Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 215 - 10. november 2009 Í dag eru 75 ár síðan Tekniski Skúli í Havn byrjaði sítt virksemi. Sum skilst verður meira gjørt burtur úr hesum seinni. Í dag sjálvan føðingar­ dagin vilja vit ynskja skúlanum tillukku við at greiða eitt sindur frá søgu skúlans, og við eini frásøgn frá námsferð til Íslands fyri kortum Greinanavn Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Fyrsti rættuligi hand­ verkara­ ella arbeiðsskúli, vit vita um her á landi, er hann sum var settur á stovn av Tillich amtmanni. Ein lærari var Magnus Jacobsen úr Baianstovu, abbi Magnus á Kamarinum Tað fyrsta, sum kann kall­ ast tekniski skúli í Føroyum, var fingin í lag av amt­ manninum Buchwald. Her lærdu næmingarnir at tekna og byggja hús. Ein kendur næmingur var Djóni í Geil, sum seinni teknaði komm­ unskúlan, sum nú er ráðhús í Havn. Hann framvegis ein tann prýðiligastu bygningur í Føroyum. Í 1908 var aftur ein roynd gjørd at skipa tekniskan skúla í Havn, og var tað Magnus á Kamarinum, sum stóð á odda. Ein lærari var eisini Jógvan Waagstein Men heldur ikki hesi skúli gjørdist drúgvur. Árini 1920­1926 varð aftur roynt við tekniskum skúla. Lærarar tá vóru Steingrim Winther, byggimeistari og H.C.W. Tórgarð arkitektur. Hesir skúlar fingu ikki almennan studning, og tí vóru teir so stuttlívaðir. Í 1932 byrjar danin Ernst Hansen tekniska kvøld­ undirvísing á Tvøroyri. Um sama mundi varð Havnar Handverksmeistarafelag stovnað. Felagið fekk tá skriv frá stjóranum fyri teknisku undirvísingini í Danmark, at hann hevði hug at koma til Føroyar at hjálpa til, um áhugi var fyri tekniskum skúla í Havn. Hesum tók felagið undir við. Formaður í handverks meistarafelagnum var Jo­ hannes Simonsen, múrara­ meistari. Aftaná væl fyri­ skipaðar fyrireikingar gjørdar av Vilhelm Nielsen, smiðjumeistara, Stengrim Winther byggimeistara og Chr Bach, sum var stjóri á elverkinum á Rundingi, varð tann 10. november 1934 samtykt at seta á stovn tekniskan skúla. Hesin dagur er tískil roknaður at vera stovningardagurin hjá skúlanum. Men longu ein viku frammanundan var lýsing í Dimmalætting, sum boðaði frá, at Tórshavnar Tekniski skúli byrjar um miðjan november. Áhugaðir næmingar skuldu venda sær til Johannes Simonsen seinast 10. november, stovn­ ingardagin hjá skúlanum. Longu í februar árið eftir varð skúlin statsgóðkendur og harvið tryggjaður stats­ stuðul, sum var 40% av útreiðslunum. Tey bæði fyrstu árini var Johannes Simonsen eisini leiðari á skúlanum. Eftir hann var Zacharias Søren­ sen, yvirlærari í Havn, ættaður av Kirkju, leiðari fram til 1945. Skúlin hevði gott sam­ band við danskar myndug­ leikar og fekk góðan stuðul frá teimum og eisini frá donskum feløgum innan handverk og ídnað. Millum annað bað handverksmeist­ arafelagið eisini um hjálp úr Danmark til at fáa skip­ aðar sveinaroyndir í Føroyum. Í Danmark var nýggj lærlingalóg komin í 1937, men ein tilsvarandi lóg kom ikki í Føroyum fyrr enn í 1954. Tískil máttu sveina­ royndir skipast eftir donsku lógini, hóast umstøðurnar vóru sera ymiskar. Í 1956 gjørdist tekniski skúlin sjálvsognarstovnur. Inntil tá hevði skúlin verið kvøldskúli. Men áhugin fyri at fáa handsverksút­ búgving vaks so nógv sein­ ast í 50­unum, og við hesum gjørdist eisini tørvur á dag­ skúla. Hann byrjar í 1956 sum eitt fimm­mánaðar­ skeið fyri næmingar av bygd. Hetta riggaði væl, og tað vísti seg, at næmingarnir fingu meira burturúr á dagskúla enn á kvøldskúla. Næsta stigið var at sam­ skipa alla tekniska undir­ vísing í dagskúla í Havn og seinni eisini í Klaksvík. Hølisviðurskifti Skúlin fekk fyrst innivist í húsunum hjá Jens Paula í Dali undir Pisuvarða, og frá 1935 í táverandi sjómans­ skúlanum við J.C. Svabos­ gøtu, sum Tórshavnar Kommuna átti, og sum Skipasmiðjan eigur nú. Her var skúlin í 10 ár, men tað var sera trongligt. Í 1945 bjóðar kommunan skúlanum at húsast í VBV húsunum við Skansavegin. VBV stendur fyri Vand­ bygningsvæsenet. Studenta­ skúlin skuldi vera har um dagin og tekniski skúlin um kvøldið. Hetta var ikki besta loysn, men skúlin hevði einki val. Men so hendi tað í 1956, at Føroya Banki fór at byggja nýggj bankahús. Meistarafelagið fekk arbeitt so væl, at teir kundu keypa gomlu húsini hjá bankanum, og hetta gjørdist tekniski skúlin í mong ár. Týdningarmikil lærustovnur Tað er ikki meira sum kann sigast sum søguna á hesum sinni. Tekniski skúli er í dag ein týðandi táttur í skúlaverkinum. Her eru deildir fyri tey ymisku øk­ ini, sum handverkið fevnir um, sum bildeild, eldeild, hárfríðkanardeild, maskin­ deild, timburdeild og smiðjudeild. Hendan dagin vit vóru á vitjan hildu teir, at 300 næmingar vóru á skúlanum. Men samlaða næmingatalið fyri árið er munandi hægri. Lærlingar eru bert ein part av lærutíðini á skúlanum, og tá teir verandi næmingar fara út koma aðrir inn. Hetta sigur nakað um hvussu týðandi tað er, at skúlin hevur góðar umstøður. Vit ynskja skúlanum til­ lukku við hesum merkisdegi við ynski um góða eydnu framyvir. Skúlastjórar hava verið: Johannes Simonsen Zacharias Sørense Steingrim Winther Johan Ziska Poul Kjartan Bærentsen Svenning Nielsen 1997­ Egon Øregaard Tekniski Skúli á námsferð í Íslandi Um mánaðarskiftið sept­ ember/oktober skipaði Smyril Line fyri ein nógv umrøddan túr til Íslands í fótasporum fiskimanna. Men hendan túrin hjá Norrønu vóru eisini aðrir bólkar við øðrum ørindum í Íslandi. Millum hesar vóru tríggir flokkar á tekniska skúla við 17 næmingum og trimum lærarum. Ørindini vóru ein náms­ ferð, har teir vitjaðu Alcoa Fjarðaál, tað stóra alumini­ umsverkið á Eysturland­ inum og Landsvirkjun, tað Tekniski skúli 75 ár tíðindi