mikudagur 11. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 216 • 11. november 2009
í húsinum. So høvdu vit eisini
kúgv, hønur, dunnur og gæs, so
her manglaði einki.
Fyri at fortjena eitt sindur
ekstra plagdi omma at gera bróst
sukur og slikkipinnar, sum vórðu
seldir til fólk.
Fólk vóru ikki so forvand við
góðgæti sum í dag. Bróstsukur
var tað mest leskiligasta góð
gæti, sum kundi hugsast.
Fólk fóru ikki útferð, uttan at
tey steðgaðu omanfyri Puntabyrg
at vita, um omma áttu bróstsukur.
So keypti tey sær nakað at hava
við.
Hetta var eini hús, har allur
ungdómurin samlaðist. Men
tá hetta vóru javnaldrar hjá
systkjunum hjá mammu vóru tey
eldri enn eg. Nógv av systkjunum
vóru tó flutt út. Tað vóru Gunnar
og Emil, sum vóru heima tá. Tað
vóru nógv ungfólk á garðinum,
grannalagnum, á teirra aldri. Her
samlaðist alt um kvøldarnar.
Tey høvdu ein stóran køk í
Puntabyrgi, og her ofta fult. Fekst
ikki sitið á bonkunum, so sótu tey
á gólvinum. Tað var eisini sungið
nógv.
Tað er mær fortalt, at tá ið tey
øll vóru ung, mammusystkini hjá
mær, tá plagdu tey at hava dans
fyri ungdómin í stovuni eisini.
Abbi spældi harmoniku og omma
munnharpu.
Hetta fylgdi við tíbetur. Tað var
ofta nógv fólk eisini heima hjá
okkum, tá børn míni Pauli og Edna
vóru lítil. Her var lív og musikkur.
Tað hevur verið deiligt.
Og nú er tað tað sama heima
hjá Paula eisini.
Hvørt oyra
gjørdi mun
Sum sagt høvdu vit tann fyrimun,
at vit áttu jørð í húsinum. Men
tað vóru ikki øll sum áttu jørð, og
sum kundu fáa so gott í beinið
sum vit.
Tað var deiligt at vaksa upp á
Tvøroyri. Pengar vóru fáir, tá ið
man var lítil. Vit plagdi at fortjena
nøkur oyru við at banka ís og
at selja hann til Paula Nolsøe á
Tanganum, sum keypti fisk. Vit
fingu 25 oyru fyri hvørja spann.
Vit føldu okkum at vera ordiliga
rík tá. Hetta var áðrenn menn fóru
at framleiða ís av álvara.
Hvørt oyra taldi tá. Eg minnist
eina ferð, eg kom inn til Jens
abba. Hann sat í tí gamla
køkinum og segði: “Oy Jesus,
abbi hevur mist eitt oyra, og eg
finni tað ikki.” Hann royndi at
skava við stavinum eftir tí. Eg
legði meg so á knæ at leita.
Hetta var antin eitt eittoyra ella
eitt tveyoyra. Eg fann tað. So gav
hann mær eitt fimmoyra afturfyri.
Tað var bara so heilt fantastiskt.
Annars hevði hann pakkað
inn fimm einkrónur, eitt bunti til
hvørt einasta abbabarn. Tað hevði
hann í einum kistli. Eg minnist,
tá ið hann var so sjúkur og lá til
tað seinasta. Eg tordi ikki fara
niðan, tí eg visti, at hann fór at
doyggja. Eg var um 10 ára gomul
tá. Men ein dagin segði pápi
mín, at nú mást tú fara niðan til
abban. Hann fær ikki doyð, og
hann blívur við at spyrja eftir tær.
Eg fari so niðan. Abbi gevur eitt
tekn, og pápi tekur so skrínið og
setur tað á bringuna á honum. Eg
minnist, at hann tók sína visaligu
hond niður í skrínið og gav mær
hendan pakkan við 5 krónum í.
Hetta skuldi vera framskundað
konfirmatiónsgáva. Eg var ikki
komin út úr kamarinum aftur,
tá var abbin deyður. Hann bara
bíðaði eftir, at eg skuldi koma.
Omma var Victoria f. Thorsteins
son. Hana hómi eg akkurát, hon
var blind seinastu árini.
Pápi átti fýra systkin. Tvey teirra
doyðu sum smá. Pápabeiggi var
Viggo Mortensen, sum var báta
byggjari. Undir einum drúgvum
verkfalli í 1926, tá vørutrot var, var
skipað fyri serligari útbýting av
vørum til tey verkfalsraktu. Viggo
var ein teirra sum var við í hesum.
Pápasystir mín Mathilda var
gift við Kristian Holm í Hvalbæ.
Kend børn hjá honum vóru Niels
Pauli Holm, eygnalækni, og
Morit, kona Erlend Patursson.
Tað var eisini stuttligt hjá
børnum. Tá ið vit spældu úti,
sótu hesir gomlu menninir á eini
trappu og fylgdu við, at einki
hendi okkum. Har var so nógvur
ungdómur og so nógv børn.
Mostir mín Nicolina átti átta
børn. Gunnar mammubeiggi átti
sjey og allir grannarnir áttu nógv
børn, sum samlaðust. Tá var ikki
brúk fyri ungdómshúsi.
Onkuntíð vóru serlig tiltøk.
Klubbin plagdi at skipa fyri
jólatræi fyri øllum børnum, og á
nýggjárinum kundu man síggja
teir skjóta fýrverkari. Tað var ofta
sera flott.
Gudmund var
stóri maðurin
Tá var Gudmund í velmaktini hjá
Mortensen. Hann var abbi tann
Gudmund Mortensen, vit kenna
í dag. Gudmund var ein stórur
maður á Tvøroyri tá. Hann var eitt
sindur lamin. Annað beinið var
stívt. Eg minnist hann sum ein
fittan mann.
Eg minnist eisini Johan Morten
sen, sum stóð fyri krambúðini hjá
Mortensen, áðrenn hon fór fallitt.
Eg var onkuntíð har og keypti fyri
abba, sum arbeiddi á
bedingini, sum teir
hjá Mortensen áttu.
Her stuttleika tey sær á sandinum
Eldorado hjá børnunum í Puntabyrgi
Gerda undir Bakkanum í Puntabyrgi
➘