mikudagur 11. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
Hvussu fáa vit úti
setarnar heim aftur?
Útnorðurlendsk
ráð stevna um fólka
frøðiligar avbjóð
ingar avdúkaði, at
stórur tørvur er á
einum miðvísum úti
setapolitikki, skulu
vit fáa fólk at flyta til
Føroyar aftur
FólkaFrøði
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Skal einum smáplássi vera
lív lagað, má tað hava í
minsta lagi eitt bøssapar og
ein grafiskan designara.
Hetta var eitt av stuttligaru,
men ikki so lítið sigandi,
sitat un um
á
útnorðurlendskari ráðstevnu
um fólkaflytingar, sum var
í
Alta
í
Norðurnoregi
herfyri.
Hyggja vit eftir fólka
sam ansetingini í Føroyum
sæst, at her mangla kvinnur
og fólk í vinnuførum aldri.
Og kanningar vísa, at stórur
partur av teimum, sum
búgva uttanlands, eru út
búgvin fólk, oftast kvinnur,
sum ongantíð komu heim
aftur eftir loknan lestur.
Men tað er ikki bara her í
Føroyum, at vit stríðast fyri
at fáa fólk í vinnuførum
aldri at støðast. Felags av
bjóðingin fyri øll fjarðskotin
øki í norðurlondum er at
draga serliga kvinnur og
fólk við útbúgving til sín.
Hetta er eisini afturvendandi
evni á granskingarverk ætl
anum og ráðstevnum í økj
um, har hetta er trupulleikin
eins og alla aðrastaðni í
heiminum, har urbani ser
ing in fær lond og landspartar
at kikka eftir ondini undir
vælferðarbyrðuni,
sum
veru liga verður ein byrða,
tá tey, sum skulu lyfta hana,
eru ov fáment.
Nora er nevnd undir
Norðurlendska Ráðharra
ráðnum, sum arbeiðir við
økissamstarvi í Norður
atlants havinum. Tað var
eisini Nora, sum í døgunum
20.21. oktober skipaði fyri
ráðstevnuni Challenged by
Demography
í
Alta
í
Norðurnoregi. 90 luttakarar
og fyrilestrahaldarar úr Ís
landi, Grønlandi, Føroyum
og Norðurnoregi luttóku.
Eisini greiddu umboð úr
Australia og úr New found
landi/Labrador frá um støð
una har. Og so var umboð
fyri Sosialin eisini á ráð
stevnuni.
Endamálið við ráðstevn
uni var at seta fokus á
fólka frøðiligu avbjóðing ar
nar í Norðuratlantshavi, og
at koma við ítøkiligum upp
skotum til, hvussu til ber at
koma trupulleikunum til
lívs.
Fólkatómt útnorður
Hóast vit kunnu spegla
okk um í grannatjóðunum,
ber illa til at samanbera
økini uttan víðari. Avbjóð
ingarnar eru eins ymiskar
og mentanin og politikkurin
í hesum fýra londunum.
Hini økini dragast í stóran
mun
við
fólkaflytingar
vegna vantandi arbeiðspláss
til bæði kvinnur og menn.
Til dømis í Norðurnoregi
og á norðurlandinum í Ís
landi, har harður ídnaður
við til dømis olju, málmi og
aluminium
eru
ráðandi.
Maskulina mentanin við
nógvum útlendskum ar
beiðs monnum ger, at kvinn
urnar støðast ikki, og tá tær
rýma, rýkur eisini grundar
lagið undan menning. Og
útjaðarin í Íslandi bløðir
framvegis undir ekstrema
miðsavningarpolitikkinum,
sum landsins leiðsla hevur
virkað fyri í áratíggju.
Støðan er ikki frægari í
Grønlandi, har kvinnur og
ungdómar flýggja undan
sosialari neyð, siðbundnari
mentan, vantandi útbúgv
ingar – og starvs møgu
leikum, og har stóri spurn
ingurin í løtuni er, hvørt lív
skal haldast í smæstu bygd
unum.
Fleiri loysnir
Eins og í pørtum av Íslandi,
er
høvuðstrupulleikin
í
Føroyum, at lesandi ung
dómar koma ikki heim aftur
eftir loknan lestur. Serliga
eru tað kvinnurnar, sum
festa røtur í tí fremmanda.
Tí er stóri og afturvendandi
spurningurin, hví tey venda
ikki aftur, og hvussu vit fáa
tey at koma heim aftur.
Á ráðstevnuni vóru fleiri
góð boð upp á loysnir. Bú
skap ar vøkstur,
altjóða
universitet,
betri
karrierumøguleikar,
fleiri
mentanartilboð,
trygg ari
barnaansing,
bústaðar
møguleikar, lestrarlán, betri
vælferðartænastur,
linari
útlendingalógir, javnstøða,
pápafarloyvi, longri barns
burðarfarloyvi og so fram
vegis.
Inntøkur lokka
fólk til
Á ráðstevnuni vóru fleiri
upplegg, sum nemdu við
hendan spurningin. Eisini
varð staðfest, at hvørki
kvinnu ella fólkaflytingar
eru nýggj fyribrigdi. Kvinn
urnar hava verið í undir
skotið seinastu 80 árini, og
fólkatalið hevur altíð verið
tengt at búskapargongdini í
Føroyum. Í hesum sambandi
vísti
Magni
Laksáfoss,
búskaparfrøðingur og løg
tingsmaður í fyrilestrinum
”It’s all about Economics”
á, at fólkatalið í Føroyum
altíð er vaksið í fíggjarliga
góðum tíðum. Hetta eru
tíðarskeiðini, har koll velt
andi broytingar hava havt
við sær stórar inntøkur til
landið. Til dømis tá Kong
ligi Einahandilin varð av
tikin, tá fiskivinnan tók dik
á seg og so víðari. Faktorar,
sum høvdu búskaparvøkstur
og harvið eisini fólkavøkstur
við sær.
Tí má avbjóðingin fyrst
og fremst vera at skipa fyri
tiltøkum, sum hava búskap
arvøkstur við sær. Men
hetta skulu samstundis vera
tiltøk, sum draga kvinnur
og útbúgvið fólk at sær. Tí
tað hava vit tørv á, segði
Magni Laksáfoss.
Vegamótini eru mong
Suni Poulsen, psykologur,
sum er búsitandi í Danmark,
greiddi frá um útisetakann
ingina hjá Norður atlants
bólkinum, sum varð liðug
fyri einum ári síðani. Hend
an gav á fyrsta sinni eina
mynd av, hvussu nógvir
føroyingar búgva í Dan
mark, og hví teir fluttu úr
Føroyum.
Luturin hjá Suna Poulsen
í kanningini var at kanna,
nær í lívinum hjá einum
útiseta viðkomandi er mest
opin fyri at verða yvirtalaður
til at flyta heim – nær skulu
vit lokka fólk? Her var nið
urstøðan, at næstan allir
útisetar javnan hugsa um at
flyta heim aftur. Sostatt eru
vegamótini í tilveruni fleiri,
til dømis, tá tey eru liðug at
lesa, tá ætlanir eru um at
fáa børn, tá fyrsta barnið
skal í skúla, í sambandi við
starvsskifti og tá børnini
eru vaksin.
– Útisetarnir hava ein
tvíbýttan samleika millum
Danmark og Føroyar. Og
ofta eru tað praktisk við ur
skifti sum gera, at tey aftra
seg at flyta heim. Viðurskifti
sum starv og bústaður,
segði Suni Poulsen.
Hann greiddi í hesum
sambandi frá, at útisetarnir
sum heild hava eina positiva
mynd av heimlandinum –
viðhvørt eina nokkso naiva
mynd, sum stavar frá ung
dómstíðini, tá tey fluttu
heimanifrá. Í so máta eru
fyrimunirnir við Føroyum,
sum eisini eru faktorarar,
sum tala fyri at flyta heim,
eitt lagaligari lív, familjan,
vinfólkini og vakra náttúr
an.
Kortini verða tey verandi
í Danmark. Fyrst og fremst
vegna tað, at tey hava betri
karrieru og útbúgv ingar
møguleikar, bústað og fleiri
mentanartilboð.
– Føroyar hava brúk fyri
sínum útisetum – men hvat
hava útisetarnir brúk fyri?
spurdi Suni Poulsen.
Hann helt ikki, at tað átti
at verið so torført at fingið
føroyingar at flutt heim aft
ur. Tí í stóran mun snýr tað
seg um ítøkilig og politisk
viðurskifti, sum eiga at
verða sett á dagskrá. Til
dømis í mun til at skapa
grund arlag fyri fleiri spenn
andi størvum og at lætta um
møguleikarnar at fáa bú
stað.
Má brandast
– Men tað er ikki bara ein
spurningur um at gera
broytingar í samfelagnum,
Ommur og abbar einsa
Safir og Smaragd landað
í Klaksvík
Mánadagin landaðu partrolararnir Safir og Smaragd í Klaksvík.
Teir høvdu 170.000 pund, og meginparturin av veiðini var upsi.
Á landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey ikki nakran bát
aftur fyrr enn næsta mánadag, tá trý línuskip hava boðað frá
landing. Línuskipini eru Kvik og Helena, sum eru í Íslandi og
Klakkur, sum er undir Føroyum.
Seks skip hesa vikuna
Mánadagin landaðu partrolararnir Heykur og Falkur í
Saltangará. Skipini, sum eru á upsaveiði, høvdu sløk
290.000 pund tilsamans. Í gjár var turt gólv á
landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará, men í dag
komu leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, ætlandi
inn at landa. Seinni í vikuni verður roknað við
partrolarunum, Jaspis og Ametyst, og í næstu viku koma
so hini fýra skipini, Bakur, Stelkur, Rókur og Lerkur,
aftur av túri.