Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 216 • 11. november 2009 2. partur Í skúla Eg fór í skúla inni í Trongisvági. Har gekk eg í trý ár. Elsebeth Vestergaard var lærarinna. Hon er kend fyri ta stavingarbók fyri 1. flokk, sum seinni kom út. Elsebeth var fødd í 1900 á Økrum. Hon hevði fyrst verið lærari í Porkeri og Vági, og var hon árini 1926-1958 lærari í Trongisvági. Tá flutti hon til skúlan á Tvøroyri. Sagt verður um hana, at hon hevði serliga gott tak á at læra børnini at lesa. Hon ferðaðist seinni til skúlarnar í landinum eftir áheitan frá landsskúlaráð- gevaranum at greiða frá hennara máta at læra børnini lesing. Hon var eisini við í skótaarbeiði saman við Elgerdu Jacobsen, og Elsebeth arbeiddi innan sunnu- dagsskúlan í meira enn 40 ár. Elsebeth var ein einastandandi lærarinna. Tað vóru tríggir klassar í einum rúmi í senn. Tað gekk fínt. Vit lærdu nógv hóast trongu umstøðurnar. Men sjálvsagt kemur tað eisini upp til hvønn einstakan, hvat ið hann fær við. Aftaná 3. flokk varð farið út á Tvøroyri at ganga í skúla. Hetta var rættuliga langt at ganga. Har gekk eg til fimta flokk og fór síðan í realskúlan, har tað vóru fýra klassar. Tað var ikki vanligt hjá gentum tá at fara í realskúla. Danin Jørgen Bennedsen var lærari hjá mær á Tvøroyri. Elgerda Jacobsen var tað síðsta árið, eg fór úr skúlanum. Elgerda var ættað úr Bartalstovu í Syðrugøtu. Hon var ein sera myndug kvinna og gjørdist skúla- stjóri á Tvøroyri. Hon hevur eisini skrivað søguna hjá skúlaskapin- um í Froðbiar sókn. Hon hevur verið kelda til fleiri av frásøgn- unum í røðini Hendur ið Sleptu í Sosialinum. Fleiri av lærarunum á Tvøroyri eru nevniliga jarðaðir í gamla kirkjugarði í Havn. Pápi mín flutti inn í Puntabyrg, har hann búði síni tvey seinastu ár. Meðan pápi hansara livdi, var hann hjá honum og passaði pápan til tað síðsta. Eg sigi ein dagin við pápa, at eg havi skrivað meg upp til at fara í realskúlan. “Hevur tú tað?” “Ja, hinar genturnar í klassanum hava eisini skrivað seg.” “Tað er í lagi,” segði pápi, “men eitt skal tú vita. Tú sleppur ikki út úr skúlanum, fyrr enn tú hevur fingið eksamin, um tað so ganga tjúgu ár.” Men eg kláraði tað eftir fýra árum og var liðug í 1938. Tað gekk væl. Eg var nummar eitt av Tvøroyrabørnum. Onkur úr Vági var betri. Tey gingu í skúla í Vági, men tóku prógv á Tvøroyri. Pápi doyði, meðan eg gekk í 2. real. Hetta var tann dagin, eg skuldi konfirmerast 14. Apríl 1936. Tá kom nakað av stígi í, men eg spenti meg útaftur. Omman gjørdi brótsukur Vit vóru so væl fyri, at vit høvdu jørð í húsinum, og abbi í Puntabyrgi var seyðamaður afturat. Eg haldi, at vit slaktaðu einar 18 seyðir, so vit høvdu nóg mikið av kjøti Gerda Einarsson: Í skúla og so í Arbejdernes Trawlerdrift Í fyrsta partinum varð greitt frá ættini hjá Gerdu í bæði borð. Eisini var komið eitt sindur á fakfelagssøgu á Tvøroyri, har pápin var virkin. Gerda missir mammuna og pápan tíðliga. Hon og systirin vaksa upp hjá ommuni og abbanum í Puntabyrgi, har tað var óføra gott at vera Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tað var gott at vera barn í Puntabyrgi Húsini í Pumtabyrgi, nýggjari mynd ➘