týsdagur 10. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. november 2009 – Nr. 215 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Seinasta vikuskiftið varð
aftur lagt til brots í før oysk
um billardspæli. Hol varð
sett á eitt nýtt billardár. Og
sum vanligur siður hevur
ver ið í samfull 20 ár varð
lagt út við kappingini um
Hal dor Holm steypið
Billard
Tíðindaskriv
Kappingin er ætlað sum ein upp hit
ing til Føroyameistarakappingina,
sum byrjar í desember og heldur
fram til páskir. Tað var Billard sam
band Føroya, sum lat eitt stórt steyp,
sum tó ikki kundi vinnast til ognar,
men skuldi hava heimstað í Klaksvík,
har Haldor Holm, sáli gjørdi eitt
slóð brótandi arbeiði til frama fyri
billard spælinum.
Kappast varð fyrstu ferð í 1989 og
hev ur málið verið, at fimm av land
sins bestu spælarum frá seinastu
FM kapping skuldu vera við í hesi
kapp ingini. Og so varð eisini í ár, tó
at fleiri frámeldingar vórðu. Eitt nú
vóru hvørki stórspælarar sum Son
hard Johannessen ella Max Ras mus
s en við vegna forfall.
Tað var við ikki sørt av sorgblídni,
at kappingin fór fram á hesum 20
ári uttan fyri Klaksvíkar Klubba, har
hon hevur verið hildin øll undan
farnu árini. Billardspælarar í Klaksvík
hava tikið stig til at fáa egin høli í
Fossa gøtu, sum liggur millum Klaks
víkar Klubba og KÍ høllina. Hølini eru
inn rættað til at hýsa einum billard
borði umframt at góðar og hugna
ligar umstøður eru til áskoðarar og
til hugnaliga samveru. Hóast sorg
blíd ni so var kortini ein gleðisrómur
at hava fingið eini høli, sum burturav
eru ætlað til billardspæl.
Borðið er annars tað sama sum øll
árini spælt hevur verið billard á í
Klaks vík, síðani fyrst í 70árunum, tá
tá ver andi kommunulæknin í Klaks
vík saman við øðrum tók stig til at
fáa billardborð.
Kappingin hesaferð gekk væl og
riggaðu nýggju hølini sera væl. Ikki
óvant að gjørdist verandi Føroya
meist ari, Kristian Sune Høgnesen
vinn ari av kappingini. Hann hevur
vunn ið kappingina tilsamans fimm
ferð ir, annaðhvørt ár síðani ár 2000.
Kristian Sune hevði umleið 30 eygu
í meðal og var so nógv bestur. Hann
átti eisini besta spælið og besta
um farið.
Kappingin um 2. og 3. plássið
gjørd ist tó ein gysari. Jan Müller,
Stein bjørn í Dali og Jógvan Jørgen
sen lógu lið um lið nærum alla kapp
ing ina, og avgerðin fall ikki fyrr enn
tí seinasta dystinum. Jan hevði sera
góðan møguleika at vinna, tá hann
spældi seinasta dystin og skuldi
hava 430 eygu. Væl gekk í hond frá
byrj an,
men
móti
endanum
dragnaði tað hjá honum og endin
varð, at tað restaðu 30 eygu í til 2.
plássið og 8 eygu í til 3. plássið. Tá
avtornaði gjørd ist Jógvan Jørgensen
nr. 2 og Stein bjørn í Dali nr. 3.
Føroya Bjór stuðlaði kappingini
og hevur gjørt tað øll hesi árini.
Kristian Sune vann Haldor Holm Cup
Kristian Sune Høgnesen vann
gull, Jógvan Jørgensen silvur
og Steinbjørn í Dali bronsu í
Haldor Holm Cup
Kristian Sune Høgnesen vinnari av Haldor Holm Cup fyri fimtu ferð
her í nýggju hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag
Símun Gullaksen, marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór, handar
Kristian Suna Høgnesen vinnarasteypið
Johannis skal venja MB
Komandi kappingarár skal Johannis Joensen venja
besta mansliðið hjá Miðvágs Bóltfelag, sum í ár flutti
úr 1. niður í 2. deild, men helst skjótt ætlar sær
uppaftur. Johannis er sum fótbóltsspælari uppvaksin
í MB, men hevur eisini spælt við havnarfeløgunum,
HB og B36, umframt at hann hevur spælt við
Alandsliðnum. Síðsta árið hevur hann spælt við
næstbesta liðnum hjá 07 Vestur.
Brotsspark bjargaði Liverpool
Hagtølini søgdu, at Liverpool hevði bóltin 78% av tíðini. At Birmingham
bert hevði fimm royndir móti málinum sammett við tær 35 hjá Liverpool,
men hetta munaði lítið, tá avtornaði. Alt tóktist annars ganga sína kós, tá
Ngog legði Liverpool á odda, men mál frá Benitez og Jerome løgdu
gestirnar framum. Eftir steðgin hevði Birmingham ikki eina tí einastu roynd
móti málinum hjá Liverpool, men kortini skuldi eitt meira enn bara ivasamt
brotsspark til, áðrenn javnvág kom í málroknskapin. Ngog fór umkoll í
brotsteiginum, og hóast Birminghamspælararnir mótmæltu, so helt
dómarin fast um sítt, og so kundi Gerrard smekka leðurkúluna í netið,
soleiðis at Liverpool slapp undan fullkomnu eyðmýkingini.