa fisk frá tápulig
um orðloysingunum í Føroyum. Og
hvør minnist ikki, táið ein uggi við
einum sandmaðki í, varð vaksin 100
ferðir og ringdi seg í týskum
sjónvarpi, rætt sum ein Miðgarðs
ormur ella Favnir á Glitrarheiði? Og
tað tók okkara sølufólkum fleiri ár
at forvinna hesa beistagerð aftur?
Ein tingmaður spurdi tvær ferðir:
»Hvør verður revsingin, um vit ikki
klára at halda givin lyfti?« Men
hann fekk einki svar. Og kanska tí,
at tað er so upplagt – fiskivinnan!
Politikkur?
Her eru mangir flokkar og nógv
fólk á Tingi, men hvat eru teir til
og hvat vilja tey? Sambandið og
Sjálvstýrið høvdu felags uppruna
og komu í 1906. Ella kom skilnað
urin ikki longu, táið Bóndin ikki
vildi skála fyri: »Móðurlandi okk
ara Danmark« í jubileumsveitslu
Müllers, sýslumanns í 1893? Her
ein ørstutt lýsing av flokkunum nú:
Sambandið
er ein stórur flokkur, og tað er for
stáðiligt. Ein lagnufelagsskapur
søguligur og vitanarligur í tvímáls
ligum høpi heilt aftur til 1380.
Ættarbond, samferðsla, samskifti,
skúlar (og Bremerhólmur) og nú
eisini tann dámligi Lars Løkke,
sum »landsins versonur«.
Men er nú hugtakið samband
og enn meiri samband nakað
politiskt endamál sum so. Fyrst við
DK, síðani ES og allan heimin?
Ella er hetta bara ein ómegdarrás í
lívd bergsins á tveimum rossum í
senn – og hómast eingin onnur
hugfarsligari leið í politiska
bjargalendinum?
Sjálvstýrið
er gamalt. Bernhard Brim, skald og
skemtari, sum dámdi væl at tað
rímaði, hevði eina strofu um henda
»fínaflokk«, skemtilig, um hon
bara rímar ca. 97%:
»….nei, vit hava ikki kukk undir
naglunum,
og tí hóska vit ikki saman við
spetakklunum (!) «
Flokkurin hevði fyrr einstøk
sermerkismál í skjøldrinum, sum
síni, eitt nú: mentan, útvarp, sjón
varp, kelduskatt, Kollafjarðartunnil
o. o. a. Men er ikki alt nú bara skift
út við eina ørgrynnu at viðmerk
ingum til viðmerkingar til viðm…
til bæði alt og einki?
Javnaðurin
breyt sær slóð millum valarar og
fiskafólk á Tvøroyri við 1. Dam
(tamptiram), 2. Dam (tamti
ram), 3.Dam…? Men sum tíðin
leið, og slipsini blivu strikað –
eisini tey reyðu so er ringt at
síggja mun á einum ektaðum valara
og einum morðgírigum kapitalisti.
Allir litir farast og fána í vælferð
vestanveldanna. Og so hvørt sum
munurin minkar millum fólk og fæ,
litir og kyn.
Fólkaflokkurin
reiddi sær felagsból úr framburðs
og vinnufólkum. Teim bestu í
landinum tá. Meðan blóðfátæktin
enn nívdi eftir Wall Street í 1929,
og óttin lúrdi fyri nýggjum heims
kríggi. Landið hóraði tó undan, um
so tann nationala ketan leyp av. Og
tjóðskaparkensla floksins nú mest
sum er yvirhálað av Sambandinum
og Sjálvstýrinum. Og tað sigur ikki
so lítið. Ímeðan vinnan ekur á
lemjingarleið.
Tjóðveldið
kom blásandi úr Danmark, spert av
kulturradikala vinstrarákinum uttan
úr heimi. Óstrukturerað landnám
við leiðslutrupulleika. Sama er enn.
Sterkar meiningar, men uttan sam
starvsevni. Størsti flokkur uttan
løgmann nakrantíð. Og er kanska
tann mesti sambandsflokkurin. Tí
alt sum útlondini hava, tað skulu
vit eisini hava – uttan mun til tørv
ella kostnað. Og er nakað problem
í útlondum, so má tað flytast higar
heim. »So ein ding muss ich auch
haben«, er inntonkta loysunnarorð
floksins. (Táið DK skerjir 20%, ja,
so mugu vit skerja minst við 30
40% um so alt fer á heysin!).
Miðflokkurin
er nýggjastur á rókini. Og er komin
undan fleiri fedrum (Kjartani,
Adolfi, Niels Paula og Tordi).
Hann fekk tó sum merkismál:
»Løgtingsins Umboðsmann« í
neystið. Tað var gott. Men
flokkurin er óstruktureraður, sum
hinir. Má »lappa« frá máli til mál.
Kreppan
tann fyrra kom í 1990unum og ein
heksadoktari (Finn Norman) varð
bestiltur úr DK til eitt skitið arbeiði
fyri politiskar ótangar og hann
setti á stovn eina kommandobrúgv
av ráðum í Tinganesi, sum eingin
stabilisatorur kann klára. Eitt ótal
av dýrum stýrum, nevndum og
bólkum, sum ferðast, fundast og
fjantast um nýggj virðir (uha) og í
fríkorterinum berjast tey um lás og
hurðar.
Eina savningarstjórn?
Heimskreppan herjar enn. Lands
skútan liggur tvør í brotunum,
ráðaloysi umborð, drekkur sjógv
við holi í luv. Eingin talar nú um
mannings ella bygnaðarbroytingar.
So hví ikki royna eina savningar
stjórn. Uttan mun til flokk ella kyn.
Ja, bara tey bestu.
Fólkaflokkurin eigur tað størsta
oratoriska talentið á Tingi, og
Tjóðveldið hevur tann mest roka
liga fólkatalaran. Miðflokkurin
hevur tingsins besta búskaparmann
í verki. (Hevði yvir eina hálva
milliard í avlopi um árið, og fekk
sum fyritøkustjóri enntá »14.
September« at geva stórt yvirskot,
blaðstjóri var Karin Kjølbro). Og í
hinum flokkunum eru væl onnur,
sum eru framúr á øðrum økjum.
Ella ger alt tað sama. Alt verður
bara rikið í rætt av pinnamatar
brigaduni og kunstigum útlendsk
um ræðumyndum og gykli, um at
vit hava nakra sum helst ávirkan á
alheimsins gonguverk og havsins
kalda hjarta?
Tó leiðin og konceptið fram á
leið er einfalt sum ein trýtrins
rakett:
1) Fyrst ein sjálvberandi búskap,
2) og eftir tað eitt møguligt val um:
vit skulu vera saman við DK,
3) og um ikki, so saman við hvørj
um øðrum tá, sum bestir vinir?
So einfalt er tað.
Ella man tann søguliga løtan
ófrættuløtan nú verða komin,
sum Jóannes Bóndi kvað um:
»Sjá hesi fjøll og tindar! Er hetta
landið mítt?
… men sáran hoyrast hvinini úr
homrum hvølt og ørt:
»Á, neyðara landsmenn, hvat
hava tit gjørt!
Tit dripið hava føroyingin í
Føroyum«!?
Hesin tími í Tinginum er nú av -
og best man vera at leita upp hús.
Ein verjuvalkyrja løgtingsins situr
handan skerstokkin í skottrygga
millumbygninginum – og uttan
Kalasjnikovriflu og dupult
patrónbelti – hon nikkar svalliga.
Ráligt er eisini uttanfyri. Nov
ember er myrkursins og vónloysis
ins mánaði. Heim eru eisini gøtu
røktarfrøðingarnir farnir. Munnu
hini syrgjandi longu ganga á
vegnum og bíða….
Orð meginskaldsins (JHOD)
reka mær sár í sinni:
»Fara vit mega tí aftur til húsa, vit
fremja ei dansin –
døggin drívur um vøll, einki er
um okkum meir.«
(Henda blaðgrein bleiv eitt slag av
framhaldi av hinari: »Samda
løgtingið og útlátið av veðurlags
gassum« sum stóð í Sosialinum og
Dimmalætting, mánadagin, tann
26. oktober 2009.)
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ein tími í Tinginum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Arnstein Niclasen