Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 216 - 11. november 2009 Marner Jacobsen Forstjóri - Eik 3,003 mió. árliga 250.250 mðr. Janus Petersen Forstjóri - Føroya Banki 2.914 mió árliga 242.830 mðr. Súni Schwartz Jacobsen Stjóri - Føroya Banki 2.450 mió. árliga 204.160 mðr. Eyðfinn Reyðberg Stjóri – Norðoya Sparikassi 2.097 mió. árliga 174.750 mðr. Bjarni Olsen Stjóri – Eik 1.817 mió. árliga 151.400 mðr. Tað er feitt at v 250.000 krónur um mán að in. Tað er mánaðar lønin hjá best lønta stjóra. Skal tú vera stjóri, loys ir tað seg best at satsa upp á bankavinnuna, hóast tað er hon, sum kanska flýt ur tyngst í løtuni Sníkiskjúttin avrættaður John Allen Muhammad, sum myrdi fleiri fólk í amerikanska høvuðsstaðnum Washington og har um vegir í 2002, varð í nátt tikin av døgum í Greenville-fongslinum í statinum Virginia. Í oktober í 2002 myrdi hann 10 tilvildarlig fólk, og ikki fyrr enn tríggjar vikur aftan á tað fyrsta morðið eydnaðist tað løgregluni at finna tann 41 ára gamla John Allen Muhammad og hjálparmann hansara, tann 17 ára gamla Lee Boyd Malva. Tvey ár seinni varð John Allen Muhammad dømdur til deyða, og í nátt varð hann tikin av døgum við einari eitursproytu. Le Boyd Malva hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing. Fimleik í fokus í Müllers Pakkhúsi Í samband við at Havnar Fimleikafelag verður 100 ár í ár, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Leygardagin 14. november kl. 15 verður eitt áhugavert tiltak í Müllers Pakkhúsi har evnið er »Fimleik í Fokus«. Her fara umboð fyri øll fimleikafeløgini í landinum og Fimleikasambandið at umrøða og kjakast um fimleik. Týskvøldið 17. november kl. 19.00 verður eitt annað áhugavert tiltak í Müllers Pakkhúsi har evnið er »Fimleik sum lívsstíl«. Har fara Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi, Helle Drews, fysioterapeutur, Magni Mohr, ítróttargransskari, Bergur Godtfred, lærari og bachelor í psykologi og Erika Hayfield, granskari at umrøða og kjakast um fimleik sum lívsstíl. Bæði tiltøkini eru almenn og ókeypis.