týsdagur 10. november 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 215 - 10. november 2009
Heilivágsídnaðurin er frítikin ábyrgd
Fyritøkur, sum framleiða vaksinu móti svínakrími, vilja vera frítiknar ábyrgd fyri møgulig
hjáárin. Heilivágsídnaðurin hevur kravt, at hann verður frítikin fyri ábyrgd fyri møgulig hjáárin
av H1N1-vaksinu. Orsøkin er, at tað hevur verið eitt hart tíðartrýst at fáa nýggju vaksinuna á
marknaðin. Vanliga er tað ikki loyvt framleiðarum at fáa frítøku fyri ábyrgd, men í hesum føri
hevur Danmark eins og onnur lond valt at gera eitt undantak. Tað sigur danski
heilsumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen. - Fyri sjúklingarnar merkir tað einki, og høvdu vit ikki
góðtikið hesar treytir, hevði vaksinan ikki verið komin á marknaðin, leggur hann aftrat. Bæði
Danmark og Noregi fáa sína vaksinu móti svínakrími frá bretska framleiðaranum,
GlaxoSmithKline.
Tað er áhugavert, at
í dag, sama dagin
sum Tekniski Skúlin
í Tórshavn hevur sín
75 ára føðingardag
verður endaliga
»kappingartilfarið«
í sambandi við at
byggja »Skúladeplin
við Marknagil«
handað skúlamyndug
leikunum. Hetta
kann ikki annað
enn roknast sum ein
rimmar føðingar
dagsgáva til Tekniska
Skúlan í Tórshavn
Tíðindaskriv
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Hugtakið »Skúladepilin við
Marknagil« sá dagsins ljós
í 1999, tá Signar á Brúnni
landsstýrismaður útskrivaði
eina almenna hugskotskapp-
ing um »Skúladepil við
Marknagilsvegin í Tórs-
havn«.
Í 1997 byrjaði stýrið sam-
an við stjóranum fyri Tekn-
iska Skúlan í Tórshavn at
fyrireika umsókn til skúla-
myndugleikarnar. Ætlanin
var at fara undir at byggja
nýggj hølir til Tekniska
Skúlan í Tórshavn á tí
40.000 fermetra stóra økin-
um, sum skúlin eigur, og
sum liggur niðan fyri Skúla-
heimið við Marknagils-
vegin.
Føroya
Handilsskúli
hevði góð, men ov fá
undirvísimngarhølir. Stýrini
og stjóranir á Føroya Hand-
ilsskúli, og Tekniski Skúl-
anum í Tórshavn tosaðu
saman og var gjørt av, at
fara undir eina felags byggi-
ætlan til hesar báðar skúl-
arnar.
Um hetta mundið tók
Eilif Samuelsen, landsstýr-
ismaður, avgerð um, at
Føroya Studentaskúli og
HF skeið skuldi flytast, og
at nýggjur bygningur til
skúlan skuldi byggjast úti í
Marknagili.
Hetta førdi til, at Arki-
tektakappingin um »Skúla-
depilin við Marknagils-
vegin« var útskrivað, í 1999
og var vinnarin funnin í
2000.
Í byrjanini var mótstøða á
fleiri »frontum« bæðið pol-
itiskt og eisini innanhýsis
imóti at byggja tríggjar skúl-
ar undir sama taki. Orrust-
urnar vóru ikki so fáar og
heldur ikki altið so mjúkar.
Nógvar ymiskar kapping-
ar og royndir at fáa gongd á
byggingina av skúladeplin-
um fóru fyri bakka.
Men nú »dagnar« og eru
helst tey flestu - bæðið polit-
ikarar og onnur samd um, at
hesuferð fer at bera á mál.
Endaliga »kappingartil-
farið« verður sum áður
sagt, latið skúlamyndugleik-
unum í dag.
Gongur sum ætlað verður
farið undir projekteringina
av størstu einstøku byggi-
verkætlanini í Føroya søgu,
seinast í hesum árinum.
Ymiskar meiningar og
hugsanir eru sjálvssagt um
eina so stóra og nýhugsandi
nýbygging.
Egon Øregaard, stjóri á
Tekniska Skúlanum metir,
at hetta helst er størsta fram-
brotið í nýggjari føroyskari
skúlasøgu.
Hann heldur at møguleik-
arnir eru nógvir.
- Ja, helst er tað bert hug-
flogið, sum setir mørk fyri
teimum møguleikum, sum
samansjóðingin av trimum
so ymiskum skúlum veitir.
Ongin ivi er um, at henda
stóra íløgan fer at gagna
landi og fólki í størri mun,
enn vit í dag duga at ímynda
okkum, sigur hann.
Fyri 75 árum síðani - í
1934 - búleikaðust umleið
25.700 fólk í Føroyum, av
hesum búðu umleið 3.600 í
Tórshavn.
Hindenburg,
ríkispresi-
dentur, Týsklands doyði í
1934, og gjørdist Adolf Hitl-
er bæði kanslari og presi-
dentur og útnevndi seg
sjálvan til der Führer fyri
týsku tjóðina.
Torført er at seta seg inn
í, hvussu samfelagsviður-
skiftini hesa tíðina vóru
heima í Føroyum og enn
minni, hvussu viðurskiftini
vóru úti í stóru verð. Heims-
umfatandi fíggjarkreppa og
fyrri heimsbardagi kastaðu
enn sínar longu skuggar á
dagliga dagin. Hóttanin um
enn ein heimsbardaga, dag-
aði í havsbrúnni.
Hetta vóru umstøðurnar
tá Tekniski Skúlin í Tórs-
havn sá dagsins ljós og var
settur á stovn í 1934.
Men hugsjónarmenn í
samtíðini sóu ein tørv, og
tóku sjálvir stig til at stovna
Tekniska Skúlan í Tórshavn
- ein skúla, sum var fyri
handverkarar.
Hesir úrmælingar vóru
greiðir yvir, at lótu teir
standa til, var stórur vandi
fyri at føroysk handverkara-
vinna ikki nøktaði fakliga
tørvin og tey krøv, sum
framtíðin fór at seta.
Hesir »tordu« at bróta
upp úr nýggjum og at hugsa
øðrvísi enn tey flestu.
Vilhelm Nielsen, smiðju-
meistari, Jóhannes Simon-
sen, múrarameistari, Stein-
grím Winther, byggimeistari
og fleiri við teimum »realis-
eraðu« setningin -»Man
skal forandre for at bevare«-
soleiðis sum danski forsæt-
isráðharrin Poul Schlüter,
orðaði tað, mong ár seinni.
Hesi 75 árini hevur Tekn-
iski Skúlin í Torshavn ment
seg frá at verða ein partur
av einari kvøldskúlaskipan,
til ein framkomnan yrkis og
miðnámsskúla á høgum
fakligum støði.
Í løtuni hava uml 310
næmingar
sína
dagligu
gongd á skúlanum. Skúla-
bygnaðurin hjá lærlingunum
er lagaður eftir einari skift-
isskipan og eru tað tí í alt
uml. 530 næmingar og lær-
lingar, sum hava tilknýtið
til Tekniska Skúlan í Tórs-
havn.
Útbúgvingarnar
sum
Tekniski Skúlin í Tórshavn
bjóðar fram eru: Lærlinga-
útbúgvingar, SIT, og fram-
haldandi útbúgvingar. Har-
umframt samstarvar Tekn-
iski Skúlin í Tórshavn við
Føroya Handilsskúla um
Skeiðsdepilin.
Seinnu árini er skúlin
farin undir at bjóða fram
fleiri nýggjar útbúgvingar
so sum:
Framleiðslutøkning, sum
er ein 2 ára framhaldandi
útbúgving
Byggitøkning, sum somu-
leiðis er 2 ára framhaldandi
útbúgving
Klædna handverkara –
sum er ein 2 ára endalig
útbúgving
Kosmetikari, sum er ein
-2 ½ ára endalig útbúgving
Tekniski Skúlin í Tórs-
havn
er
skipaður
sum
almennur sjálvsognarstovn-
ur við einum seksmanna
stýri. Magnus Magnussen
er stýrisformaður
Tað eru í dag 75 starvsfólk
á lønarlistanum hjá Tekn-
iska Skúlanum í Tórshavn,
sum svarar til uml. 69 árs-
verk.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
fyllir 75 ár í dag
Móttøka
Í sambandi við 75 ára dagin fer skúlin at skipa fyri
almennari móttøku 20. november klokkan 15 á
Skúlaheiminum við Marknagilsvegin.
Byrjað verður við at skúlin hevur opið hús í
Smiðjugerði 1, frá kl. 12.00 til kl. 14.30, har næmingar
og lærarar fegin vísa skúlan fram fyri foreldrum,
læruplássum og øllum áhugaðum.
Júst í dag á 75 ára føðingardegnum hjá Tekniska Skúla í Tórshavn verður endaliga kappingartilfarið um Skúladepilin í Marknagili
handa skúlamyndugleikunum, og tað er vorðið sum føðingardagsgáva, heldur Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla