Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 11. november 2009 19 tíðindi so tað verður meira drag­ andi. Tað er eisini ein upp­ gáva at fortelja tað fyri útisetunum, tá broytingarnar eru framdar. Boðskapurin má brandast, so at siga, segði Suni Poulsen. Og júst hetta við brand­ ingini var eitt, sum Súsanna Sørensen, deildarleiðari í Uttanríkisráðnum, legði herðslu á í sínum uppleggið. At vit leggja okkum meiri miðvíst eftir at branda okk­ um mótvegis umheiminum og útisetunum. Tí, sum hon segði: Tað nyttar onki, at vit siga okkum vera eitt, men eru eitt annað. Vit mugu vera tað, sum vit siga! Og so branda tað til úmheimin og útisetarnar. Fólkið flýggjar aftur nú Í tíðindagrein her í blaðnum herfyri, rópti Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, varskó, tí fráflyt­ ing in úr Føroyum nú er at kalla líka stór, sum hon var beint eftir kreppuna í níti­ árunum. Í fjør var eingin netto fráflyting, men nú gong ur aftur skeiva vegin. Tí heldur hann tað vera alneyðugt at styrkja trygdar­ netið, so fólk ikki fara. Tey, sum flyta av land in­ um nú, eru í øllum sam­ felags­ og aldursbólkum, men ein heilt stórur partur er ungdómur. – Føroyar hava altíð bløtt fólk, landið er ein bløðandi oyggjabólkur. Vit hava bløtt fólk líka síðan í 70­árunum, meira og minni, men nú bløða vit aftur nógv, segði Her mann Oskarsson, sum sostatt birtir upp aftur meira upp undir, at vit gera tað liviligari hjá fólki her á klettunum. Hvar er politikkurin? Og vit kunnu í felag undra okkum á, at miðvísi úti­ setapolitikkurin eftir øllum at døma letur bíða eftir sær. Politikkurin, sum skuldi gjørt, at útisetar og føroy­ ingar, sum umhugsa at fara av landinum, velja Føroyar fram um útlandið. Vit kundu nevnt framúr góða møgu leikan fyri gen­ og veður lagsgransking í Før­ oy um. Og vit kundu spurt, hví bústaðarpakkin fram­ vegis liggur óupp pakkaður, nú hann hevur 10 ár á baki? Og vit kundu spurt, hví tað framvegis eru langir bíði­ listar til barnaansing í mið­ staðarøkinum, so fólk sleppa ikki til arbeiðis eftir lokna útbúgving. Alt mál, sum kundu verið loyst við miðvísum politiskum ar ­ beiði, sum skuldi havt til endamáls, at fáa føroyingar at støðast betri og at gera landið meira dragandi hjá ungum, vælútbúnum barna­ familjum – og serliga kvinn u m. Opinleikin fortreyt Greinin byrjaði við einum sitati eftir Lindis Sloan, norskum granskara, sum var á ráðstevnuni. ”Skal einum smáplássi vera lív lagað, má tað hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara”. Við hesum meinar hon, at fjøl­ broytni, meiri modernaður liviháttur, opinleiki og tolsemi eisini hava ávirkan á, um tey ungu og kvinn­ urnar hava hug at verða ver andi á ein um plássi. Komandi dagarnar fara vit á Sosialinum at varpa meiri ljós á evnið, bæði frá kyns­ og vinnupolitiskum sjónarhorni. amøll eftir á klettunum Bíligari at byggja musikkskúla Fríggjadagin vórðu tilboðini upp á bygging av nýggjum musikkskúla í Sørvági latin upp. Talan er um umbygging av gamla skúla og ein tilbygning, sum tilsamans fara at geva nýggja musikkskúlanum stívliga 300 fermetrar at virka undir. Tilsamans 12 fyritøkur høvdu biðið Sørvágs kommunu um tilfar, og innkomnu tilboðini vóru 9 í tali. Jákup Súni Lauritsen, formaður í bygginevndini, sigur, at tilboðini lógu úr stívliga 1,5 miljónum krónum upp í stívliga 2 miljónir krónur. ­ Okkara meting var, at arbeiðið fór at kosta stívliga 1,8 miljónir krónur og kanska upp ímóti 2 miljónum krónum, men nú vísir tað seg, at arbeiðið kann gerast munandi bíligari. Jákup Súni sigur, at fýra av tilboðunum liggja beint omanfyri 1,5 miljónir krónur, harav tilboðið hjá Trøðhamri liggur lægst á 1.544.000 krónum. Samtykt er at taka av tilboðnum hjá Trøðhamri. Í síðstu viku segði borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, at nýggi musikkskúlin í Sørvági ætlandi skal standa liðugur næsta summar. Føroyar hava brúk fyri sínum útisetum – men hvat hava útisetarnir brúk fyri? Hetta var ein av spurningunum á ráðstevnuni um fólkaflyting úr Útnorðri, sum var í Alta í Norðurnoregi herfyri Modellmynd