mikudagur 11. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
Av ótta fyri at tað skal
elva til ruðuleika,
hevur altjóða orku
stovnurin valt
at dylja, at tað er
nógv minni olja til
í heiminum, enn
almenningurin hevur
fingið og fær at vita
Oljuvinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað er tað viðurkenda
bretska blaðið The Guardi
an, sum kemur við teimum
skelkandi tíðindunum, og
sambært blaðnum eru tey
ikki tikin úr leysum lofti.
Tvørturímóti sigur blaðið
seg hava tíðindini frá einum
týðandi embætismanni hjá
altjóða orkustovninum IEA.
Hann vil vera við, at IEA er
vitandi um, at um ikki so
langa tíð verður oljutrot,
men at stovnurin hevur valt
at dylja tað fyri at sleppa
undan ruðuleika á markn
aðunum.
Gevur USA skyldina
Keldan hjá The Guardian
vil vera við, at USA hevur
lagt trýst á altjóða orku
stovnin fyri at fáa hann at
geva eina ov ljósa mynd av
teimum oljuleiðum, sum
eru staðfestar, samstundis
sum hann hevur verið ov
bjart skygdur, tá tað snýr
seg um vánirnar fyri at
finna nýggjar oljuleiðir.
Nið ur støðan
hjá
The
Guardian er, at tey nýggjastu
tølini hjá IEA kunnu ikki
metast at vera eftirfarandi,
og í øllum førum er orsøk
til at seta spurnartekin við
tey, skrivar blaðið.
– Fyri fýra árum síðani
kunngjørdi IEA, at í 2030
verður heimsins olju fram
leiðsla 120 milliónir tunnur
um dagin. Stutt eftir bleiv
metingin broytt til 116
milliónir tunnur, og í fjør
noyddist
IEA
at
rætta
metingina eina ferð afturat
til 105 milliónir tunnur,
sigur keldan við The Guard
ian.
– Tann fyrsta metingin
var burtur úr vón og viti, og
at tann seinasta er heldur
ikki røtt. Og tað veit IEA,
sigur keldan við blaðið.
Hon vil vera við, at tað er
rættiliga vanlig uppfatan í
IEA, at tað verður ómøguligt
at fáa ta dagligu fram leiðsl
una upp um 90 milliónir
tunnur um dagin í 2030.
Men av ótta fyri ruðuleika á
fíggjarmarknaðunum torir
IEA ikki at lækka metingina
meiri, enn gjørt varð í fjør.
Klára ikki meiri
The Guardian hevur eisini
tosað við ein fyrrverandi
embætismann hjá altjóða
orkustovninum. Hann váttar
tað, sum hin hevur sagt og
leggur afturat, at í hansara
starvstíð var tað umráðandi
at gera forsagnir, sum
ameri kanararnir
kundu
góð taka, sjálvt um tey, sum
gjørdu metingarnar, vistu,
at tað var ikki so nógv av
olju eftir í heiminum, sum
metingin segði.
– Vit hava longu rokkið
mestamarkinum, tá tað snýr
seg um heimsins olju fram
leiðslu, og eg haldi, at støð
an er álvarssom, sigur fyrr
verandi IEAstarvsmaðurin,
sum eins og hin ikki vil
verða nevndur við navni.
Bretski tinglimurin John
Hemming hevur leingi víst
á, at IEA sigur heimsins
oljugoymslar at vera mun
andi størri, enn tær í veru
leikanum eru. Nú sigur
hann við The Guardian, at
greinin í blaðnum vísir, at
heimurin kemur í oljutrot
nógv fyrr, enn almenn ing
urin hevur fingið at vita.
Nógv minni olja eftir í heiminum
enn higartil hildið
Sambært teirri ónevndu kelduni hjá The Guardian er nógv minni olja eftir í heiminum enn higartil hildið
Mynd: Reuters
Obama til minningarhald
Umleið 15.000 fólk vóru í gjárkvøldið til minningarhald á
herstøðini Fort Hood í amerikanska statinum Texas, har ein
heryvirmaður myrdi 13 fólk og særdi 29 í síðstu viku. Í røðu síni
á minningarhaldinum fordømdi Barack Obama, forseti, tað, sum
drápsmaðurin hevði gjørt, og hann segði seg vera vísan í, at
drápsmaðurin fær ta røttu revsingina bæði í hesum heiminum
og tí næsta. Tey flestu, sum doyðu í hópdrápinum, skuldu til
Afghanistan og Irak, og tað nam fordetin eisini við. Hann segði,
at USA er í kríggi aðrastaðni, men at hesi vórðu skotin í
heimlandinum. Tað ger sorgarleikin so mikið verri og heilt
ófatiligan, segði Obama.
Færri flýggja til Evropa
Talið á fólki, sum royna at flýggja úr Afrika til Evropa, er
minkað nógv í ár. Í fjør skrásettu ESmyndugleikarnir
90.000 ólóglig flóttafólk, sum royndu at sleppa til Evropa
umvegis Spania, Italia ella Grikkaland, men í ár eru tey
nógv færri. Sponsku myndugleikarnir siga, at har er talið
minkað eina helvt, og í Italia er tað minkað uppaftur meiri.
Bæði Spania og Italia hava gjørt avtalur við lond í
Norðurafrika um at steðga flóttafólkastreyminum um
Miðjarðarhavið, og hetta hevur virkað eftir ætlan, siga
marknamyndugleikarnir hjá ES.