Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 10. november 2009 19 tíðindi stóra geotermiska kraft­ verkið í Kraft við Mývatn. Vanligt er, tá slíkar námsferðir verða gjørdar, at biðið verður um studning her og har. Men hetta tímdi hesin hópur ikki at fáast við. Ferðin við Norrønu kostaði bert kr. 300 fyri hvønn. Bilar høvdu teir sjálvir við, so alt hetta kostaði ikki meira enn teir sjálvir kundu gjalda hetta. Hetta var ein ferð, sum vardi frá mánadag til hós­ dag. Ligið var inni á Seyðis­ fjørðinum frá týsmorgun til mikukvøld, og gav hetta tveir dagar til útferðir. Men tíðin varð nýtt til fulnar frá tí lagt varð frá landi í Føroyum. Teir fóru við 1. meistaranum Per Mortensen rundferð í maskinrúminum og á brúnni. Her fekst frágreið­ ing um ta umfatandi tøkn­ ina, sum eitt skip sum Norrøna hevur. Her fingu teir sæð, hvussu avfall verður handfarið, um sprinklaraskipanina og smiðjuna umborð. Mest spennandi var tó at síggja maskinrúmið við sínum 30.000 hestakreftum. Tað er ikki smávegis sum brúkt verður av olju, nevniliga 57 tons um samdøgrið, tá siglt verður mest “burðardygt”. Men er brúk fyri at koyra á motorin kemur nýtslan uppá 80 t. Streymnýtsla hjá einum virki: 15 ferðir sum hjá Føroyum Komið varð inn kl. 9 týsmorgin og kl. 10 varð farið fyrstu útferðina, hetta var til Alcoa Fjarðaál, sum liggur í Reyðafirði, umleið ein tíma við bili suður frá Seyðisfirði. Her var móttøkan sera góð. Væl varð greitt frá, og farið varð runt um virkið. Her sóu teir millum annað ein similator, har teir venja kranførarar at stýra kranarnar á virkinum. Teir sóu eisini pottararnar, har tað reina alumininum verður framleitt, og har hitin er nærum1.000 stig. Teir hava 336 slíkar pottar. Hetta kann sigast at vera eitt einastandandi virki. Her arbeiða ikki færri enn 480 fólk á sjálvum virkinum umframt um 200 hava ar­ beiði, sum er avleitt av virkinum. Hetta skal síggjast í sam­ bandi við, at á Eystur­ landinum í Íslandi búgva bert eini 12.000 fólk ella minni enn bert í Tórshavnar Kommunu. Tá er tað talan um eitt arbeiðspláss, sum veruliga ger mun. Eisini fyri kvinnur, tí 26% av arbeiðsfólkinum er kvinnur. Hetta hjálpir til, at tey ikki føla kreppuna í Íslandi so meint sum á Reykjavíkar leiðini. Men hóast fólkatalið er lítið á Eysturlandinum, er økið stórt. Tí verður eisini skipað fyri ókeypis buss­ flutningi fyri arbeiðsfólkið til og frá arbeiði. Henda veiting røkkur tó ikki til Seyðisfjarðar, sum er 60 km burtur. Ísland hevur í mong ár havt aluminiumsframleiðslu á Hafnarfjørðinum beint við Reykjavík. Tað er vaksandi tørvur á hesum tilfari um allan heimin, og tí varð hetta virksemi byrjað á Eysturlandinum, har tað eisini er nógv orka. Byrjað varð at byggja í juni 2004 og framleiðslan byrjaði í juli 2007. Her eru tveir bygningar, og teir eru ikki færri enn 1.100 metur til longdar. Framleiðslan er 346.000 t. av aluminium árliga , sum verða evnað í barrir, sum eru 648 kg hvør. Framleiðsl­ an verður send til Rotterdam so hvørt, sum framleitt verð­ ur, og har verður tilfarið framleitt víðari. Á virkinum gera teir eisini háspenningskáplar, ið verða vundnir á trumlir. Hvør trumlan vigar 1 tons. Dentur verður lagdur á grøna orku og at fara væl við náttúruna. Men orkukrevj­ andi er henda framleiðslan. Elnýtslan er umleið 5.000 GWH árliga. Hetta tal sigur einsamalt ikki so nógv. Men hetta er altso 15 ferðir so nógv sum allar Føroyar brúka. Elorkan er í høvuðsheitum frá Kárahnúkum, ið varð bygt til at veita el til Fjarðarál. Turbinurnar eru við Lagarfljót við Egilstaðir, meðan byrgingarnar eru í Kárahnúkum í um 600 metra hædd, soleiðis at meira vatn er á sumri. So er tað hetta kenda fyri­ brigdi CO2 útlát. Tað er 486.000 t. árliga, sum svarar til 147.000 t. av olju. Hetta er umleið 10% av samlaða útlatinum hjá Íslandi. Krafla: Elorka við heitum vatni úr jørðini Mikudagin fór bólkurin at vitja geotermiska kraft­ verkið Krafla, sum er við Mývatn inni í landinum. Sum tað er kunnugt, er Ísland væl fyri við orku­ framleiðslu. Har eru tilsam­ ans 12 kraftverk. Níggju av teimum eru vatnverk, 2 eru geotermisk, og eitt eru oljuverk. Hetta er í Vest­ mannaoyggjum, har tað ikki eru aðrir møguleikar. Eitt geotermisk virki troytir heilt einfalt hitan, sum er niðri í jørðini. Hes­ um er tað sum kunnugt nógv av í Íslandi. Men kunsturin er so at fáa hetta gjørt til orku. Tað er so eydnast her. Jarðarhitin er 370 stig. Borað verður eftir heitum vatni, og nøgdin teir hava er ikki minni enn 11.000 tons um tíman. Byrjað varð at byggja Kraflaverkið í 1974 og tað varð tikið í nýtlsu í 1978. Her starvast 17 fólk. Effektin er 60 MW ella hálva aðru ferð teirri hjá SEV í meginøkinum. Tað eru einir 200 km frá Seyðirfjørðin til Krafla. Hendan dagin vóru líkindi ikki tey bestu, men teir komu tí fram í øllum góðum eftir at hava koyrt góðar tveir tímar. Her var bólkurin eisini vístur runt á virkinum. Byrjað varð við filmi, sum vísti umstøðurnar, tá virkið varð bygt. Bert 2 km frá har teir arbeiddu var eitt gosfjall sum goysti, og sum fekk alla undirgrundina at rilla. Hetta seinkaði eisini verk­ ætlanina í fleiri ár. Her er eisini øll møgulig tøkni sum vanlig fólk einki skilja av. Tað var ikki bara sum at siga tað at bora eftir vatni. Einaferð, teir hildu seg bora eftir vatni, rendu teir seg í flótandi grót, og øll útgerðin fór fyri skjeyti. Hetta sigst at vera einasta menniskja­ skapta vulkan. Teir vóru annars blíðir og fyrikomandi, og sum før­ oyingar kendu teir seg sera væl móttiknar. Tað er Landsvirkjun sum eigur elframleiðsluna í Íslandi, og framleiðslan á Krafla verður so løgd inn á samlaða elnetið í Íslandi. Ein hampuliga stórur partur av framleiðsluni endar so hjá Alcoa Fjarðarál. Teirra framleiðsla kann bert bera til, um teir fáa bíligan streym. Sum tað skiltist var streymprísurin í mun til prísin á alumninum. Væl eydnað ferð Okkurt var eisini til gaman á túrinum, og hetta var eisini slíkt sum bert fæst í Íslandi. Hetta var í einum úti­ svimjihyli nakað líknandi sum Bláa Lón á Reykjavíkar leiðini. Her kundu teir liggja og dusa sær í heita vatni­ num, sum tað onga orku hevur kostað at hita upp. Vit hava aftaná havt eitt prát við ein av flokkunum, sum var hendan túrin síðstu vikuna, teir vóru á teknniska skúla í hesum umfarinum Hetta er L3­M har Hanus Vang er ein av lærarunum, sum eisini var í Íslandi. Í hesum flokki voru 7 næmingar. Teir læra annars til maskinsmið á ymiskum verkstøðum kring landið. Ein partur av læruni er so at ganga á tekniska skúlan. Næmingarnir lata sera væl at ferðini. Her hava teir kunnað vitjað virkir, sum eru so sera nógv øðrvísi enn vit kenna tað her. Men tað er altíð læruríkt at síggja annað enn tað vanliga. Teir eru samdir um, at hetta var eitt stórt upplivilsi, og við rutuni við Norrønu til Seyðisfjarðar liggur eisini væl fyri at gera slíkar túrar. Okkurt kundi kanska verið gjørt øðrvísi eina aðra ferð. Fyrra dagin kundi verið farið til Krafla og síðan til Akureyrar. Seinna dagin kundi so verið vitjað á Fjarðaál og Kárahnjúkar. Vit ynskja næmingunum framhaldandi góða eydnu við teirra læru.