Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 216 - 11. november 2009 Lønir Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Lítið, nógv, meira og astro­ nomiskt. Munur er á, hvat ­fólk tjena um mánaðin. Men hóast Føroyar eru smá ar og fólkini fá, merkir tað ikki, at lønirnar eisini eru tað. Føroysku stjóralønirnar ganga heilt úr vanligu verka mannalønini og meira enn tíggjufaldað upp til góðar 250.000 krónur um mán aðin, í øllum førum hjá øll um teimum skrásettu feløg unum í Føroyum. Serliga er tað í privata vinnu geiranum, at stjóra­ lønirnar eru høgar, meðan al mennu partafeløgini eru eitt vet meira afturhaldin við at gjalda tær heilt stóru løturnar. Tó so, stjórarnir í a l m e n n u m parta fe løg um koma eisini høgt upp á lista num. Um tær ymsu vinnu­ greinirnar verða saman­ bornar, er tað heilt víst banka vinnan, ið stendur fyri teimum størstu lønu­ num til stjórnina – tað er stjóri og nevnd. Í 2008 lá Smyril Line, sum sama ár mátti fáa 30 millión ir krónur frá almennu Føroyum, á einum triðjaplássi, við góðum 3,3 millió n um krónum í sam­ sýning til stjórnina. Tó hev­ ur eitt stjóraskiftið, sum fór fram tá, helst kostað ein stóran bita av hesum, um framt at tað síðan vóru settir tveir stjórar. Fiskivinnan er ikki heilt eiðasør heldur, hóast bert seks av 25 feløgum á topp­ listanum eru innan fiski­ vinnuna, og tað at stjórna tryggingarfyritøkum, er held ur ikki at kimsa at. Í ársroknskapunum hjá ein um parta­ ella smápartafelag stendur til­ skilað, hvussu nógv er út goldið í samsýning til stjórn og nevnd, og inni á v i n n u h e i m a s í ð u n i Vinnuvitan.biz er gjørligt at fáa ein topp 25 lista yvir samsýningar til stjórn. Vit hava hugt eftir, hvørjir teir vóru, sum tjentu mest pen ing í 2008, og hartil hava vit eisini hugt eftir, um ein dýr leiðsla er ein leiðs la, sum gevur mest yvir skot. Peningastovnar Skal tú vera stjóri, loysir tað seg best at vera stjóri í einum peningastovni. Gjøgn um skygnið í rokn­ skapu num hjá bankunum er sera gott, og serliga hjá Før oya Banka og Eik Banka eru als ongar upplýsingar um lønir og treytir hjá stjóru num goymdar. Tí kunnu vit lættliga greina, hvat teir mennirnir, sum hava ábyrgd av at ansa eftir okkara uppsparinum og veita okkum lán, sjálvir fáa í løn afturfyri. Og tað er ikki so lítið. Meðan Eik eigur topp skor­ ar arn, er tað Føroya Banki, sum tilsamans betalir meira enn hinir, og í teimum báð­ um smáu sparikassunum er nokk við einum stjóra. Hinvegin er tað heldur ikki so galið at sita í nevnd­ ini í einum banka, Eik upp­ lýsir, at nevndarformaðurin fær 384.000 um árið, næst­ formaðurin 259.000 árliga og hvør nevndarlimur fær 184.000 árliga fyri at sita i nevndini, meðan tað hjá Føroya Banka er eitt sindur meira innviklað, har tann sum fær mest, fær meira, og tann sum fær minst fær minni enn í Eik Banka. Hinar vinnurnar Stjóralønirnar aðrastaðni eru tó heldur ikki at kimsa at, hóast tær kanska ikki eru eins høgar og í pen inga­ stovnunum. Smyril Line hevði stórar út reiðslur upp á stjórar, men var hetta, sum áður nevnt helst orsakað av stjóra skiftinum. Tó er eing­ in ivi um, at stjórarnir har, Peter S. Holm, og Rúni Vang Poulsen, fáa ein góð­ an posa av pengum aftur­ fyri. Hjá NCC, sum er út lendskt felag, er tað ein stjóri, Peter Gjørup, ið sam­ an við nevndini fer við allari puljuni. Bygma Balslevs Timbur­ handil liggur eisini sera ovar laga, og har eru tað trígg ir stjórar. Hjá Havsbrún er tað tó eisini ein heilt fittur pengi at fáa. Stjórin, Bergur Poul­ sen, og nevndin fáa til­ samans 2,5 milliónir krónur, meðan parturin hjá nevndini ligg ur um 600 – 800.000 krónur. Hjá Dimmalætting eru tveir stjórar um at býta 1,7 millión krónur millum sín, og ópopulera post verks­ stjóra stavrið gevur eisini fitt av sær, um 0,9 – 1 millión krónur árliga. Eitt, ið kanska undrar, er at stjórin í tí størsta sam­ taki num í landium, Føroya Tele, ikki fær meira í sín posa. Kristian Reinert David sen, sum stjórnar sam taki num, fekk í 2008 knap p ar 1.3 millión krónur í løn, umframt okkurt smátt fyri at vera nevndarformaður í døtturfeløgunum. Restin av listanum verður til lesaran at gruna yvir. Søren L. Bruun Stjóri – Suðuroyar Sparikassi 0.871 mió. árliga 72.600 mðr. vera stjóri Nr. Felag Samsýning til stjórn* Ársúrslit 2008 1 Føroya Banki P/f 5.106.000 170.794.000 2 Eik Banki P/f 4.820.000 ­314.075.000 3 Smyril­Line P/f 3.334.000 ­207.884.000 4 NCC Construction A/S (Útl.fel) 3.026.000 151.917.000 5 Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/f 2.804.000 608.000 6 Havsbrún P/f 2.545.000 56.925.000 7 Norðoya Sparikassi (sjálvsognarst.) 2.097.000 ­55.110.000 8 Faroe Seafood P/f 2.053.000 ­44.000 9 Atlantic Airways P/f 2.027.000 15.314.000 10 Atlantic Petroleum P/f 1.797.000 ­89.657.000 11 Dimmalætting P/f 1.705.000 ­25.503.000 12 Mest P/f 1.626.000 2.080.000 13 S.M.S. P/f 1.622.000 16.738.000 14 Mentir P/f 1.619.000 5.642.000 15 Postverk Føroya P/f 1.566.000 ­2.483.000 16 Føroya Trol P/f 1.344.000 2.362.000 17 Tryggingarfelagið Føroyar P/f 1.325.000 ­51.471.000 18 Telefonverkið P/f 1.285.000 18.284.000 19 Føroya Lívstrygging P/f 1.259.000 ­45.648.000 20 Install Sp/f 1.200.000 2.770.000 21 Fiskaheilsutænastan Sp/f 1.190.000 ­48.000 22 Landshandilin P/f 1.190.000 542.000 23 Trygd Tryggingarfelag P/f 1.175.000 9.685.000 24 JFK P/f 1.151.000 1.600.000 25 Bakkafrost Holding P/f 1.142.000 37.121.000 Kelda: Vinnuvitan.biz Topplistin Flogskiparin var fullur Tey 124 ferðafólkini sótu klár í einum flogfari hjá Unites Airlines, sum skuldi úr London til Chicago í gjár, tá tey fingu boð um at fara úr flogfarinum, tí at flogskiparin var vorðin sjúkur. Men hann var ikki sjúkur. Hann var fullur. Tann 51 ára gamli flogskiparin Erwin Vermont Washington varð tikin og er nú skuldsettur fyri at hava brotið reglurnar um rúsdrekkaflúgving. Hann verður tó ikki ákærdur, fyrr enn løgreglan hevur fingið úrslitið av blóðroyndini, sigur Scotland Yard. United Airlines sigur, at felagið setir trygdina í hásæti, og at allar manningar hava strangt forboð fyri at brúka rúsdrekka í arbeiðstíðini. Nita Næs fyri fyrstu ferð á tingi Hesa vikuna er full javnstøða í tingbólki Javnaðarfloksins á tingi, tí nú umboða tríggjar kvinnur og tríggir menn Javnaðarflokkin: Katrin Dahl Jakobsen, Eyðgunn Samuelsen, Nita Næs og John Johannesen, Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen. Nita Næs er triða eykafólk hjá Javnaðar­ flokkinum á tingi. Meðan Jóannes Eidesgaard og Helena Dam á Neysta­ bø hava farloyvi úr tinginum, og fast eykafólk fyri tey eru Andrias Petersen og Eyðgunn Samuelsen. Mikkjal Sørensen hevði fast sæti fyri Hans Paula Strøm, sum nú aftur er tingfólk. Hans Pauli Strøm umboðar í løtuni løgtingið á ST aðalfundinum í New York, meðan Andrias Petersen eisini hevur farloyvi. * Stjórn er í fleiri førum stjóri /ar og nevnd