týsdagur 10. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 10. november 2009
Í Madrid mugu tey ásanna,
at hóast felagið í ár hevur
brúkt meira pening enn
nakran tíð, er glæman av
stjørn um sum Ronaldo og
Kaká ikki í nær námind
henni hjá David Beckham
Tá Real Madrid í 2003 keypti David
Beck ham úr Manchester United,
skuldi stórur partur av sølu pen ing i
num fíggjast við troyggjusølu. Og
tað eydnaðist.
Sølan av troyggjum við 23talinum
á rygginum rakk tá ókendum hædd
um, og samlaða troyggjusølan hjá
Real Madrid øktist við 27 pro sent
um tað árið. Av hesum átti Beck ham
einsa mallur tey 22 prosentini.
Øll vildu hava troyggjuna hjá
Beck ham. Ja, sjálvt lagkøkur við
hansara troyggjutali vórðu gjørdar,
og allur býurin varð fangaður av
Beck hambylgjuni, verður sagt á
markn að ardeildini hjá Real Madrid.
Og her koma hvørki Ronaldo ella
Kaká í nær námind enska fótbólts
og mótaikoninum.
Sølan av troyggjum hjá Real
Madrid er nevnliga bara ein fjórðing
av tí, sum hon var í 2003, hóast felag
ið í ár hevur keypt tær báðar mega
stjørn urn ar fyri ein prís, sum saman
lagt fer upp um milliardina.
Ein partur av skuldini stavar helst
frá fíggjarkreppuni og risa arbeiðs
loysi num, sum er í Spania. Men
hóast framúr fótbóltsevnini, so
røkka hvørki Kaká ella Ronaldo
Beck ham til kníggja sum vørumerki,
er niðurstøðan í Madrid.
Neistin var einasta liðið,
sum ongan tíð tapti móti
Tjaldri í fjør. Í annaðkvøld
hittast liðini fyri fyrstu ferð
hetta kappingarárið. Og á
Skála skal StÍF royna at fáa
síni fyrstu stig, tá VÍF vitjar
Eftir at bert ein dystur stóð á skránni
um vikuskiftið, eru tveir dystir í
bestu kvinnudeildini í morgin.
Tjaldur hevur higar til vunnið allar
sínar dystir hetta kappingarárið, og
meistaranrir eru eisini favorittar, tá
tær taka ímóti Neistanum.
Hinvegin var Neistin einasta liðið,
sum ikki tapti móti meistarunum
seinasta kappingarár, og so er
spurningurin, um nú umskipaða
Neistaliðið aftur megnar at halda
fast í somu góðu gongd.
Gera tær bláu ikki tað, tykist
kappingarárið hjá teimum mest
sum
longu
nú
at
enda
í
ongamannalandi, har tær eru langt
frá botninum, men samstundis ov
langt frá oddinum.
Í botninum eigur StÍF enn síni
fyrstu stig tilgóðar, og ivaleyst ætla
tey at vinna sær hesi, tá tær fáa
vitjan av VÍF. Saman við VB eru tey
bæði liðini partur av botnstríðnum,
men VÍF hevur sum einasta av
teimum trimum vunnið sær stig, tá
tær á heimavølli vunnu á VB.
Tveir Sunset-dystir í morgin
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
6
5
-
0
-
1
182
126
56
10
2 Tjaldur
5
5
-
0
-
0
165
116
49
10
3 Neistin
5
4
-
0
-
1
136
112
24
8
4 VÍF
5
1
-
0
-
4
110
148
-38
2
5 StÍF
4
0
-
0
-
4
81
126
-45
0
6 VB
5
0
-
0
-
5
99
145
-46
0
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Eingin yvir og eingin við síðuna. Troyggjusølan við troyggjum hjá Ronaldo og Kaká er bara fjórðingurin av tí, sum hon var við David Beckham á liðnum hjá Real Madrid
Beckham var nógv størri
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk