mikudagur 11. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
Fer til Hiroshima og Nagasaki
Sum tann fyrsti amerikanski forsetin ætlar Barack Obama at vitja
japonsku býirnar Hiroshima og Nagasaki, sum vórðu lagdir í oyði í
1945 av amerikonskum kjarnorkubumbum. Obama fer til Japan
fríggjadagin, men tað verður tó ikki á hesari ferðini, at hann fer at
vitja teir báðar býirnar, tí tíðarætlanin loyvir tí ikki, skrivar AP. Men
í samrøðu við japanska sjónvarpið NHK sigur forsetin, at hann
ætlar sær at vitja Hiroshima og Nagasaki, áðrenn hann fer frá. Í
1984 var fyrrverandi forsetin Jimmy Carter í Hiroshima og Naga
saki, men tað var fýra ár eftir, at hann var farin úr embætinum.
ES fær forseta í næstu viku
Næsta hósdag verður eykatoppfundur í ES, tí tá skulu leiðararnir til
nevna tann fyrsta forsetan og tann fyrsta uttanríkisráðharran í sam
veldinum. Í einari kunngerð úr Bruxelles verður sagt, at ríkis og
stjórnarleiðararnir hava fingið fundarboð frá svenska forsætisráðharr
anum, Fredrik Reinfeldt, sum er formaður í ES hetta hálvárið. Dúg
liga verður gitt, hvør fær tey bæði týdningarmiklu embætini. Sam
bært fjølmiðlunum hevur belgiski forsætisráðharrin, Herman Van
Rompuy, góðar møguleikar at fáa forsetastarvið, og til starvið sum
ESuttanríkisráðharri tykist bretski uttanríkisráðharrin, David
Miliband, vera besta boðið í løtuni.
Onnur bókin í røðini
»Traðkaðu fólkinum
slóð« hjá Finni
Johansen er komin
í bókabúðirnar.
Í bókini eru 270
fotomyndir, sum
mynda Havnina frá
1900 til 1940
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Enn ein bók í røðini »Traðk
aðu fólkinum slóð« hjá
Finni Johansen er komin í
bókabúðirnar. Fyrra bókin
kom fyri trimum árum síð
ani, og onnur bókin hevur
undirheitið »Havnin 1900
1940«.
Finnur Johansen skrivar,
at í ár 1800 búðu 600 fólk í
Havn og í 1900 færri enn
1700.
Nú eftir kommunusam
anleggingina um aldamóti
2000 brúgva millum 18.000
og 20.000 fólk í Tórshavnar
kommunu, og tað eru næsta
40% av fólkatalinum í
Føroyum, skrivar Finnur
Johansen.
Í 1866 gjørdist Tórshavn
sjálvstøðug kommuna, og í
1909 varð hon keypstaður,
men um aldamóti 1900 var
menningin í samfelagnum
hundrað ár eftir granna
tjóðirnar, her vóru hvørki
vegir, havnir, telefon ella
elektrisitet oga t kalla einki
regluligt ferðasamband.
Í 1894 varð Kommunu
skúlin bygdur og í 1896
Meinigheitshúsið, í 1898
varð fyrsta vatnverkið gjørt,
og eftir 1900 fór kommunan
undir at stykkja út oman
fyri Vaglið. Havnin fekk sít
fyrsta elektricitetsverk í
1921, og í 1929 varð fyrsta
byggistig av Tórshavnar
Havn liðugt, og menningin
fór nú at ganga við rúkandi
ferð.
Fátt sigur søguna so væl
sum fotomyndir, og enda
málið við bókini er at siga
ein part av Havnar søgu tíð
arskeiðið frá 1900 til 1940,
sigur Finnur Johansen.
Í morgin, hósdagin, klokk
an 16 Finnur Johansen upp
framsýning við myndum úr
bókini í Snarskivuni hjá
Tórshavnar Kommunu. Á
framsýningini síggjast um
helvtin av teim 155 mynd
unum, sum eru við í nýggju
bókini.
Myndirnar eru allar frá
Føroya
Fornminnissavni,
og sum eg eftir avtalu eri
sloppin at brúka. Tær eru
tíðarfestar so neyvt, sum
tað hevur borið til, og
tekstur, sum sigur frá tí, ið
sæst á myndini og onkrar
søgur, sum knýttar eru at
staðnum og grannalagnum,
er settur til, sigur Finnur
Johansen.
Skjalasavnsdagur
Eisini er Skjalasavnsdagur
leygardagin 14. november
2009.
Landsskjalasavnið
hevur valt at leggja dent á
tilfar, ið hevur við Havnina
at gera, nú hon hevur 100 ár
á
baki
sum
fólkavald
kommuna.
Skjalasavnsdagin
hug
leiða Arne Thorsteinsson,
fyrrverandi landsantikvarur,
og Finnur Johansen, rit
høvundur og fyrrverandi
býráðslimur, um Havnina.
Arne Thorsteinson hug
leiðir um »Høvuðsstaðin, ið
var« og Finnur sigur frá
»Havnini í 100 ár«. Áhuga
verdu hugleiðingarnar verða
at hoyra í loftsstovuni hjá
Føroyamálsdeildini leygar
dagin klokan 15.
Bókin Traðkaðu fólkinum
slóð 2, fæst í bókabúðnum
og á framsýningini fyri 270
krónur.
Finnur Johansen hevur umframt hesa bókina eisini skrivað bøkurnar »Vatnveitingin í Tórshavn í
100 ár«, sum kom út í 1998, »Føroya maskinskúli í 40 ár«, sum kom í 2005 og »Traðkaðu fólkinum
slóð«, sum kom út í 2006 – umframt tað hevur hann skrivað greinir eitt nú um hús og fólk í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
Vágsbotnur eftir 1932. Rybergshandil helt til her frá 1765 til 1785, seinni bygdi kongiligi handilin her. Húsini vinstrumegin frá, handilin hjá Jóan Jakku Joensen, skómakara, sum hann bygdi í 1925
og setti eina hædd omaná í 1932. Í 1927 keypti Zacharias Heinesen ognirnar hjá Restorffshandilnum, sum fór fallit og læt upp stásiligan handil her. Í 1953 flutti handilin hjá Valdemar Lützen inn í
húsini høgrumegin. Síðani 2005 hava húsini hýst virkseminum hjá Miðlahúsinum. Bilurin vinstrumegin er ein Ford T, sama slag, sum tann fyrsti bilurin, sum kom til Føroyar í 1922. Hin bilurin er
ein Ford A, sum varð framleiddur frá 1927-31, meðan Ford T varð framleiddur frá 1908-27
Nýggj bók við gomlum
havnarmyndum