mikudagur 11. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 11. november 2009
17
lýsing
Gleðilig jól
við Sosialinum og Betri pensjón
20. november til 23. desember verður vanliga jóla
kappingin í Sosialinum har vit luta nógvir vinningar
burtur, men í ár hava vit umframt tað eina myndakapping
har høvuðsvinningurin er kr. 10.000,
Kappingin er býtt upp í hesi øki:
innlatingarfreist
Norðoyggjar ....................................................................................... týsdagin 17. november
Eysturoy .............................................................................................. týsdagin 24. november
Streymoy (uttan Tórshavnar kommuna) ........................................ týsdagin 1. desember
Tórshavnar kommuna ....................................................................... týsdagin 8. desember
Mykines, Vágar, Hestur, Koltur, Nólsoy, Sandoy og Suðuroy ....... týsdagin 15. desember
Innkomnu myndirnar vera at síggja í blaðnum so hvørt: fyrstu vikuna, meðan jólakappingin koyrir, prenta vit
myndirnar úr Norðoyggjum, næstu vikuna úr Eysturoynni osv.
Vit kunnu ikki garantera, at rúm er fyri øllum myndunum. Sosialurin og Betri pensjón tilskilað sær annars
rættin til at nýta innkomnu myndirnar.
Betri pensjón letur vinningar fyri íalt kr 22.500 fyri bestu
barnamyndirnar!
Mikudagin 23. desember verður kunngjørt, hvør hevur
vunnið
1. virðisløn á kr. 10.000
2. virðisløn á kr. 5.000
3. virðisløn á kr. 2.500
Fyri at vera við í kappingini eru treytirnar at:
bert eitt barn er á myndini
barnið ikki er føtt áðrenn 1. januar 1998 og at tað er
búsitandi í Føroyum
myndin ikki er tikin av professionellum myndafólki
myndin verður send sum jpg-fíla og er í góðari
prentgóðsku og hon skal vera í litum. Vit góðtaka eisini
viðgjørdar myndir.
Send myndina til myndakapping@sosialurin.fo áðrenn
ásettu tíðarfreistirnar og skriva:
1. Navn á barninum, 2. Býur/bygd, 3. Aldur á barninum,
4. Navn á myndatakari, 5. Tel. nr.:
Tað er barnið, sum er á myndini, ið vinnur! Dómarir vera
Jens Kristian Vang, fotografur hjá Sosialinum og Pætur
Jensen, grafikari hjá Sosialinum og teir meta um motiv,
litsamanseting, ljós og um myndin er væl troffin sum heild.
Talan er sostatt ikki um eina vakurleikakapping.
Hvørja viku verður eisini lutakast um 1.000 kr.
millum innkomnu myndirnar úr hvørjum øki:
Barnamyndakapping – Høvuðsvinningurin er ein kekkur á kr. 10.000 frá Betri pensjón
Betri pensjón letur allar vinningarnar til myndakappingina
GG: Vit góðtaka bert eina
mynd av hvørjum barni.